Heimatíðindi

Street food fingið viðrák í Føroyum

Ruben Busk (Savnsmynd)

Ruben Busk (Savnsmynd)

2018-12-10 15:45 Author image
Turið Justinussen

Føroyingum dáma væl Street food, ið er eitt væl umtókt konsept uttanlanda. Tað heldur kokkur og uppfinnari av ræstkjøtaburgaranum, Ruben Busk

Street food er eitt konsept, ið er væl umtókt í útlondum, og Ruben Busk heldur, at føroyingar eisini hava tikið væl ímóti hesum. 

- Street food gevur føroyskum mati eina nýggja dimensión, sigur Ruben Busk við Dimmalætting.

Gøtumatur (street food) er eyðkendur fyri at vera lættur, skjótur og bíligur, men samstundis gjørdur úr góðum rávørum. Talan er ofta um eina óhátíðarliga máltíð, ið kann njótast standandi ella gangandi. 

Hugtakið, Street Food, sipar til sereyðkendar, matmentanarligar upplivingar, sum grundleggjandi byggja á sið- og staðbundið mathandverk. Street Food matur er tískil ymiskur frá landi til land. 

[object Object]

Streetfood Føroyar
Danin, Ruben Maarbjerg Busk hevur búð í Hósvík síðan 2006. Hann bleiv útlærdur kokkur í 1998 og hevur drúgvar royndir innan matgerð. Eitt nú hevur hann verið køksmeistari á Hafnia í seks ár, áðrenn hann í 2015 stovnaði matveitingarfyritøkuna, MATsmiðjan, sum ger mat til størri, bæði almenn og privat, tiltøk.

Í juli mánaða í summar, keypti Ruben Busk ein matvogn og stovnaði Streetfood Føroyar, sum eina síðu-verkætlan, sum byrjaði í Saksun við tiltikna ræstkjøtaburgarin, ið vísti seg at sodna væl í føroysku (og útlensku) magunum:

- Burgarin er komin fyri at vera, sigur Ruben Busk, sum síðani í summar hevur sett trý fólk í starv.

Streetfood Føroyar hevur verið á ferð kring landið og gjørt heilt nógv um seg, eisini til jólafrokostar nú uppundir jól.

- Eg haldi, vit hava eina vøru, ið fólk áhaldandi eftirspyrja. Føroyingum dáma væl mat, ið er gjørdur úr føroyskum rávørum, sigur Ruben Busk. 

Ein fikst, tó avmarkandi konsept
Í flytføra, føroyska StreetFood Føroyar matvogninum, kann ein velja ímillum feskan lambsburgara og tiltikna ræstkjøtaburgaran. Ruben Busk sigur tó matarskráarmøguleikarnar vera avmarkaðar:

- Í mun til eina matstovu, er høvuðsmunurin, at vit ikki hava møguleika at borðeiða við so nógvum ymiskum: Vit hava ikki pláss fyri eini stórari vørugoymslu, og fólk tíma heldur ikki at standa leingi í bíðirøð úti. Serliga í Føroyum, har tað ofta er kalt, og skal bíðitíðin vera lítil, ber tað ikki til at hava eina ov stóra matarskrá, greiðir Ruben Busk frá. 

Áhugin spjaðir seg
Hetta ikki fyrstu ferð, royndir innan fast food við siðbundnum føroyskum mati verða gjørdar: Dunnu- og ræstkjøtapitsa hava eitt nú verið at fingið niðri í miðbýnum, og matstovan Haps borðeiður við dunnuburgara um jólini.

Eisini skipar Tórshavn Streetfood, ið virkar fyri at skapa karmar fyri íverksetan innan matgerð, har kreativitetur, nýskapan og hugni er í hásætið, fyri tiltakinum, Tórshavn Streedfood Jólahugni 2018 í Tórsgøtu tann 15. og 16. desember.

Umframt burgararnir úr StreetFood Føroyar matvognunum, verður eisini høvi at smakka vistfrøðiliga ostaburgaran úr nýggja matvogninum, Brioche hjá Jákupi Sumberg. Hann er gjørdur við nýbakaðum briochebolla, donskum oksakjøti, heimagjørdum mayonaise og feskum og súltaðum grønmeti. 

Eg leggi meg serliga eftir at gera eitt gott handverk og brúka hágóðsku, sjálvt um tað er nakað so simpult, sum ein ostaburgari, sigur Jákup Sumberg í eini viðmerking, og greiðir frá, at hann, eftir at hava arbeitt í fína endanum av matstovuvinnuni, millum annað sum køksleiðarií Barbara Fish House, hevur stovnað Brioche fyri at lyfta føroyskan fast food á eitt hægri støði.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður