Støðan ógvuliga álvarslig í Myanmar

Mynd: epa.eu (Mótmælisgongur í Bangladesh)

Støðan ógvuliga álvarslig í Myanmar

2017-09-29 12:58 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Rohingyafólkini hava verið forfylgd og diskriminerað, so leingi tey hava hildið til í Myanmar. Ongin semja tykist vera um júst hvar tey hoyra heima. Størsti parturin av Myanmarfólkunum siga, at tey hoyra til Bangladesh, meðan Bangladesh sigur tey hoyra til Myanmar. Sostatt er Rohingyafólkini heimleys og uttan ríkisborgararætt nakrastaðni.

Fyri góðum mánaða síðani lupu nakrar militantir Rohingyamenn á nakrar myanmarskar hermenn. 12 myanmarskir hermenn doyðu, og síðan tá hevur myanmarski herurin sett hart ímóti hørðum, og við harðligum, blóðugum atsóknum fingu fleiri túsund Rohingyafólk at flýggja fyri lívinum. CNN upplýsir í dag, at síðan hetta byrjaði, er umleið ein hálv millión Rohingyafólk flýggjaði fyri lívinum, tvørtur um markið til Bangladesh.

Hóast nógva politiska- og miðlaumrøðu, so er tað ikki fyrr enn í gjár at ST hevði ein almennan fund um støðuna. 
ST aðalskrivarin, Antonio Guterres sigur, at støðan er, upp á sera stutta tíð, blivin til eina ovurstóra og umfatandi flóttafólkakreppu. ST hevur fordømt forfylgingina av Rohingyafólkunum, og er tað í fleiri førum blivið bólkað sum etniska útreinsan. Myanmarskir myndugleikar avnokta hesum, og svara, at hetta eru neyðug átøk fyri at forða fyri fleiri yvirgangsatsóknum frá Rohingyafólkunum.

Tann mongdin av fólki ið er flýggjað úr Myanmar til Bangladesh er ikki upplivað síðan túsundavís av fólki flýggjaðu undan fólkamorði úr afrikanska landinum, Rwanda, í 1994.

Fleiri ST aðalskrivarar, sendimenn og Amnesty International byrja nú at rópa varskó, og vísa á, at nú er nóg mikið tosað. Millum annað verður skotið upp, at banna innflutningi av vápnum í Myanmar.


placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður