Heimatíðindi

Streymurin farin í fleiri bygdum á Eysturoynni

2020-07-08 13:54 Author image
Katrin Johannessen

Á Skála, Strondum, Kolbeinagjógv, Morskranesti og Selatrað er streymurin farin. Í teimum raktu bygdunum eru øll hús og bygningar rakt. Orsøkin til streymslitið er ein feilur á linjuni.

Í skrivandi stund arbeiða fólk hjá SEV við at finna útav júst hvar á linjuni feilurin er, so til ber at tendra aftur.

-Vit vóna, at finna feilin skjótt, so at streymurin kann koma aftur skjótt, í øllum føðrum í summum av ávirkaðu økjunum, sigur Terji Nielsen hjá SEV.

Ringt er hjá teimum at meta um nær tað verður, av tí at teir ikki vita enn hvar feilurin er.

- Eg tori ikki at seta hvørki hálvar ella heilar tímar fyri nær tað verður. Men eg rokni ikki við, at tað skuldi tikið so øgiliga leingi, sigur Terji Nielsen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður