Støðan batnar hjá Atlantic Petroleum

2016-08-25 08:13 Author image
Dimma

- Atlantic Petroleum hevur verið gjøgnum eitt avbjóðandi tíðarskeið, men sum úrslitið fyri annan ársfjórðing vísir, batnar støðan.

Soleiðis sigur stjórin í Atlantic Petroleum, Ben Arabo, nú lítla føroyska oljufelagið hevur kunngjørt roknskapin fyri annan ársfjórðing 2016.

Úrslitið áðrenn rentur, skatt og leitingarútreiðslur – sokallaða EBITDAX, ið oljuvinnan nýtir – var minus 1,4 milliónir danskar krónur.

Bruttoúrslitið í øðrum ársfjórðingi, eftir at ymsar av- og niðurskrivingar eru afturførdar, var 82,1 milliónir krónur. Nettoúrslitið eftir skatt er 77,8 milliónir krónur.

Tøki peningurin hjá Atlantic Petroleum var 11,3 milliónir krónur, tá ið hálva árið var runnið. Skuldin hjá Atlantic Petroleum er 62,8 milliónir krónur.

- Vit hyggja nú frameftir og skapa nýggjar møguleikar, serliga í Eysturevropa, Russlandi og Eurasia, sigur Ben Arabo, stjóri, í fráboðan.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður