Starvsmannafelagið: Bjørg Jacobsen nýggj í nevndini

2017-03-05 14:51 Author image
Simona Midjord

Leygardagin hevði Starvsmannafelagið aðalfund, har nevndarval var á skránni. Tveir nevndarsessir stóðu fyri vali, og nýggj í nevndini er Bjørg Jacobsen, sum starvast hjá Føroya Tele. Hon er komin í nevndina fyri næstformannin Niels á Reynatúgvu, sum nú hevði sitið í tríggjar setur og tí sambært viðtøkunum hjá felagnum ikki kundi stilla upp aftur. Hin nevndarsessin fekk Svend Åge Seloy, sum starvast á Landssjúkrahúsinum. Hann varð afturvaldur.

Bjørg Jacobsen varð fyrstvald við 131 atkvøðum, og Svend Åge Seloy varð næstvaldur við 96 atkvøðum. Harumframt vórðu Alma Hansen, sum starvast hjá Tórshavnar kommunu, og Rúni Lisberg, sum starvast hjá Strandferðsluni, vald sum ávikavist 1. og 2. tiltakslimur.

Nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum verða valdir fyri trý ár ísenn.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður