Stefan Zweig endar Filmsdagarnar

Stefan Zweig endar Filmsdagarnar

2017-09-24 10:08 Author image
Innsent

Í kvøld enda Filmsdagar í Felag, sum Filmsfelagið hevur skipað fyri í Havnar Bio. Seinasti filmur byrjar klokkan 20:30, tá Knút Olsen fer at innleiða nýggja filmin um Stefan Zweig, ið hevur týska upprunaheitið Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika.

Knút hevur týtt bókina hjá Stefan Zweig, sum filmurin byggir á. Sprotin gevur hana út undir heitinumHeimurin, ið var. Bókin fæst fyri serligan prís, 300 krónur, í sambandi við sýningina.

Drúgva skaldsøgan, Heimurin, ið var, hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í allari bókmentasøguni. Eysturríkski jødin Stefan Zweig skrivaði bókina meðan hann flýddi undan nasismuni og endaði í Brasil. Í februar í 1942 sendi hann lidna handritið til forleggjaran, og dagin eftir tók hann sítt egna lív saman við konu síni. Lívið sum flóttafólk hóvaði honum ikki og hann toldi ikki at síggja hugsjónina um fríðarliga og siðmentaða Evropa fara fyri bakka.

Nýggi filmurin um seinasta skeiðið í lívi Stefan Zweigs hevur í ár fingið bayersku filmsvirðislønina fyri ta leikstjórn, sum týska Maria Schrader stóð fyri. Høvuðsleikarin, Josef Hader, ið er millum kendastu skemtarar í Eysturríki, hevur fingið týsku ummælaravirðislønina fyri leiklutin sum hin álvarsami og sorgblíði Stefan Zweig. Í filminum sýggja vit eisini Barbara Sukowa sum fyrru konu Zweigs, Friderike. Barbara Sukowa spældi við í Fassbinder-filmum, sum gamla Filmsfelagið plagdi at vísa. Hon spældi eisini Hannah Arendt í filminum hjá Margarethu von Trotta frá 2012, sum Norðurlandahúsið vísti herfyri.


Erik Clausen um at eldast

Seinasti filmur í røðini Eldrabio er hin nýggjasti hjá Erik Clausen, sum hevur danska heitið Aldrig mere i morgen. Erik Clausen, sum er 75 ára gamal, hevur í seinastu filmunum viðgjørt tað at eldast og at missa minnið. Stílurin er sum vant sosialrealistiskur við ertandi skemti, hóast evnið verður borið fram í størsta álvara. Aldrig mere i morgen verður sýndur í Havnar Bio í dag klokkan 18:15.

Atgongumerki til Filmsdagar í Felag fáast á netinum og við dyrnar í biografinum. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru opnar og almennar.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður