Standa í langari røð fyri at keypa bók um Trump

Mynd: Skynews.com

Standa í langari røð fyri at keypa bók um Trump

2018-01-05 16:20 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað fær ein at minnast tíðina, tá ein nýggj Harry Potter bók var komin út. Tá stillaðu børn um allan heim seg tolin at bíða í langum røðum uttanfyri bókahandlar, fyri at vera millum tey fyrstu at fáa nýggju bókina.
Soleiðis var skilið eisini í nátt, men tað snúði seg ikki um eina Harry Potter bók. Talan er um nýggju bókina eftir blaðmannin, Micheal Wolff, sum greiðir frá støðuni handan leiktjøldini í Hvíta Húsinum og hjá fyrisitingini hjá Donald Trump.

Bókin avdúkar, eftir sigandi, eina rúgvu av hendingum ið eru farnar fram millum starvsfólk og Trump familjuna. Beinleiðis brot av samrøðum og útsøgnum frá, millum annað, fyrrverandi yvir-strateginum hjá Donald Trump, Steve Bannon, eru eisini at lesa um í bókini. Tað eru serliga útsøgnirnar hjá Bannon, ið hevur skapt stóru umtaluna um bókina. Útsøgnirnar hjá Bannon hava nevniliga fingið øði í Trump og hevur fingið hann at hótta Bannon við einum sakarmáli. Sjálvur sigur Trump, at bókin er tann bera lygn.

Bókin er longu flogin upp á listanum yvir ein av mest for-bíløgdu bókum á Amazon nakrantíð.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður