Kjak

Oddagrein: Størri kommunalar eindir

Oddagrein: Størri kommunalar eindir
2018-10-05 09:08 Author image
Georg L. Petersen

Eldraøkið tykist vera ein afturvendandi trupulleiki, tí pengarnir so illa strekkja til. Kommunurnar yvirtóku fyri nøkrum árum síðani økið, og tað bleiv fíggjað við forskattingini av pensjónunum og eini afturbering av frádráttum, sum borgarar í kommununum fáa, um teir arbeiða eitt nú undir DIS. Soleiðis skuldu tær kommunurnar, sum hava lutfalsliga nógvar borgarar, sum ikki rinda vanligan skatt, javnsetast við hinar. Landið varð skipað í eldrasamstrøv, men tað er ymiskt hvussu tað er hepnast. Nakrar halda seg rinda ov nógv, og sum heild tykjast fleiri eldrasamstørv hava trupulleikar at veita somu tænastur sum aðrar.

Serliga hava tað verið Sandoyggin og Suðuroyggin, sum hava havt tað trupult at fáa endarnar at røkka saman, eins og summar kommunur meta seg vera fyri órætti, tí tær rinda meira enn aðrar, ið fáa endurgjald fyri frádráttir. Í Suðuroynni hevur stríð millum kommunurnar havt við sær, at onkur hevur tikið seg úr kommunalu samstarvsnevndini, og ógreiða er eisini um ognarviðurskiftini á Hamragarði. Kommunufelagið hevur nevnt ein møguleika at býta eldraøkið í oynni upp í tvey.

Vit hava áður nevnt eina kommunala útjavning sum ein møguleika at koma einum parti av trupulleikunum til lívs, men tað tykist ikki vera undirtøka fyri tí, hvørki millum kommunurnar ella á tingi. Og so er spurningurin, um raksturin altíð er tann skynsamasti og effektivasti. Hóast kommunal samstarv um eldraøkið, er spurningurin, um kommunalar samanleggingar ikki høvdu gjørt raksturin av økinum munandi effektivari, heldur enn aftur at tosa um at slíta sundur. Tá hevði eitt nú stríð um hvør fekk afturbering ella ikki verið avgreidd, ognarviðurskiftini somuleiðis og tað hevði verið ein kommuna sum gjørdi av, hvussu økið varð skipað.

Tey sum svíða fyri politisku orrustunum á økinum eru tey eldru, sum ikki fáa somu tilboð um alt landið, alt ímeðan kommunurnar, sum ynskja størri kommunalt sjálvstýri, gerast veikari og merktar av sundurlyndi heldur enn samstarvi.

Man plagar at siga, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, man tað tykist ikki vera so hjá kommununum, sum fyri einhvønn prís vilja varðveita sín borgarstjóra, líka mikið hvør prísurin er – og so leggja ábyrgdina á landsmyndugleikarnar. Tað er í hvussu er ikki nøkur gongd leið.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður