Heimatíðindi

Støðugt yvirskot hjá Føroya Bjór

Støðugt yvirskot hjá Føroya Bjór

Annika og Einar Waag (Savnsmynd)

2018-07-09 11:46 Author image
Ingi Samuelsen

Stóra, gamla bryggjaríið í Klaksvík, Pf. Føroya Bjór hevði 2,9 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tað vísir roknskapurin, sum júst er gjørdur tilgeingiligur fyri almenningin.

Føroya Bjór hevur tey allarflestu av hesum seinastu 14 árunum givið eitt avlop á millum knappar tvær til góðar tríggjar milliónir krónur. Undantakið er árini 2010, 2011 og 2012, sum góvu hall.

Søguligu tølini fyri roknskapirnar vísa ein rættiliga støðugan rakstur. Bruttovinningurin í fjør var 20,9 milliónir krónur, harav fóru 13,5 milliónir krónur til lønir og góðar 600.000 krónur til skatt.

Eginognin hjá felagnum er nú komin upp á 72 milliónir krónur. Felagið skrivar einki um virksemið í ársfrágreiðingini, men Føroya Bjór hevur í seinastuni víðkað framleiðsluna frá bjóri og sodavatni til eisini at galda brennivín.

(Greinin heldur fram undir myndini)

Vodka og Akvavitt frá Einar’s Distillery kom á marknaðin í vetur, tað er nakað síðan, at tað frættist at whiskey eisini er framleitt og liggur og bíðar í tunnum til tað er búgvið at senda út á marknaðin, og nú er eisini ein ginn komin úr brennivínsvirkinum hjá Einari.

Ginnin fekk sín elddóp í sambandi við Floksmannadagarnar í Hattarvík um vikuskifti, og varð – sum skilst – væl móttikin.

Eitt smápartafelag hjá Einari Waag, sum eitur Spf. 6/12-2006 stendur sum høvuðseigari av Pf. Føroya Bjór. Einar Waag er stjóri í Føroya Bjór, og situr eisini í nevndini, saman við dóttrini Anniku Wagg og Rúna Heinesen, sum er formaður.

Fyri tveimum vikum síðani skrivaðu vit um roknskapin hjá hinum føroyska bryggjarínum, sum ikki hevur eins góð roknskapartøl og Føroyar Bjór at vísa á. Les: Bryggjaríið Okkara koyrir framvegis við halli 

Les eisini: Hví ikki eisini føroyskt whisky?

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður