Uttanlands

Kanning: Koppingarevni elva ikki til autismu

2019-03-05 12:31 Author image
Turið Justinussen

Nøkur foreldur velja ikki at koppseta børn síni, millum annað, tí tey hava ta fatan, at koppingarevnið kann elva til autismu. Men nú avsannar ein stór vísindalig kanning, sum í dag bleiv almannakunngjørd, at MRF-kopparevnið kann elva til autismu

Heilsumyndugleikarnir mæla til, at børn verða koppsett móti meslingum, fárasjúku og reyðum hundum (MFR) tvær ferðir, áðrenn barnið byrjar í skúla. Tó eru summi foreldur í iva, tí hóast koppingarevnið verjir tey móti teimum triðmum sjúkunum, kann hann so samstundis seta tey í størri vága fyri at fáa autismu?

Hesi stúring beinir granskari á Statens Serum Institut, Anders Hviid, fyri:

- Hendan mytan um MFR og autismu hevur verið til í meira enn tjúgu ár. Eg meti tað vera sera týdningarmikið, at vit fáa nøkur haldgóð vísindalig aftursvar, sigur hann í samrøðu við Dr.dk.

Tískil hevur hann verið við til at gjørt eina nýggja stóra kanning við skrásettum upplýsingum frá 657.461 børnum, sum í dag bleiv almannakunngjørd við tí niðurstøðu, at autisma sæst líka ofta millum koppsett børn og hjá teimum, sum foreldrini hava noktað at koppseta. 

- Niðurstøðan er ein sera væl grundað próvgrund – vit síggja ongan samanhang, sigur granskarin. 

Les eisini: Ókoppsett børn skulu ikki á stovn

[object Object]

Geldur eisini fyri børn, sum frammanundan eru í vága fyri at fáa autismu
Í 2002 gjørdi Statens Serum Institut eina líknandi kanning við upplýsingum frá yvir eini hálvari millión av donskum børnum. Niðurstøðan var longu tá, at MFR-koppingarevnið ikki setti børnini í størri vága fyri at fáa autismu. 

Í 2002 kannaðu granskararnir tó ikki nágreiniliga, um tað kundi vera ein samanhangur millum koppingarevnið og autismu í tí hópinum av børnum, sum frammanundan eru í størri vága fyri at fáa autismu. 

Tað kann til dømis vera børn, sum hava eina systir ella beiggja við autismu. Ella børn, hvørs mamma roykti í viðgongutíðini. Tey børnini eru í eitt sindur størri váða fyri at fáa autismu. 

- Tað hevur verið illgruni um, at um koppingarevnið ikki er skyld í eini autismufarsótt millum almenningin, so kann tað vera, at hann kann elva til autismu hjá summum børnum. Men heldur ikki hjá hesum børnum, finna vit ein samanhang millum koppingarevnið og autismu, sigur Anders Hviid. 

90 prosent av føroyingum koppsettir
Landslæknin, Lars Fodgaard Møller metir, at umleið 90 prosent av føroyingum eru koppsettir ímóti meslingum sammett við 85-88 prosent av danum. 

- Nøkur foreldur eru ímóti at koppseta børnini, og tað fáa vit onki gjørt við, sigur hann í samrøðu við Dimmalætting

Les eisini: Landslæknin ávarar um meslingar

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður