Heimatíðindi

Størsti parturin fór til Vestmanna og Vágar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-14 17:40 Author image
Ingi Samuelsen

Vestmanna Fiskavirki og Pf. Skip/Snarfrost i Vágum vóru feløgini, sum fingu tillutað bróðurpartin, tá menningarkvoturnar loksins vórðu tillutaðar seinnapartin í dag.

Á tíðindafundi í Fiskimálaráðnum seinnapartin var greitt frá, at hesar báðar verkætlanirnar eru stórar og áhugaverdar. Tí hava tær fingið mest og eisini yvir eitt áramál á fýra ár.

Tilsamans vóru útlutað 33.530 tons av svartkjafti, 7.875 tons av makreli og 6.759 tons av sild. Hetta er áleið 10 prosent minni enn tað, ið varð útlutað í menningarkvotum sambært kunngerðini.

Orsøkin til hetta er, at eitt mál ikki er endaliga avgreitt enn. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at talan er um ein borgara, sum hevur krav upp á hoyring, og at hetta fer at taka nakað av tíð. Fyri at hetta málið ikki skuldi forða hinum í at koma ígongd, varð avgerð tikin um at fylgja tilmælinum frá metingarnevndini, men at taka umleið 10 prosent burturav.

Tá viðkomandi mál, sum Fiskimálaráðið ikki ynskir at koma nærri inn á jú, er avgreitt, verður kunngjørt hvat verður gjørt við tey seinastu 10 prosentini.

Fýra umsóknir vórðu gingnar á møti við eini tilluting í fýra ár. Talan er um:

Vestmanna Fiskavirki, sum fær 12.970 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av sild.
Pf. Skip/Snarfrost í Vágum, sum fær 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av sild.
Og Spf. Sjógæti í Norðureysturoy/Norðstreymi, sum fær 1.360 tons av svartkjafti.

Um hesi halda treytirnar, ið eru givnar í loyvinum, fáa hesar verkætlanirnar eisini tillutað tilsvarandi part av menningarkvotunum í árumum 2019 til 2021.


Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

Ein verkætlan fær tillutað menningarkvotu í tvey ár. Tað er Rock Trawldoors í Vági, sum fær 1.360 tons av svartkjafti.

Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini, bólkaði hesa verkætlanina sum eina teknologiska verkætlan. Felagið fær kvotu av svartkjafti til eina ætlan at menna teirra trollemmar.

Síðan eru fimm verkætlanir, ið fáa fyri eitt ár:

Vørustíggjur í Sandoynni fær 1.171 tons av makreli og 900 tons av sild.
Delta Seafood á Tvøroyri fær 900 tons av makreli og 873 tons av sild.
Pf. Jókin í Suðuroy fær 8.800 tons av svartkjafti.
Kósin Seafood & Næraberg, Norðoyggjar/Suðuroy, fær 360 tons av sild.
Steintór og TG Fish í Hvalba fær 900 tons av makreli og 900 tons av sild.

Tilmælið frá metingarnevndini

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður