Stór ráðstevna í Skotlandi um reinsifisk

Stór ráðstevna í Skotlandi um reinsifisk

2017-07-03 14:34 Author image
Innsent

Tríggir føroyingar hava luttikið á millumtjóða ráðstevnuni, International Cleaner Fish Summit, sum varð hildin í Glasgow í mai. Endamálið við ráðstevnuni var at seta ljós á framleiðslu og nýtslu av reinsifiski í alivinnuni.

Ein av niðurstøðunum á ráðstevnuni var, at á nógvum økjum er nýtslan av reinsifiski í alivinnuni enn á byrjunarstøði, og tørvur er tískil á, at feløg og stovnar samskifta og samstarva innan hetta økið. Eisini yvir landamørk. 

Endamálið við reinsifiski er at sleppa undan trupulleikum við lús, og harvið gera tað óneyðugt at viðgerða laksin fyri lús. 

Reinfiskar eru fiskasløg, sum verða brúkt til at eta lús av laksi, og í Føroyum verða rognkelsir brúkt til hetta endamálið. Aðrastaðni verða eisini nýtt onnur sløg av reinsifiski, eitt nú sonevndir varrafiskar. Orsøkin til, at vit einans nýta rognkelsir í Føroyum er tann, at hesi liva í føroysku firðunum, meðan varrafiskar ikki finnast her.

Umleið 200 fólk úr fimm londum í Norðuratlantshavi – Føroyar, Ísland, Noreg, Skotland og Írland – luttóku á ráðstevnuni. Eitt umboð frá hvørjum luttakaralandi lýstu støðuna við reinsifiski í teirra landi við fokus á framleiðslu og nýtslu av reinsifiski í alivinnuni. Hendan leiklutin fyri Føroyar hevði Kirstin Eliasen, samskipari og granskari á Fiskaaling.

Hóast avbjóðingar eru á ymsum økjum, var felags niðurstøðan hjá teimum luttakandi londunum, at fellið av reinsifiskum enn er alt ov høgt, og tí er stórt rúm fyri betringum. 

Umframt Kirstin Eliasen úr Fiskaaling, luttóku fyri Føroyar Peter Østergaard frá Aquamed og Esbern Patursson úr Luna.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður