Heimatíðindi

Strandferðslan: Hetta er ikki ein verjurøða, men ein frágreiðing

Sverri Egholm (foto)

Sverri Egholm (foto)

2020-06-22 07:48 Author image
Katrin Johannessen

Fríggjadagin skuldi Laila Rólantsson til Suðuroyar at vitja mammu sína. Laila hevur trupulleikar við at ganga, og hevur tískil eitt handicapkort til bilin, sum loyvir henni at parkera í handicapbásum. Tá hon kom á ferjuleguna í Havn stóð ein bilur við kampingvogni, ið ikki hevði handicapkort og fylti báðar básarnar. Hon fekk at vita, frá manninum á kaiini, sum fekst við bilarnar, sum stóðu í røð til Smyril, at hann hevði biðið bilin við kampingvogni stilla seg har. Hon fekk síðani at vita, at hon kundi fara aftur í aftastu røð. At enda loyvdi hann henni tó at stilla bilin í eina handicapbásin.

-Men, legði hann afturat, vit skuldu ikki vænta at koma við og vit høvdu “fanin ikki framíhjárætt”, sigur Laila Rólantsson

Hon skrivaði sama dag eitt skriv á Facebook um hesa upplivingina har hon millum annað spurdi hvørt hetta var politikkurin hjá Stranderðsluni á hesum økinum. 

Strandferðslan kannar hvat hendi fríggjadagin
Jóhan Petur Arbahamsen, Rasktrarleiðari hjá Strandfaraskip Landsins, er í holt við at kanna, hvat nágreiniliga fór fram um vikuskiftið á ferjuleguni. 

-So sum eg havi skilt tað, so er ein bilur við einum við rørslutarnið, ið hevði staðið á handicap básinum frammanundan, farin umborð og stendur við elevatorin fyri at koma upp á. Ein kampingvognur skal við seinna túr og stendur fyri. Tá byrjað verður at lastað, eru ov nógvir bilar uttan førara, sum standa fyri, so tað er ov trongt til at tað ber til at koyra umborð og tí verður kampingvognurin fluttur í handicapp plássið. Tí annars er ikki pláss at koyra bilar umborð, sigur Jóhan Petur Arbahamsen.

-Hetta er ikki ein verjurøða, men meir ein frágreiðing yvir hvat er hent. Vit eru enn í holt við at kanna, hvat nágreiniliga fór fram í hesu støðuni. Tað er umráðandi fyri okkum at hetta verður kannað gjølla. Vit á Strandferðsluni ynskja at veita góða tænastu fyri fólk, ið bera brek, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

Hann vísir eisini á, at sambært sáttmálanum, hjá manningini umborð á Smyrli hava teir ikki ábyrgd fyri hasum økinum, har bilar standa áðrenn koyrt verður umborð. Teirra arbeiðsstað er umborð og ikki á landi. Stýrimaðurin kann fara á land, at hjálpa við at koyra bilarnir umborð, men tað er bert har koyrt verður umborð, og ikki í røðunum, har hendingin fór fram fríggjadagin.

- Vit hava onga heimild, men kunnu bert mæla til, hvussu farast skal fram har á økinum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

-Vanliga fáa tey, ið bera brek, góða viðferð. Um bilar standa í handicapbásinum í góðari tíð, so vera teir tiknir umborð fyrst, fyri at teir skulu fáa pláss tætt við lyfturnar. Hetta so fólk í koyristóli hava møguleika at fara upp á. Vit mæla tó til at komið verður áðrenn byrjað verður at lasta, vanligt er hetta eini 15 minuttir áðrenn fráferð, men til túrar við serliga nógvum bilum, so sum tá jóansøka er, eini 1 ½ tíma fyri fráferð. Um vit eru varug við tað áðrenn lasting, so er nógv pláss sett av við gulum strikum til fólk, ið bera brek. Sum so er einki maks fyri, hvussu nógv tílík pláss eru, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

Bókingarskipan til handicappláss í ferjunum
Fríggjadagin hevði Rosa Kjærbo ætlanir at fara úr Skálavík til Suðuroyar og hevði tískil bóka sær handicappláss við Teistanum, av tí at sonur hennara, Ásvald er fjølbrekaður. Túrurin varð tó av ongum, tí tá hon ringdi til høvuðsskrivstovuna hjá Strandferðsluni at kanna um tað eisini bar til at bóka sær pláss við Smyrli, fekk hon eitt nei, og at tey skuldu standa í røð, sum øll onnur og at fólk, ið bera brek hava ongan framíhjárætt. 

- Eg vildi ikki bjóða soninum at fara til Havnar fyri síðani at ikki sleppa við, og bíða í fleiri tímar fyri at fara heim aftur til Skálavíkar. Tað er alt ov strævið fyri hann, sigur Rosa Kjærbo.

-Til ber at ringja til Teistan og boða frá áðrenn ferðina, um ein hevur serligan tørv og sostatt ber til at tryggja sær áðrenn, at til ber at ferðast eisini hjá teimum, ið annars kunnu hava trupulleikar við slíkum orsakað av, at tey bera brek. Hendan skipanin er sum nú er tíverri einans galdandi fyri Teistan og ikki hini skipini, har tað annars er møguligt at ferðast við koyristóli, sigur Jóhan Petur Abrahamsen

Strandferðslan arbeiðir við einari heildar bílleggingarskipan, har ferðaseðlar verða keyptir frammanundan til allar ferjur hjá Strandferðsluni. Við hesari skipanini verður møguligt hjá kundum at boða frá serligum tørvi í samband við bílleggina.

-Hendan skipanin skal vera við til at tryggjað eina betri tænastu fyri fólk, ið bera brek. Tað er tó kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at seta skipanina í verk, og hon verður væntandi ikki klár í ár, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

 

Les eisini Ongin framíhjárættur hjá fólki ið bera brek

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður