Heimatíðindi

Strandfaraskip Landsins mangla 12 milliónir krónur

ssl.fo

ssl.fo

2020-05-15 13:13 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Korona-tiltøkini kosta Strandfaraskipum Landsins nógv í mistum inntøkum. Almenni stovnurin hevur gjørt eina meting av, hvussu fíggjarstøðan fer at síggja út við endan av juni, og sambært hesi meting verður eitt stórt hol í kassanum.

Stóra niðurgongdin í ferðafólkatalinum hjá Strandfaraskipum Landsins sæst nú aftur.

Leiðslan á stovninum hevur gjørt eina meting av, hvussu fíggjarstøðan fer at síggja út, tá juni mánaði er liðugur, og tað er ikki hugaligur lesnaður.

- Sum tað sær út nú, fara vit at mangla 12 milliónir krónur við endan av juni mánað, og tað stavar alt frá mistum inntøkum frá ferðafólkum, sigur Hilmar Eliasen.

Ferðafólkatalið hjá Strandfaraskipum Landsins liggur á umleið 1,3 millónum ferðandi um ári. Hesi kunnu býtast í tríggjar bólkar - vanligir pendlarar, útlendsk ferðafólk og fólk, sum ferðast í egnum landi. Talan er um mistar inntøkur í øllum trimum bólkunum.

Tað merkir, at inntøkugrundarlagið, sum fíggjar ein triðing av virkseminum hjá stovninum er burtur, og stjórin væntar at hendan gongdin fer at halda á fram restina av summarinum.

Tí er ein umbøn um eykajáttan send landstýrinum og væntast kann, at ein afturat kemur seinni í árinum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður