Heimatíðindi

Stórur áhugi fyri Heimablídni

2020-06-01 19:30 Author image
Katrin Johannessen

Ferðavinnan í Føroyum hevur verið hart rakt av koronakreppuni og hetta merkja eisini tey, sum fáast við Heimablídni kring landið.

- Vit hava mist nógvar pengar orsakað av korona. Vit hava mist nógvar kundar. Útlendingar, sum skuldu koma í mai og apríl og eisini í juni og juli. Næstan alt er avlýst. So tað hava vit merkt øgiliga væl, sigur Lena Egholm Hansen, sum saman við manninum, Jákupi, hevur Garðahúsið í Søldarfirði. Tey hava havt Heimablídni har í heiminum síðan 2008. Í Garðahúsinum kunnu gestir, eftir bíllegging, keypa drekkamunn og kaku, ábit ella trírætta matskrá og njóta vakra útsýnið yvir Skálafjørðin.

Tey byrjaðu við Heimablídni stutt eftir at tey vórðu flutt inn í gomlu hugnaligu húsini. Sámal Bláhamar kom inn á gólvið, og honum dámdi so mikið væl húsini og garðin, at hann mælti til, at Greengate skuldi komið framvið. Tey komu so til ein kaffimunn, og hildu at staðið var so vakurt og serstakt, og tey byrjaðu síðani at senda útlendingar heim til teirra.

- Vit hildu ikki, at hetta fór at rigga, men vit hava havt øgiliga nógvar gestir, bæði útlendingar og føroyingar, sigur Lena Egholm Hansen.

[object Object]

 

Máttu finna upp á okkurt

Eisini í Svínoy hava tey havt nógvar gestir tey trý árini, tey hava bjóðað inn til Heimablídni. Onkuntíð hava tey havt eini 30-40 fólk um dagin. metir Jógvan Kristin Olsen. Á heimasíðuni hjá Visit Norðoy stendur einki at lesa um Heimablídni, men við at ringja til tey, ber til at frætta hvørji tilboð tey hava. Millum annað bjóðar Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoy saman við konuni, Heidi, Heimablídni á bóndagarðinum, sum tey keyptu í 2016.

- Vit fóru í holt við Heimablídni, tí vit vórðu yvirfloymd av ferðafólki og tey høvdu einki at koma til úti á Svínoynni. Her var einki. Tí endaðu øgiliga nógv ferðafólk uppí í túninum hjá okkum og vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera við tey. Ofta noyddust vit bara at bjóða teimum inn. So vit sóu, at vit vórðu noydd at fara í holt við okkurt, sigur Jógvan Kristin Olsen.

Har var ein garasja í kjallaranum, sum var eini 30 fermetrar. Hana umbygdu tey til eina hugnaliga kafé. Har ber altíð til at keypa kaffi, sodavatn, sjokolátu og pannukøkur. Um fólk bílleggja áðrenn, so hava tey eisini møguleikan at velja frítt, hvat tey ynskja at eta, so leingi, sum møguleiki er at fáa fatur á tí og tíð er at fáa tað flutt til Svínoyar við Rituni. 

Korona-tíðina hava tey millum annað nýtt til at leggja 52 fermetrar meir í kaféina. Tey arbeiða enn við at fáa innbúgv og annað uppá pláss, men vera til reiðar at taka ímóti gestum einaferð í juni mánaða. Fyrstu bílleggingarnar liggja longu nú fyrst juli, men eisini í Svinoy hava tey merkt árinini av korona

- Vit hava fingið onkrar avlýsingar. Har vóru nøkur ferðaløg, sum høvdu bílagt starvsfólkaútferð og føðingardag, men tað verður so ikki, sigur Jógvan Kristin Olsen.

[object Object]

 

Ivast um tað er rætt at lata upp

Heini Tausen er formaður í limafelagnum Sandoyar Sýslu Ferðalag, sum rekur Sandoyar kunningarstovu. Hjá Visit Sandoy tey fýra møguleikar fyri Heimablídni, tríggjar á Sandoynni og ein í Skúvoy.

- Alt er vorðið avlýst. Altso útlendingarnir hava allir avlýst. Har hanga nakrir eftir, sum bíða eitt sindur, men tað er tí tey ikki noyðast at avlýsa, tí freistin fyri at avlýsa og fáa pengarnar aftur er ikki farin enn, sigur Heini Tausen.

Sum støðan er nú, hevur løgmaður rátt útlendskum ferðafólkum frá at koma til landið, og sagt, at vit ynskja ikki at fáa ferðafólk til Føroyar, meðan koronan herjar heimin. Ein møguleiki at bøtt um stóra missin hjá teimum, sum hava Heimablídni hevði annars verið, um latið varð upp fyri útlendingum. Men tað eru ikki øll sum ynskja tað.

- Eg haldi ikki, vit skulu lata landamørk upp, so sum støðan er nú, sigur Lena Egholm Hansen.

Jógvan Kristin Olsen í Svínoy heldur eisini, at vit skulu vera varin. Hann ynskir heldur ongan at fáa út í oynna og missa allar inntøkur, enn at smittan skal koma til Føroyar av nýggjum, og kanska krevja lív. 

Heini Tausen er ivasamur, men sigur við fyrivarni, at vit kundu kanska latið upp fyri londum, har smittutølini eru lág og minkandi, so sum Danmark, Íslandi, og Grønlandi. 

- Vit kundu latið upp spakiliga og sæð hvat hevði hent. Tað haldi eg, at tíðin er komin til, sigur hann.

[object Object]

 

Vinnan kann missa nógv fólk

- Tað, sum er tað vandamikla, er, at um vit ikki fáa bjargað ferðavinnuni og teimum smáu aktørunum á onkran hátt, so missa vit teir. Har eru jú fólk, sum hava hús, børn og familju at uppihalda, sum hava eitt arbeiði, men gevast við tí arbeiðnum og fara yvir til ferðavinnuna. Missa vit tey, og tey fara aftur til eitt vanligt arbeiði, so er ikki vist, at tey tora einaferð afturat at satsa uppá ferðavinnuna, sigur Heini Tausen.

Í Sandoynni eru so fá, sum hava satsað heilt uppá ferðavinnuna, men har vóru fleiri, sum vóru á vippuni til tað, sum so eru steðgað og tey eru ikki so hart rakt, tí tey hava ikki tikið síðsta stigið.

- Men skulu tey í gongd, mugu vit antin fáa ferðafólk ella mugu vit hjálpa teimum á onkran hátt, sigur Heini Tausen.

Men í Svínoy tørvar teimum ikki hjálp. Í øllum førum ikki enn.

- Vit eru ikki so hart kroyst, tí hetta er ikki nakað vit liva av. Hetta er ein partur av bóndagarðinum og tær inntøkurnar, vit fáa, eru góðar og okkum tørvar ikki nakran hjálparpakka. Samanbera vit við, hvussu skilið er rundan um okkum, so taka vit tað ikki so tungt, um tað ikki verður tað heilt stóra í ár, sigur Jógvan Kristin Olsen.

Lena Egholm Hansen, sum hevur Garðahúsið í Søldarfirði, er heldur ikki so stúrin og vísir á, at tey eru ikki líka hart rakt, sum onnur innan ferðavinnuna. 

- Hetta er sovorðið at hugna okkum við. Vit taka ikki meir ferðafólk inn enn vit klára. Vit eru ikki so illa fyri, sum til dømis hotellini, tí hetta er bert eitt ítrív hjá okkum, sigur hon.

[object Object]

 

Byggja út

Í Svínoy halda tey á fram við at umvæla, og ætlanin er at útbyggja við ídnaðarkøki. Tey hava ikki gjørt av enn, hvussu nógv tey skulu leggja í Heimablídni sum virksemi, men korona-avleiðingar hava ikki sum so loypt ræðslu á tey.

- Vit hava áður havt um 30-40 fólk um dagin inni á gólvinum her, uttan at hava marknaðarført okkum. So um vit verða samd, eg og konan, um at gera eitt sindur meir við tað, so kann væl henda seg, at her koma nógv fleiri. Men vit hava ikki tikið støðu til enn, um vit fara ordiliga at leypa á blámann við hesum. Men tað kundi væl hent seg. So vónirnar eru góðar, sigur Jógvan Kristin Olsen.

Tað kann vera at útlendsk ferðafólk ikki kunnu koma til Føroyar, men stongdu landamørkini kring heimin hava eisini við sær, at føroyingar ikki kunnu ferðast uttanlands, og tað bendir á at nógvir føroyingar fara at ferðast í egnum landi.

 

Nógvar bókingar

- Í juni og juli mánaða og nakað inn í august mánaða er alt fult bókað, ella so gott sum fult bókað, við summarhúsum. Har eru ikki so nógv støð í Sandoynni, har tú kanst fara at keypa tær nakað at eta, so har er tað jú upplagt, at Heimablídni traðkar inn ístaðin fyri. Har er jú eingin matstova á Sandoynni. Har er ein kafé á Mølini í Skálavík og tað er faktiskt tað einasta sum er, sigur Heini Tausen.

Nógvir føroyingar fara í summarhús fyri at slappa av og fáa frið. Tá hava tey kanska bestan hug at vera fyri seg sjálvi og ikki at fara heim til onnur at eta. Tað heldur Heini Tausen, og tí hava tey á Sandoynni arbeitt við at gera soleiðis, at tey, sum hava Heimablídni, gera matin og bera hann út til summarhúsini, so at ferðandi sleppa frá at gera mat.

Ferðavinnan í Sandoy er ikki so hart rakt av, at útlendingar ikki koma í summar, tí at so nógvir føroyingar ferðast hartil. Øll summarhúsini er longu fult bókað fyri summarið. 

- Tað verða føroyingarnir, sum fara at bjarga tí, sum er í Sandoynni. Vit síggja absolut bjart uppá tað, og vit ætla í øllum førum at komandi ár skal vera eitt gott ár, sigur Heini Tausen.

Í Søldafirði hava tey eisini merkt tað við bókingum, at føroyingar verða verandi heima í summar, tí tær byrja so smátt at koma aftur.

- Eg rokni við, at í summar fara fólk at ferðast í egnum landi, og so giti eg, at tey fara onkustaðni, at fáa sær at eta. Føroyingar eru hjartaliga vælkomnir og vit hava ein vakran urtagarð, so tey sum hava áhuga í urtagarðum, tey hava kanska hug at koma ein túr, sigur Lena Egholm Hansen.

Hon heitir á fólk um at bíleggja áðrenn tey koma, helst nakrar dagar frammanundan.

- Vit eru spent uppá summarið. Vit hopa bara, at veðrið verður gott og at føroyingar fara at ferðast í egnum landi, leggur hon afturat.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður