Uttanlands

Støðan í Svøríki versnar

Stokkhólm kemur skjótt at mangla seingjapláss. Mynd: Marcus Ericsson/Aftonbladet

Stokkhólm kemur skjótt at mangla seingjapláss. Mynd: Marcus Ericsson/Aftonbladet

2020-04-01 15:27 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Støðan í Svøríki gerst alsamt meira álvarsom, og nú týðir uppá, at mynduleikarnir í landinum møguliga fara at umhugsa sínar mannagongdir.

Frá týsdegi til mikudag, vaks talið av deyðum við 56 og hetta er hægsta talið higartil uppá eitt samdøgur. Samlaða talið av deyðum er nú 239, tvífalt so nógv sum í Danmark.

Aftonbladet skrivaði í gjár at væntast kann, at sjúkrahúsini í Stokkhólmi fóru at mangla seingjapláss áðrenn eina vika var farin. Stokkhólm er ringast fyri av koronasmittuni. 

Á tíðindafundi í dag bað stjórnin fólk um at avmarka seg í størri mun enn áður, men hon vil framvegis ikki leggja samfelagið niður. Hóast tað ikki í løtuni eru ætlanir um at stongja skúlar og stovnar, segði innanríkisráðharri Mikael Damberg, at møguleikin er til staðar.

- Støðan í landinum er álvarsom, smittan breiður seg, og sum vit hava ávarað um í fleiri vikur, so ganga vit nú einari tungari tíð í møti. Smittan sær út til at vera í vøkstri, og tað kemur at leggja tunga byðru á sjúkrahúsverkið. Tí er umráðandi, at vit halda okkum til tilmælini og eru heima, um vit hava sjúkutekn, segðiMikael Damberg, innanríkisráðharri. 

Í løtuni eru 4.947 staðfestir tilburðir, har 393 eru innløgd.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður