Framsýningin "Stór list" er eitt úrval av verkum frá savninum á Listasavni Føroya.
- Á listaframsýningum er ofta neyðugt at fara tætt uppá verkini: her er eisini gott at fara longur burtur. Verkini hava nevniliga tað til felags, at tey eru stór í vavi. Á framsýningini eru verk hjá Ole Wich, Ingálvi av Reyni, Jónu Rasmussen, Titu Vinther, Edwardi Fuglø og Guðrið Poulsen, skrivar Listasavn Føroya í sambandi við framsýningina, sum lat upp frá 11. august og er opin til 18 august.