Heimatíðindi

Stjórin og nevndarformaðurin í Føroya Tele hava lagt frá sær

2020-09-04 19:48 Author image
Sveinur Tróndarson

Føroya Tele skal hava nýggjan stjóra og nýggjan nevndarformann.

Tað hava starvsfólkini fingið at vita í einum teldubrævi í kvøld, har boðað verður frá, at teir báðir, Jan Ziskasen, forstjóri, og Ómar Svavarson, nevndarformaður, hava sagt seg úr starvi.

Tað hevur Dimmalætting fingið váttað.

Orsøkin til uppsøgnina er misnøgd við kósina hjá landsstýrinum. Júst hvat henda misnøgd snýr seg um, hava vit ikki fingið innlit í, men har eru ymisk viðurskifti, sum leiðsla og eigari kunnu gerast ósamd um.

Les eisini: Jan Ziskasen: Sundurskiljingin av netinum er orsøkin

Málið um 5G-netið er eitt, men spurningurin um bygnaðin í samtakinum er eisini ein, sum saktans kann elva til trupulleikar. Samgongan hevur boðað frá, at netið skal skiljast frá móðurfelagnum, Føroya Tele, og tað hevur millum annað havt við sær, at tað, sum fyrr kallaðist FT Net, nú bara eitur Net, hevur fingið nýggja nevnd, við tí úrsliti, at pf. Nema hevur fingið fleiri nevndarlimir í nevndina, og Føroya Tele, hevur mist formanssessin í nevndini.

Jan Ziskasen hevur verið stjóri í Føroya Tele síðan november 2015. Hann tók við eftir Kristian Reinert Davidsen, sum gjørdist stjóri í grønlendska TelePost. Jan Ziskasen kom heim úr USA, har hann hevði arbeitt hjá Kraft.

Ómar Svavarson hevur verið nevndarformaður í Føroya Tele síðan juli 2015. Undan tí var hann eisini nevndarformaður í tí, sum í dag eitur Nema í fýra ár frá 2010 til 2014 og hann var nevndarlimur í sama felag fýra ár undan tí.

Dagført 20:45: Hóast uppsøgnina hevur Jan Ziskansen boðað frá, at hann verður sitandi í starvinum til nærri verður kunnað.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður