ST um flóttafólk: Vit mugu ikki missa mótið

2016-06-20 15:07 Author image
Dimma

- Vit mugu ikki missa hugdirvið. Tað hevur ongantíð verið meira neyðugt enn nú at tosa saman og skapa loysnir fyri tey, sum flýggja.

Soleiðis sigur Filippo Grandi, hákommiserur í flóttafólkamálum, sum stendur á odda fyri UNHCR í Sameindu Tjóðum, á tíðindafundi, nú altjóða flóttafólkadegur er.

ST hevur kunngjørt í einari frágreiðing um flóttafólk, sum sigur, at ongantíð áður eru skrásett so nógv flóttafólk, og at talið nú er komið væl upp um 60 milliónir flóttafólk.

- Flóttafólkini, sum koma til strendurnar í ES, koma við tí boðskapi, at um vit ikki loysa trupulleikarnar, so koma skjótt uppaftur størri trupulleikar hendanvegin. Hetta er ein sterkur og pínufullur boðskapur, sigur Filippo Grandi.

Hákommiserurin í flóttafólkamálum í ST, Filippo Grandi, mælir heimsins leiðarum til at síggja álvaran í støðuni. Neyðugt er at økja samstarvið og taka eina felags ábyrgd fyri flóttafólkakreppuna, sum herjar um heimin.

Flóttafólkakreppan hevur sett dagsskránna í ES, og hon hevur eisini givið víðgongdum felagsskapum vind í seglini.

- Leiðararnir í ES mugu gera meira fyri at samskipa politikk og átøk, og teir mugu stríðast ímóti einfaldum áskoðanum, sum skapa fremmandahatur, sigur Filippo Grandi.

Samstundis vísir hann á tann veruleika, at tað er ikki í Evropa, at flóttafólkini eru flest. Tvørturímóti vísir UNHCR á, at 86 prosent av heimsins flóttafólkum eru í londum við lágum inntøkum langt frá landamørkunum í Evropa. Onkrastaðni millum 2,5 og 10 prosent av flóttafólkunum eru at finna í Evropa, alt eftir hvussu tað verður gjørt upp.

- Hetta er í andsøgn við tað, sum ríku londini halda, sigur Filippo Grandi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður