Heimatíðindi

Swangah um iLLtonkt: Hetta er nakað, vit brenna fyri

2019-03-12 10:40 Author image
Turið Justinussen

Fríggjadagin í farnu viku, almannakunngjørdi føroyski rappbólkurin, Swangah, fyrsta partin av iLLtonkt og móttøkan hevur verið avbera góð

iLLtonkt er tann fyrsti føroyski munnhøgg-pallurin, og tað eru menninir í bólkinum, Swangah, Ragnar Davidsen, Steen Rói Lorenzen og Eyðun Müller Thomsen, sum eiga hugskotið.

Síðsta fríggjadag varð tann fyrsti munnhøgg-dysturin í røðini almannakunngjørdur, og framyvir verður ein nýggjur partur lagdur út á Youtube-vangan hjá Swangah annað hvønn fríggjadag.

- Móttøkan og stuðulin hevur verið sera góður. Nógv betri enn væntað, sigur Steen Rói Lorenzen í samrøðu við Dimmalætting. 

[object Object]

Óvæntaðir brellbitar
Munnhøgg-dystirnir eru dystir, ið eru bandaðir frammanundan við munnhøggi, sum teir, ið dystast, somuleiðis hava fyrireikað frammanundan. 

Síðsta summar og á jólum, skipaði Swangah nevniliga fyri tiltaki, har bæði áskoðarir og munnhøggarir hittust til dystin fús. 

- Tað gekk fyri seg handan afturlatnar dyr, men fyri at fáa fólk at tosa eitt sindur, var tað við rættiliga tilvildarligum fólki sum áskoðarir og ikki bert fólki, vit kenna, sigur Steen Rói Lorenzen í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Fyri at halda áhugan og forvitnið hjá fólki vakið, fara vit at koma við onkrum óvæntaðum visuellum brellbitum uppímillum, eitt nú avdúka, hvør skal dystast næstu ferð, og vit í Swangah fara sjálvir at umrøða og ummæla dystirnar, aftaná fólk hava atkvøtt, og ein vinnari er kosin, sigur Steen Rói Lorenzen, ið er takksamur fyri jaligu afturmeldingarnar.

Eftir kunngerðina av einum dysti, kunnu fólk í seks dagar atkvøða fyri munnhøggaranum, tey halda hevði yvirlutan. Sostatt verður ein vinnari funnin.

Bjartskygdar vónir
Almenningurin hevur tikið betri ímóti iLLtonkt enn væntað, og fólk hava eitt nú eftirspurt beinleiðis munnhøgg. 

Uttan at avdúka ov nógv, greiðir Steen Rói Lorenzen frá, at umframt ætlanina at skipa fyri einum tílíkum tiltaki afturat, har munnhøgg-dystir verða bandaðir til kunnngerð seinni, hevur Swangah í hyggju at skipa fyri beinleiðis munnhøggi í summar. 

- Trýstið er størri, tá munnhøggið er live, og vit mugu halda eitt ávíst støði og eina ávísa góðsku. Tað kundi tí til dømis verið beinleiðis dystir ímillum kosnu vinnararnar. 

Tað eru fyriskipararnir og menninir í Swangah, ið higartil hava funnið fólk og sett tey saman soleiðis, sum teir hugsa, kundi verið ein áhugaverdur dystur.

- Vónandi verður tað so, at fólk fara at ynskja, hvønn tey vilja síggja dystast, sigur Steen Rói Lorenzen og letur frætta, at aftaná fyrsti partur síðsta fríggjadag varð kunngjørdur á Youtube, hava nógv fólk vent sær til teirra við ynski um at munnhøggast. 

Spurdur um, um kvinnur eisini hava hug og dirvi at munnhøggast, svarar Steen Rói Lorenzen soleiðis:

- Vit hava tosað við onkra, sum tykist at vera við uppá tað.

Áhugin dregur verkið
- Aftaná vit hava spælt, eru fólk viðhvørt komin yvir til okkum og hava sagt, at tey hava ymiskt tilfar heima, tey hava skrivað, og eg havi ongantíð skilt, hví tey so ikki hava gjørt meira við tað. Illtonkt er ætlað at vera ein møguleiki og pallur fyri hesi, sigur Steen Rói Lorenzen og greiðir frá, at hetta er eitt hugskot, teir leingi hava arbeitt við. 

- Hetta er nakað, vit brenna fyri, sum er sprottið úr okkara kærleika til sjangruna. Tað er eisini tí, vit sjálvir byrjaðu at rappa sigur Steen Rói Lorenzen afturat. 

[object Object]Swangah: Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen (Mynd: tutlrecords.com)

Sum partur av eini størri mynd, er iLLtonkt ætlað sum undirhald, ið samstundis skal menna og førka føroyskt mál og mentan, og tað er greitt, at hetta er nakað, teir brenna fyri. Swangah-menninir hava tó nógv um oyruni og kunnu ikki víga alla teirra tíð til prosjektið, tí gerandisdagurin pliktar, og eisini eru teir í løtuni í takferð við at innspæla eina nýggja fløgu.

Fyrsti partur av iLLtonkt sæst á Youtube vanganum hjá Swangah her

Á Facebook síðuni hjá iLLtonkt ber til at atkvøða

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður