Stór skip fáa landstreym í Kollafirði

Stór skip fáa landstreym í Kollafirði

2017-11-04 17:46 Author image
Innsent

Tórshavnar havn arbeiðir við eini slóðbrótandi verkætlan. Ætlanin er at seta eina varandi streymloysn upp á havnarlagnum í Kollafirði, sum ger, at eisini stór skip fáa landstreym, tá ið tey liggja við bryggju. Hetta verður fyrsta stað í Føroyum, har hesin møguleiki stendur stórum skipum í boði. 

Tá ið skipanin er komin, fara stóru skipini at sløkkja ljósmotorin. Dálkandi tungolja verður skift út við reina grøna orku, sum verður framleidd í Føroyum. Samstundis fer ljóðdálkingin í økinum í søguna.

- Vit hava sett okkum fyri at taka týðandi stig soleiðis, at Tórshavnar kommuna verður ein grønari kommuna. Henda skipanin til stóru skipini er ein sera spennandi loysn, sum eisini fer at loysa seg fíggjarliga hjá skipunum, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini.

Tórshavnar kommuna hevur orðað ein greiðan umhvørvispolitikk, sum raðfestir grøna orku høgt. Nýggja loysnin í Kollafirði sampakkar væl við málini hjá kommununi um at fáa eitt reinari umhvørvi.

Í løtuni arbeiðir Tórshavnar kommuna saman við SEV um at finna røttu loysnina, sum riggar til føroyska veðurlagið og lýkur øll altjóða krøv. SEV hevur sum mál at gera Føroyar grønar burturav í 2030. Samstundis vita vit, at ein triðingur av føroyska koltvíiltuútlátinum stavar frá skipunum. At tey í framtíðini kunnu nýta grøna orku, tá ið tey liggja við bryggju, førkar eisini skipini fram ímóti eini grønari framtíð, sum eisini loysir seg fíggjarliga.

Uttanlands er tað vanligt, at stór skip nýta grønar loysnir heldur enn tungolju, tá ið tey liggja við bryggju. Nýggja skipanin við landstreymi í Kollafirði til stór skip verður hin fyrsta av sínum slag í Føroyum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður