Kjak

Steinur brestur fyri mannatungu

2020-05-14 19:30 Author image
Karin Kjølbro

Hann kom til Føroyar í 1993 at rudda upp aftan á húsagangin, fór avstað í 2005 og lat seg yvirtala til at koma aftur í 2010 - eisini til tess at rudda upp (Eik Banki). Tað er bankastjóran Jørn Astrup Hansen, hugsað verður um. Hann gjørdist týðningarmikil partur av okkara nútíðar søgu, eisini áðrenn seinnu bankaupprudding. Hóast umstríddur sum bankastjóri vóru mong hugtikin av hansara serligu gávum at orða seg bæði í skrivt og talu og áhugan fyri føroyskum samfelagsviðurskiftum. Umframt at vera serstakliga neyvur og elegantur í orðum, so var hann altíð høviskur.

Tey, ið ikki vóru samd, hildu hann verða næsadjarvan og frekan. Var hann tað, so var hann ongatíð grovur og ósakligur. Ikki tí, sum summir av okkara egnu kunnu gartera, so eru vit ikki so erkvisin, tá um grovleika í skrivt og talu ræður, men kanska júst tí er Astrup so stríggin og forbiðin. Hann er so fólkaligur, at mong argast. Honum dámar málsligan dyst uttan at vera samdur. Var altíð fúsur at siga, hvat hann helt, tá miðlarnir bóðu um samrøðu ella viðmerking. Og tað gjørdu teir ofta.

Tí var tað sera áhugavert, at hann eina einastu ferð sjálvur kallaði til tíðindafund, meðan hann var her (2004). Ørindini vóru at verja Herman Oskarsson, ið hann helt fekk eina ótolandi viðferð frá teimum, ið vóru ósamd við honum. Hann segði: Dræb ikke en sangfugl. (Sipar til skaldsøguna við sama heiti hjá amerikansku Nelle Harper Lee, ið viðger órættin móti teim littu í USA í tríatiárunum, kk). Eisini eyðnaðist Astrupi við orðum at beina fyri huldumonnum í føroyskum bløðum.

Fyri 6 mánaðum síðani kom bókin SVIK eftir Jan Lamhauge. Vit minnast hendingarnar, ið liggja aftanfyri, og bókin er ein væl undirbygd og áhugaverd framløga av tí, sum hendi, og sum Jan upplivdi hana. Søgan er so dramatisk, at hon væl kann lesast sum ein krimiskaldsøga. Tað sum kom alment fram, meðan tað hendi, var eisini dramatiskt. Tann, sum gongur á býarbókasavninum, veit, at áðrenn krúnukrímið stóð SVIK javnan á útlánshillini. Hóast nógv eintøk, er langur bíðilisti at sleppa at lána hana.

Vit liva í einum landi við talu-og skrivifrælsi - halda vit; so tað skuldi verið lagamanni at ummæla hesa bók. Tað ger fræga skald okkara Joanes Nielsen hin 3. apríl í Dimmalætting. Hann er neyvur og ágangandi, undirhaldandi og opinskaraður . Ongin hevur stevnt hann fyri injuriir, men fyrrverandi fólkaflokspolitikkarin, skúlalærarin Bjarni Djurholm gjørdist sansaleysur og fer eftir ummælaranum við runubløkum og óhumsku. Og her fær Astrup eina ferð aftrat frágreiðingina, hví fólk, bæði leik og lærd, halda seg frá at kjakast í almena rúminum í Føroyum. Tíverri má staðfestast, at støðið og dannilsi hjá summum ikki er hækkað við aldrinum.

Hevði ynskt, at Astrup alsamt var her og innkallaði til sín seinasta tíðindafund um sangfuglin Jóanes Nielsen og kjakmentan okkara 25 ár eftir, at hann sjálvboðin innkallaði til tíðindafund um viðferðina av Hermani Oskarsson.

Tað er grátuligt, at gentlemaðurin Astrup endaði sína tíð í Føroyum við  at vera stevndur fyri ærumeiðing. Orðini, sum vóru orsøkin, vóru: Kompromitterende, belastende, fornærmelse, sammensværgelse og svinestreg. Góð borgarlig orð og mjólkavatn samanborin við herferðina hjá Bjarna Djurholm móti Joanesi Nielsen.

Ein er tíðin at dansa. Astrup nærkast nú teim áttati og valdi semju við stevnaran. Lætt at skilja, tá hugsað verður um drúgva arbeiðstíðarkarmin hjá løgregluni. Vit bæði kennast ikki, men vita skal tú harra Astrup, at saknur er í tínum penni í Føroyum, og tørvurin hevur ongatíð verið størri.

Karin Kjølbro

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður