Steinprent fingið 100.000 krónur frá Tjóðbankanum

2016-06-26 17:26 Author image
Jógvan Samuelsen

Grafiski verkstaður Føroya, Steinprent, hevur um vikuskiftið fingið stóra viðurkenning fyri sítt arbeiðið.

Í vikuni kom bræv gávugrunninum hjá tjóðbankanum, Nationalbankens Jubileumsfond, sum segði, at nevndin fyri grunnin hevur gjørt av lata grafiska verkstaði Føroya eitt heiðurslegat uppá 100.000 krónur.

Tað veit Listaportalurin at siga frá á heimasíðu síni.
- Í Steinprenti eru smílini eitt sindur breiðari enn vanligt hetta vikuskiftið. Tað er altíð gott at verða virðismettur og fáa viðurkenning. Tað hevur Steinprent fingið og er æraði móttakarin av einum stórum heiðurslegati frá danska tjóðbankanum áljóðandi 100.000 krónur, stendur at lesa á www.listaportal.com.

Grunnurin hjá tjóðbankanum letur gávufæ eina ferð um árið og tað ber ikki til at søkja legatið.

Í brævinum frá nevndini í grunninum stendur skrivað soleiðis:

"Med legatet ønsker fonden at påskønne jer som en af nordens mest særegne grafiske værksteder. I har forstået at bevare håndværket i den grafiske trykkunst og samtidig formået at formidle jeres arbejde til en bred kreds via galleriet."

Steinprent var sett á stovn í 1999 og helt tá til í leigaðum hølum í eldra partinum av Listaskálanum í Gundadali. Síðan 2009 hevur grafiski verkstaður Føroya tó hildið til í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð, har umstøðurnar eru væl betur, bæði til verkstað og til framsýning, stendur á heimasíðuni hjá Steinprent.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður