Heimatíðindi

Stella Maris Vøggustovan letur aftur

2020-06-24 12:30 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Gamla vøggustovan Stella Maris fer nú í søguna. 

Longu í 1958 byrjaðu Franciskanarasystrarnar í Havn við vøggustovuni og síðani 1965 hevur Stella Maris vøggustova hildið til í stóru sethúsunum við Varðagøtu. Umleið 45 børn eru á stovninum.

Nú hevur Tórshavnar kommunan boðað frá, at stovnurin ikki fer at taka í móti fleiri børnum, og um tvey ár verður lykilin snaraður og ljósið sløkt.

Bygningurin, sum stovnurin hevur húsast í seinastu 55 árini, krevur stóra høvuðsumvæling og byningskrøv gera, at talið av ansingarplássum á stovninum má lækkast. Bygningurin hóskar seg heldur ikki til dagstovnarvirksemi meira. 

Tað verður tí ikki longur møguligt hjá foreldrum at bóka vøggustovupláss í Stellu Maris. Ístaðin verða fleiri nýggj vøggustovupláss skipað á øðrum stovnum, skrivar kommunan. Skúlin í Kongagøtu verður umskipaður til dagstovn og lagdur afturat Miðstovninum, og eftir summarferiuna letur ein nýggj vøggustova upp í Býlingshúsinum á Flat.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður