Heimatíðindi

Striltið at fíggja kommunalt lán í Vági

Søren Bruhn (Savnsmynd: Bjarni Nygaard)

Søren Bruhn (Savnsmynd: Bjarni Nygaard)

2019-01-13 13:02 Author image
Georg L. Petersen

Vágs Kommuna skal endurfíggja kommunala skuld fyri 29 milliónir krónur umvegis Flexfunding – men tað gongur striltið og nógv bendir á, at Suðuroyar Sparikassi má fíggja meginpartin sjálvur

– Tað gongur verri enn eg hevði væntað, og eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at fólk tíverri ikki júst hava stað í kø at sett pengar í lánið til Vágs Kommunu. Eg skilji tað ikki heilt, tí alt burdi talað fyri tí. Men nøkur siga, at bindingstíðarskeiðið upp á trý ár er ov langt, og at rentan er ov lág, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Tað gongur ikki heilt eftir ætlan hjá Suðuroyar Sparikassa at fíggja eitt lán til Vágs Kommunu umvegis Flexfunding. Ætlanin var at fíggja 29 milliónir krónur tann vegin, men nú seinasta freist at tekna seg sum lánsveitara gongur út í hesi vikuni, eru bert eini 8% fíggjað umvegis Flexfunding. Av hesi upphædd eigur Suðuroyar Sparikassi meginpartin av pengunum, meðan tann privati parturin á miðdegi týsdagin í krónum bert var 148.000 – og tá er rættiliga langt upp á 29 milliónir krónur.

Hóast tað ikki hevur gingið sum ætlað, so hevur Vágs Kommuna einki at óttast fyri. Hon fær sínar 29 milliónir krónur til eina avtalaða rentu, tí treytin er, at sparikassin tekur um endan og fíggjar tað, sum ikki fæst umvegis flexfunding.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður