Heimatíðindi

Stórt tap um ferðamannaskipini fáa forboð at koma

savnsmynd

savnsmynd

2020-04-21 11:00 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Á tíðindafundinum í gjár heitti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á landsins myndugleikar um at herða eftirlitið við ferðafólkum, sum koma til landið, og seta forboð ímóti, at ferðamannaskip skulu sleppa í havn í Føroyum í summar. Sambært henni var áheitanin fyri at forða fyri, at koronasmittan skuldi koma innaftur í landið.

Í svari til borgarstjóran í Havn, helt løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ikki, at landsins myndugleikar høvdu møguleika at seta slík forboð, men at kommunurnar, sum sjálvar varða av havnunum, hava heimild til at nokta ferðamannaskipum at koma í havn.

Við ársbyrjan vóru 52 skip, sum høvdu boða frá, at tey høvdu ætlanir at koma til Havnar og níggju til Runarvíkar. Vegna koronakreppuna hava báðar havnirnar fingið fleiri avlýsingar og fleiri eru í væntu.

- Ferðamannaskip, sum velja at leggja leiðina til Føroya, hava ikki bert Føroyar sum ferðamál, men sigla úr havn í havn, og har er Føroyar bara ein lítil partur av ferðini. Um restin av londunum nokta ferðamannaskipum, so ger tað lítlan mun um Føroyar framvegis hava opið, tí tey hava ongan áhuga at bara leggja at í Føroyum, sigur havnarmeistarin fyri Tórshavnar havn.

Hetta ger sjálvandi, at allar havnir kring Evropa royna at fylgja sama leisti og fylgja væl við hjá hvørjum øðrum.

- Tað er eisini umráðandi at leggja afturat, at fyri ferðamannaskipini kann tað hava vandamiklar avleiðingar um smitta kemur umborð, so hetta er ikki ein støða nakað ferðamannaskip ynskir at koma í. Í løtuni sigla eingi skip og reiðaríini fylgja øll væl við og taka støðu til, um tað er ráðiligt at koma, tá tíðin nærkast, sigur Jónsvein Lamhauge.

Fyri havnirnar merkir hetta sjálvandi ein stóran fíggjarligan miss, bæði av korona-avbókingunum og um forboð verður sett. Mett verður, at fíggjarligi missurin hjá Tórshavnar havn liggur um eini tríggjar til fýra milliónir, um eingi skip koma restina av árinum. Fyri Runavíkar havn, sum ikki tekur ímóti líka nógvum bókinum, merkir hetta hóast alt nógvar 100.000 krónur, sigur Brandur Højgaard, havnarmeistari í Runavík.

Hetta verður ein inntøkumissur, sum tó ikki kemur at ávirka tey, sum dagliga starvast í havnalagnum, siga báðir havnameistararnir. Tað kemur sjálvandi at hava ringvirkningar fyri restina av kommununi og ferðavinnuaktørar nú eingi ferðafólk koma.

Harafturat er óvissa um, hvat hetta árið kemur at gera við vinnuna sum heild. Tað er ivasamt, hvussu kreppan kemur at ávirka vinnuna og um hon kemur upp aftur í somu ferð í næsta ár. Hetta er lítið sannlíkt, halda havnameistararnir.

Men vanliga virksemið, fyri uttan ferðavinnuskipini, heldur fram á báðum havnaløgunum, við umskipingum av farmaskipum og trolarum. Eisini hetta er nógv merkt av koronastøðuni, og strangar reglar eru settar, bæði frá havnunum og frá reiðaríunum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður