Heimatíðindi

Støða verður tikin út á fyrrapartin hvussu leitað verður í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-01-14 06:56 Author image
Ingi Samuelsen

Ikki fyrr enn seinni út á fyrrapartin verður støða tikin til, um og hvussu hildið verður fram við leitingini eftir horvna ferðamanninum í Fugloy.

Vakthavandi á politistøðini sigur í morgun, at í gjárkvøldið klokkan 7 varð ein fundur – ein briefing – hildin, har tikið varð samanum hvat komið varð burtur úr leitingini. Enn er óvist um møguleiki er at leita aftur í dag.

- Tað veldst um hvat tey veðurkønu siga. Tey, sum varða av málinum setast saman á fund klokkan 9 fyri at finna fram til, hvussu farast skal fram í dag, sigur vakthavandi.

Sambært honum er ikki vist, at talan verður um at senda fólk út til gongu at leita á landi í dag.

- Oyggin er gingin á tamb uttan at nakað er funnið. Men tað eru nøkur støð í oynni við grýtutum lendi, har tað kann vera trupult at leita. Her mugu vit hava tyrluna, sum er útgjørd við hitasøkjandi útgerð. Men um líkindi verður hjá tyrluni at leita í dag, dugi eg ikki at siga enn, sigur vakthavandi.

Talan er um ein 29 ára gamlan mann úr Eysturríki, sum kom til Føroyar hósdagin. Fríggjadagin fór hann út til Fugloyar við tyrlu, og skuldi eftir ætlan av aftur oynni við Rituni seinni um dagin, men hann er ikki sæddur síðan.

Leitingin eftir manninum steðgaði tíðliga seinnapartin í gjár orsaka av veðrinum. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður