Heimatíðindi

Støðan á Barnadeildini er ikki nøktandi

mynd: Ólavur Frederiksen

mynd: Ólavur Frederiksen

2020-05-28 12:45 Author image
Bryndis Hjartardóttir

- Vit hava skerpaða fráboðanarskyldu, tá vit eru stúrin um børn. Við hesum í huga, hava vit mótmælt flytingini av barnaseingjadeildini upp á B7, stendur í viðmerkingum frá sjúkrarøktarfrøðingunum á Barnadeildini.

Fyri kortum varð Barnadeildin fyribils flutt fyri at geva pláss fyri eini koronadeild á Landssjúkrahúsinum, hóast hørð mótmæli. Nú slakan mánað eftir flytingina er málið klært til Løgtingsins Umboðsmann. Tí umstøðurnar eru ikki nøktandi, hvørki fyri børn og familjur á barnadeildini, ella sjúklingarnar á B7, har Barnadeildin í løtuni húsast.

- Vit kunnu ikki góðtaka, at nú ferð kemur á aftur virksemi á LS og ætlaðar innleggingar verða settar í verk aftur, at børnini ikki hava somu rættindi sum vaksnir sjúklingar, stendur í viðmerkingunum.

Barnadeildin flutti fyrst í mai av B5 á B7. Sostatt eru tvær deildir nú, har ein eigur at vera og hóast hurð er sett í millum, so uppliva starvsfólkini, at umstøðurnar ikki eru nøktandi fyri sjúklingarnar.   Barnaseingjadeildin húsast nú í tí endanum á B7, har allar lyftirnar og trappan er. Alt sum fer inn og út av B7 skal ígjøgnum Barnadeildina, og tað kemur meira enn so fyri, at órógv kemur í fyri bæði sjúklingarnar á B7 og tey á B5.

Umframt tað eru arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum alt annað enn nøktandi í verandi løtu. Tí frásiga sjúkrarøktafrøðinarnir sær alla fakliga ábyrgd á barnaseingjadeildini – hetta merkir, stendur í viðmerkingunum, at um eitthvørt hendir, sum vit undir givnum umstøðum ikki fáa gjørt nøktandi, so eigur stjórnin hesa ábyrgd.

Sum skilst kemur nýggj kunning frá stjórnini á Landssjúkrahúsinum í dag um nær Barnadeildin verður flutt aftur á B5.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður