Kjak

Stóra Dímun – gastronomiskar røtur

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2019-08-08 19:58 Author image
Jóhan Mortensen

Sjálvur eigi eg ikki fá spor úti í Stóru Dímun. Tad er nú nøkur ár síðani eg var seinast úti í hesi vøkru oyggj, og eftirsum tveir av mínum abbasynum, Johan og Lukas, ikki hava flogið í tyrlu og ikki áður hava verið í Stóru Dímun, nýttu vit høvið at fara skjótan túr við tyrluni.

Tað er spennandi at koma aftur til Stóru Dímun og ikki minni spennandi og hugaligt at síggja og hoyra, hvussu kreativ og nýhugsandi bóndafólkini Eva og Jógvan Jón eru. Tá vit komu út varð farið beint oman í risastóru majrótaveltuna, har røturnar nú verða tiknar, sum skulu nýtast til sera spennandi løgin, tey arbeiða við, og sum væntandi kemur á marknaðin í september mánaði. Vit fingu at smakka røturnar og tær vóru himmalskar.

Eva og Jogvan Jón søgdu frá, at i næstum verða nakrir tarvkálvar flettir og so verður farið undir slaktið. Framleiðslurnar úr Stóru Dímun eru sera vælsmakkandi og nógv eftirspurdar. Tað er siðvenja heima hjá okkum at keypa eitt feskt krov, tá byrjað verður at fletta. Hetta er okkara byrjan til heystið og onki smakkar betur enn feskt lambakjøt ur Stóru Dímun og nýggj eplir og grønmeti heiman av Sandi.

Tað er hugaligt at síggja, hvussu gastronomiska rákið úr Havn eisini er komið til útjaðaran og uttan iva fer gastronomi við góðskuframleiðslum og ein skipað ferðamannavinna at skapa støðugar livivánir og eina menning av okkara útjaðara.
Orkney og Shetland og Suðuroyggjar hava eitt motto sum er "Our Islands, Our Future!" Hetta er eisini galdandi fyri okkum føroysku oyggjabúgvar, vit mugu samstarva alt tað vit kunna, so okkum øllum verður lívið lagað.

Spennandi verður at royna rótaløgin ur Stóru Dímun, tá hann verður at fáa.

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður