ST fegnast um, at Føroyar taka undir við sáttmálaískoyti

Mynd: Visualhunt

ST fegnast um, at Føroyar taka undir við sáttmálaískoyti

2017-09-18 10:30 Author image
Innsent

Føroyar vóru til hoyring hjá ST í farnu viku í sambandi við sáttmálan um barnarættindi, sum hevur verið í gildið fyri Føroyar síðani 1993. Hoyringin fór fram í Geneve á høvuðssætinum hjá hákommiserinum hjá ST fyri mannarættindum.

Føroyar lótu í 2016 frágreiðing til ST, um hvussu rættindini sambært sáttmálanum verða tryggjaði í Føroyum. Hoyringin tók støði í hesi frágreiðing, og millum annað eisini skuggafrágreiðing frá Barnabata. 

Serfrøðinganevndin fegnaðist um, at Føroyar síðani seinastu hoyring hava tikið undir við sáttmálaískoytinum um at basa barnasølu, barnaprostitión og barnapornografi.  

Nevndin var áhugað í at hoyra nærri um íverksetan av ískoytissáttmálanum, og hevði eisini spurningar um  barnafátækradømi, kynsliga misnýtslu, fosturtøku, lóggávu at basa mismuni og atgongd há børnum til telefoniska ráðgeving.  

Niðurstøður og tilmæli frá serfrøðinganevndini verða almannakunngjørd í næstum og verða løgd á heimasíðuna hjá bæði Almannamálaráðnum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Umboð fyri Almannamálaráðið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið umboðaðu Føroyar til hoyringina.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður