Kjak

Spanska sjúka - farsóttin mikla

2020-04-18 19:13 Author image
Martin Fjallstein

Ein epidemi, ein landfarsótt, fór um lond í 1918-1919. Hon gjørdi nógv um seg, men um sama mundið var heimsbardagi, so sjúkan fór mest sum í gloymibókina t.d. her í Danmark, men eisini aðrastaðni. Seinnu árini hava tó nøkur donsk fólk funnið hesa epidemiina framaftur og skrivað ritgerðir um hana eins og onkur í Føroyum hevur sagt frá henni og fjølmiðlarnir hava havt minnissendingar, nú 100 ár eru liðin. Tað vísir seg, at henda farsóttin tók nógv lív í Europa, USA, India og Japan. Kanska eini 50 miljónir fólk doyðu.

Serstakliga greinin, sum stendur í danska tíðarritinum Marstal Søfartsmuseum, Årbog 2018, ”Den spanske syge på Ærø”, hugtók meg og fekk meg at ógvast við. Smittan, sum kom hagar og víðahvar í tveimum bylgjum, í juli og í november, tók fleiri mannalív enn alt tað herfólkið, sum doyði í bardøgum á vígvøllunum. Spanska sjúka var hin eirindaleysi og ósjónligi fíggindin tað síðsta árið í fyrra heimsbardaga.

Sjúkan kallast Spanska sjúka ella Hin spanska sjúkan, men mett verður, at smittan, sum tók seg upp í mars 1918 í USA, kom við herfólkinum haðani til Europa, Asia og Afrika. Í juni kom smittan til Danmarkar og gjørdi bart í juli og aftur í november og triðju ferð í januar og til mars í 1920! Mett verður, at helvtin av danska fólkinum, sum var um 3,1 miljón, varð smittað, tá ið tann triðja bylgjan var av í apríl 1920, og um 15-18.000 fólk í Danmark doyðu av sjúkuni.

Í oktober kom ferðamannaskipið Botnia úr Keypmannahavn til Reykjavíkar og hevði henda ”blinda ferðamannin” umborð. Av teimum 14.000 í býnum løgdust næstu fáu vikurnar 11-12.000 sjúk. Umleið 260 fólk í Íslandi doyðu av sjúkuni.

Upplýsingar frá landslæknastovninum
Eg havi hugt í føroyskar søgubøkur t.d. havnarbøkurnar, klaksvíksbøkurnar, gjáarbøkurnar, yvirlit í Varðanum og í Færøerne Hvornår skete det i 1000 år, men havi einki funnið um Sponsku sjúku, og einki er skrivað í Leirvíkar bygdarsøgu um hesa ógvisligu influensuna uttan í 6. bind um nøkur, sum vóru sjúk av Spansku sjúku í 1948 og 1949. Tað er eitt mistak! Tá gekk ein onnur umfarssjúka. Eg vendi mær tí til Landslæknan og spurdi, um stovnurin hevði nakra ritgerð, grein ella annað um sponsku sjúkuna í Føroyum í 1918-1919. Stutt eftir fekk eg upplýsingar frá Landslæknanum um støðuna í 1918 og 1918 viðvíkjandi sjúkum og serliga sponsku sjúku.

Eini 20.400 fólk búðu í Føroyum við ársenda 1918. Fiskiskapurin var stak góður, og tað varð tí ikki gjørt sum mest burtur úr landbúnaðinum. Summarið var harafturat vátt og skerdi avgrøðina. Tí var lítið av mjólk, men tað batti, at børn fingu bróst til tvey ára aldur. - Bretsku trolararnir høvdu ikki roynt undir Føroyum undir krígnum, so rúmsátt var hjá føroyska fiskiflotanum, og nú var nógvur fiskur á grunnunum. Fólk á sjógvi og landi høvdu tí arbeiði og pening at keypa fyri.

Landslæknastovnurin skrásetti allar sjúkur og deyðsføll. Her sæst, at 19 fólk doyðu av tuberklum og 11 av krabbameini. Men eins og aðrastaðni hevði influensa gjørt meira um seg enn vanligt var. Tað vóru fráboðað 1160 sjúk móti 340 í 1917, men nógv fleiri høvdu verið sjúk, metir stovnurin. Bert í Havn við 2000 fólkum visti stovnurin um 1288 smittað, sum var um 64%.

Í juni-august høvdu nøkur influensuna, men tá ið ein smittaður kolanámsmaður kom í oktober, gjørdi influensan bart í Havn og fór út á bygd. Har vóru fólk meira varin og settu ymsi tiltøk í verk at forða smittuspjaðingini t.d. við sóttarhaldi (isolatión) og forboðum. Mett verður, at Spanska sjúka var mild í Føroyum og tók tí ikki so nógv lív sum aðrastaðni. Til samans doyðu 13 fólk í 1918, sum var 1,1% av fólkinum.

Í 1919 var mest sum avhasað eftir landfarsóttina í 1918 - den store Epidemi. Tó var týðiligt í januar 1919, at enn var hon ikki burtur. Hetta árið varð fráboðað, at 119 høvdu havt influensuna ímóti 1158 í 1918. Tey flestu høvdu verið sjúk í januar, men tá sást lítið og einki til influensuna úti á bygd. Heilsustøðan í landinum var góð, staðfesti landslæknastovnurin.        

Spanska sjúka rakti Háskúlan
Eg leitaði eftir onkrum og hugdi í minnisritið ”Føroya Fólkaháskúli 1899-1949” og var dátt við. Skúlin varð meint raktur av Sponsku sjúku. Har stendur um hesini árini: 

”Veturin 1918-19 kom hin spanska sjúkan, og so nær sum allir næmingarnir vórðu sjúkir - teir vóru 33 í tali hendan vetur. Tá var standurin ringur. Tíbetur fingu lærararnir ikki sjúkuna í hesari syftu, so teir máttu vera um hendan sjúka mannahóp. Illa mundi tó gingið, um ikki teir, ið ringastir vóru, høvdu fingið pláss á sjúkrahúsinum; 12 vórður bornir hagar oman. At halda skúla var ikki hugsandi um. Allir næmingarnir komu tó undan við lívi, men 3 vóru so illa farnir, at teir komu ikki aftur á skúlan. Í meira enn 3 vikur var eingin skúli hendan veturin.”

 

Bløðini, Dimmalætting og Tingakrossur, høvdu sjálvdan nógv tíðindi  um sjúkuna
Uttan aðra viðgerð verður her greitt frá tí, sum stóð í Dimmu og Tingakrossi frá juli 1918 til februar 1919, og her kunna vit sjálvi meta um tíðindaflutningin tá á døgum. Vit skula hava í huga, at fyrri heimsbardagin var ikki enn hildin uppat, so har var oljutrot, petroliumstrot umframt læknatrot og eitt ótímans heilsuverk. Vit leggja til merkis, at hóast 100 ár eru ímillum Sponsku sjúku og Corona smittuna, so er so mangt, sum líkist: eingin heilivágur, eingin vaccinatión, sóttarhald, stongdir skúlar, ávarðingar og forboð, og heilsuverkið lítið framkomið og fáment. Fólk stúrdu, men vit síggja eisini, at fólk vóru beinasom, hjálptu og góvu mat og útgerð eins og nú í 2020.

 

Av tí at har var so nógv annað, sum troðkaði á í 1918-19, havi eg viðhvørt tikið tað við og sett tað eitt sindur innrykt, soleiðis sum tit síggja tað longu 13. juli.

Dimmalætting (Dimma) 13. juli 1918

  • Avtala er gjørd við Amerika um at fáa 5000 føt av petroleum, sum er goldin, og nú verður roynt at fáa útflutningsloyvi til Føroya. Motorbátarnir brúktu petroleum, og fleiri máttu liggja, tí hetta ikki var at fáa. Eisini gleddust fólk um at koma av aftur við lýsilampurnar.

Dimmalætting 20. juli 1918
Tíðindi fingin úr Keypmannahavn: Spanska sjúkan ella influenca-epidemiin mennist í Danmark. Álvarsom kolera-epidemi gongur í Stokkhólmi.

Dimmalætting 24. juli 1918
Greitt verður frá, at nýggj umfarsótt er farin at ganga, og av tí hon kom úr Spania, kallast hon ”Hin spanska sjúkan”. Hildið varð, at hetta var influensa, tí hon líktist og bar seg at sum influensa. Men líkt er til, at sjúkan ikki stendst av influensa-bakterium, og er tí  ein nýggj sjúka. Hon smittar sera illa, og í Danmark vóru aftur fleiri smittað. Í Oslo vórðu 50 (post-)funktionerar smittaðir ísenn. Hildið verður tí, at smittan verður borin við brøvum og avísum. Sjúkan er ikki drúgv, men í londum t.d. Týsklandi og Fraklandi, har fólk vegna vánaligan kost og mattrot hava lítla mótstøðumegi, hevur sjúkan verið álvarsamari hjá teimum.

Úr Keypmannahavn frættist 24. juli, at 4000 fólk vórðu vorðin sjúk av sSonsku sjúku í farnu vikuni!

Dimma viðmerkir 27. juli, at nú øtast fólk heima, og nógvar søgur og leysatíðindi eru farin at ganga um hesa álvarsomu sjúkuna: Onkur small um, annar doyði …

  • Einki verður skrivað um Spansku sjúku í august, men Dimma veit 28. august at siga, at nú beint var kaðalslit stutt úr Føroyum millum Føroya og Hetlands. Tað kundi ganga drúgv tíð at fáa hetta samband aftur í rættlag, sum Ísland og Føroyar høvdu mist og sum var vorðið av so stórum týdningi hjá teimum bæði viðv. handli og tíðindaflutningi. - 13. september var kaðalin aftur í lagi.

Dimmalætting týsdagin 25. september 1918
Eirikur prinsur í Svøríki doyði av Sponsku sjúku. (Bert hetta hevur staðið um sjúkuna í august og september).

Dimmalætting leygardagin 28. september 1918

  • Petroliumsneyðin hevði gjørt, at menn stúrdu fyri, at allir motorbátarnir máttu liggja várróðurin 1918. Petroliumstrot var longu á vári 1917, men tá mælti ein klaksvíkingur, sum æt Axel Olsen, til at brúka lýsi (tran) ístaðin. Tað hildu menn lítið um. Men 9. juni sama árið royndi postbáturin til Fugloyar og Svínoyar henda møguleikan, tí tá hevði heldur ikki postbáturin petroleum eftir, og mátti gevast at sigla. Tað eydnaðist so væl at brúka lýsi, at tá tóku aðrir eftir. Hetta gjørdi at várróðurin í 1918 eydnaðist sera væl, góður fiskiskapur og góð úrtøka. Ongantíð áður hava føroysku motorbátarnir ført so nógvan fisk til lands sum hetta várið við lýsi sum brennievni. Fimm klaksvíkingar, sum skriva tíðindastubba, meta, at Axel Olsen átti at fingið heiðursbræv fyri sítt avrik, sum var øllum landinum til frama.

 

Dimma 3. oktober 1918

  • Leirvíks-Jóannes hevur takkarlýsing, sum er dagfest 30. september. Hann takkar klaksvíkingum og fuglfirðingum, sum leygarkvøldið undan í illveðrinum høvdu leitað eftir honum, tá ið báturin, sum motorbáturin sleipaði, sleit endan og rak fyri vág og vind í óveðrinum. Hann takkar serliga húsamonnum, sum bjargaði honum, og Jógvani bónda á Heyggi fyri innivist og blíðskap. Eisini sýslumaðurin í Klaksvík fær takk. Í lýsingini gloymdi Jóannes bygdarmenninar. Tað var ein misskiljing, skrivar hann í nýggjari lýsing og takkar bygdarmonnunum, ”lervigsmænd”, hjartaliga fyri, at teir høvdu gjørt tað, teir kundu at bjarga honum. (Báturin var ein motorbátur hjá Jóannesi, men enn var motorurin ikki settur í, og tí sleipaðu teir. Jóannes var umborð á tí motorleysa bátinum, sum rak fyri vág og vind).

 

Dimma leygardagin 12. oktober 1918
Tíðindi úr Keypmannahavn: Spanska sjúka versnar. Skúlarnir eru stongdir

Dimma týsdagin 15. oktober:
Telegram frá Kbh daterað 15. okt. Spanska sjúka ger um seg í Svøríki, sum heitir á Danmark um læknar og sjúkrasystrar. 35.000 soldatar vóru smittaðir. Fleiri og fleiri danskarar verða eisini smittaðir.
Dimma upplýsir, at tann fyrsti í Føroyum gjørdist sjúkur í juli mánað og smittan breiddi seg skjótt í Havnini, men hon var mild og vardi stutt. Smittan var mest í teimum stóru bygdunum. Heerup lækni upplýsir, at tann síðsti var sjúkur fyri uml. 3 vikum síðani, og henda farsóttin nú helst var steðgað í Føroyum. Farsóttin herjar í útlandinum og tí vil vera gott at seta tiltøk í verk, sum gera, at farsóttin ikki kemur aftur til Føroya.

Summarið var vátt og tí fingu mong vánaligt torv hetta summarið. Petroleum var enn ikki komið, so fáir motorbátar kundu vera í drift. Nógvur fiskur var at fáa, men líkindini vánalig hjá árabátunum, fáir fiskidagar. Lýsilampurnar eru aftur í brúki.  19. oktober veit Dimma at siga, at nú vóru tey 5000 føtini við petroleum komin til Føroya.

Dimma leygardagin 19. oktober 1918
       -      Vápnahvíld verður so við og við fingin ílag, men samstundis tapa týskarar alt meira á hermótunum.

  • Amerikumenn hava 1 miljón hermenn í Europa og fleiri fara at koma.
  • Katla, tað størsta gosfjallið í Íslandi, fór at goysa 12. oktober. Eitt skifti var so nógv øska í luftini, at tú valla fekst lisið avísina í dagslýsi í Reykjavík.
  • Lýsing

Nordan-motorurin verður lanceraður. Hann kann bæði nýta lýsi, olju og petroleum. Hans Arge í Havn umboðar hann. Fyrr hava verið fleiri lýsingar við Dan-motorinum, sum kann tað sama. Ein annar motorur, sum kallast Archimedes verður eisini introduceraður.

Dimma týsdagin 26. oktober
Ein føroyingur niðri er deyður av influensa (Sponsku sjúku)

  • Petroliumsføtini verða seld: Hvørt húski fær 12 litur/mánað okt.-mars, móti at vísa petroliumskortið. Keypmenninir selja fyri 45 oyru liturin. Motorbátarnir fáa eitt fat pr. hestakraft. Eisini teir fáa kort og kunna bert keypa føtini í Havn og á Tvøroyri. Petroleum fekst bíliga, men fraktin til Føroya var dupult so dýr sum vøran. Sambært dýrtíðarlógina lat danski ríkiskassin 200.000 kr. í studningi til ljós og brenni í Føroyum.
    Nógv onnur vøra var eisini komin úr Amerika: m.a. kaffi, bygg og manilla. Men einki tubakk kom, og tí royktu menn hømuli og annað, sum gav nógvan og raman royk í krambúðunum…
  • Fólk brúka karbidlampur og lýsilampur, til petrolium er komið. Farvæl-yrking til lýsilampuna stendur í Dimmu 6. november.

Dimma fríggjadagin 1. november
Farsóttin/influensan herjar í Svøríki, Danmark og Noregi. Nøkur fáa eisini lungnabruna, men bert fá doyggja av hesi sjúku. Í Havn eru aftur nøkur, sum hava fingið influensu, men væntandi seta myndugleikarnir tiltøk í verk, sum kunna avmarka smittuna.

Dimma mikudagin 6. november
Telegramm úr Keypmannahav upplýsir, at Spanska sjúka har er farin at linka.

  • Fyrsti heimsbardagi er um at vera av og friðarsamráðingarnar væntandi skjótt lidnar. Svenski handilsflotin hevur mist 172 skip og 210 sjófólk eru farin, og tann norski hevur mist 824 skip og 1024 sjófólk farin við teimum.

Dimma leygardagin 9. november

Yvirlýsing á forsíðuni:
”Vejledning til befolkningen under influenzaepedemien.”

Her verður gjølla sagt frá, hvussu sjúkan smittar og hvørjar atgerðir, fólk skula hava, sum røkja tey sjúku. Tann sjúki skal fara í song og vera har í tveir dagar eftir, at feburin er farin, og innandura 3-4 dagar afturat.

Farsóttin hevur gjørt nógv um seg hetta heystið í Norðanlondum, serstakliga í Svøríki, har nógv eru deyð í teimum størru býunum. Í Keypmannahavn var farsóttin verst síðst í oktober, tá ið eina viku 14.185 fólk gjørdust sjúk og 240 doyðu. Í París hava tey funnið heilivág/eitt serum móti lungnabrunanum, sum er atvoldin til at fólk doyggja. Í Havn er smittan aftur farin at ganga, men tykist vera mild.

Dimma mánadagin 11. november
Í greinastubba verður sagt frá, at í minsta lagi ein fimtingur av býnum(Havnin) hevur ta síðstu vikuna verið raktur av Sponsku sjúku, í summum húsum øll ísenn. Býráðið hevur innrættað eitt fyribils sjúkrahús á Skálatrøð, og beinasom fólk hava latið tí seingjarútgerð, dýnur og koddar.. Har eru 10 seingjarpláss, har tey sjúkastu lógu ella fóru á Hospitalið. Eisini Heerup lækni, sum var einasti læknin í býnum, hevði verið sjúkur, men nú var hann aftur til arbeiðis og úti hjá sjúkum fólki.

Farsóttin hevur ikki verið hørð, tó hava nøkur verið rættiliga sjúk og fingið lungnabruna, nøkur sera álvarsligan. Dagin fyri, also 10. november, doyði ein ungur suðringur, navigatørur, av hesi sjúkuni.

Í Keypmannahavn er sjúkan mest sum avhasað, sjónleikarahús hava aftur opið, og nakrir skúlar eru eisini farnir aftur til verka.

  • Vápnahvíld var fingin í lag við Týskland, sum skal av við meginpartin av síni hernaðarútgerð: artillarí, flogfør, kavbátar, herskip o.a... Týski keisarin flýggjar til Hollands.
  • Í Hvalba er einki kol goymt til fiskiskipini!
  • Ensku trolararnir loysa aftur og koma undir Føroyar at royna.
  • Deksbátar og opnir bátar hava fiskað væl í heyst, men nú eru vánalig líkindi, so illa ber til.-- Kornskurðurin á Viðareiði sera góður, men sdpilla komin í eplini.
  • Eldgosið Katla (t.e. Heksin) í Íslandi sprænir og goysir, brestir og fýsir øsku um alt landið – hon minnir um øgiligar krígsatgerðir ella meira enn tað…

Dimma mikudagin 20. november
Spanska sjúkan hevur gjørt nógv um seg í Íslandi tíggju teir síðstu 10 dagarnar. Allir skúlar, nógvar skrivstovur og handlar erustongd. Eingin avís er útkomin ta síðstu vikuna, bert nakrir flogseðlar. Bløðini fara at koma út aftur í morgin. Barnaskúlar eru innrættaðir til sjúkrahús, og nógv eru deyð av sjúkuni.

Í Havnini er sjúkan ment í styrki, og síðstu fýra dagarnar eru 5 fólk deyð av henni. Læknin metir, at meira enn helmingurin av fólkinum í býnum, vóru ella høvdu verið sjúk, so nú man sjúkan fara at linka.

 Sjúkrasystrarnar á Hospitalinum hava eisini tikið sær av húsinum á Skálatrøð og gjørt stórarbeiði. Nakar av sjúkrasystrunum eru rakrar av sjúkuni, og tí mátti Hospitalið lýsa eftir nøkrum ófaklærdum kvinnum. Beinasom fólk við offurvilja hava eisini lætt nógv um við útgerð o.ø.

Tað er vorðið týðiligt, hvussu vánaligar umstøðurnar eru á Hospitalinum, og hvussu lítið tey fáa gjørt, tá ið so álvarsamar umfarsjúkur gera um seg. Tí verður vónað, at skjótt verður nýtt hospital bygt. Øgiligt at gera hjá hjá læknanum, men hann hevur nátt øll tey, sum hava havt brúk fyri læknahjálp. Honum nýttist ikki at fara út á bygd, tí har vóru heilsuumstøðurnar so góðar, at bert hendinga fólk fingu sjúkuna og gjørdust álvarsliga sjúk.   

Dimma leygardagin 23. november
Blaðið hevur samrøðu við Heerup lækna, sum er einsamallur lækni í Havn. Hann nær tó tað mesta. Í eitt hálvt ár hevur verið søkt eftir einum lækna afturat, men hóast lønin er góð, hevur eingin søkt. Men nú kríggið er av, fer kanska at broytast.
Síðstu vikuna eru 5 fólk deyð, so nú eru 7 deyð. Fólk eru nú stúrin, tí hvør verður tann næsti? Fólk í góðum aldri, menn  og kvinnur doyggja. Eini 30 fólk hava fingið lungnabruna, sum ger sjúkuna vandamikla. Enn liggja 8 fólk við lungnabruna á Skálatrøð. Eini 5-7 starvsfólk á Hospitalinum eru sjúk, men tað er eydnast at fáa onnur at hjálpa. Fólk eru sera beinasom.

Nú tykist henda farsóttin at vera av, tí nú eru bert fá, sum eru sjúk. Nógv gjørdust sjúk, tí tey fóru á gátt, har sjúk fólk vóru. Tað ráddi um at halda seg burtur. Sjúkan smittar sera illa við andadráttinum og ymsum, vit røra við. Nøkur fá fáa sjúkuna tvær ferðir, men vanliga eru tey immun, tá ið tey hava havt hana. Hetta er á sama hátt sum við pokunum og tyfusi. Men fólk, sum hava verið sjúk, kunna smitta onnur, og tí skula tey vera innandura 3-4 dagar, eftir at tey eru feburfrí. Frísk fólk eiga at fara út at ganga… Eisini á bygd eru nøkur smittað, og vandi er fyri, at sjúkan har nú kann fara at breiða seg. Eingin heilivágur er móti hesi sjúkuni. Gott reinføri, umhygni og líknandi er tað frægasta.

Dimma týsdagin 26. nov.
Ein lýsing í blaðnum

”Advarsel. For at undgå den Spanske syge, som synes at være særlig ondartet, vil vi henstille til folk fra andre bygder ikke at komme til bygderne Funding og Gjov, ligeledes vil vi henstille, at ikke nogen af Fundings eller Gjovs beboere rejser til andre bygder.

Funding 25. november 1918. Forstanderskabet for Funding Sogn.”

Dimma mikudagin 27. november
Nú eru bert fá sjúk í Havn, men smittan ger um seg inni á Skálafjørðinum og í Sundalagnum. Fólk har gerast ikki so álvarsliga sjúk sum í Nólsoy, har stóð um lív hjá fleiri, men eingin doyði. Í Havn vóru 7 fólk deyð, 4 konur, ein navigatørnæmingur úr Hvalba, ein timburmaður og eitt ½ ára gamalt barn. Minningarorð eru eisini um keypmannin Sigfus Bergmann á Hafnarfirði, sum eisini varð deyður av Sponsku sjúku.

Dimma leygardagin 30. november
Enn eru nøkur sjúk, og 14 liggja á Skálatrøð. Í Nólsoy var var ein ungur maður deyður av sjúkuni, og á Tvøroyri ein. Við verjuskipinum, sum nú fór úr Keypmannahavn, var ein lækni og ein sjúkrasystir á veg til Føroya.

Spanska sjúka var í ymsum bygdum við Skálafjørðin, har fólk á Toftum høvdu verið álvarsliga sjúk, men enn var sjúkan ikki komin til Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu.

  • 15 motorbátar róðu út í Vestmanna fiskaðu væl og fiskaprísur góður, men 29. november var ódn í brimi, so sandavágsbátar og aðrir máttu seta upp aðrastaðni. Eisini í Fuglafirði róðu motorbátar út og fiskaðu væl, 3-400 krónur upp á dagin.

Dimma mikudagin 4. desember
Læknin metir, at nú er Spanska sjúka í Havnini avhasað. Í Nes sókn vóru nógv vorðin sjúk og fleiri fingið lungnabruna. Nú var Spanska sjúka eisini komin til Leirvíkar og Gøtu, og í báðum bygdunum vóru eini 30-40 fólk vorðin sjúk. Enn var Spanska sjúka ikki komin til Norðoyggjar, har so góður fiskiskapur var, sum eingin minnist betri.

  • Eitt enskt motorskip kom við salti og fór avstaðaftur við saltfiski. Men trolarar eru nú komnir aftur á grunnarnar.
  • Dagin fyri( also 3. desember) fór Marstal-skipið Husavik av Havnini, men rak ímóti Kirkjubønesi, har skonnartin tók botn einar tvær ferðir og fekk róðurskaða. Teir kastaðu akker, manningin fór í skipsbátin og róði aftur til Havnar. Skipið, sum hevði ligið á Redini, var á veg til Nýfundlands. Skiparin metti, at nakrir motorbátar kundu fáa skonnartina út aftur. Fimm bátar fóru beinavegin, men tá ið tann fyrsti nærkaðist, sakk Husavik. Dimma skrivaði 11. desember, at skipið lá sera óhøgliga fyri og kundi vera sigling har leið til ampa. Neyðugt varð, so skjótt (danska) vaktarskipið kom, at merkja staðið og royna at fáa tað mest vandamikla burtur.

Dimma leygardagin 7. des.
Skúlarnir í Havn, sum hava verið stongdir, síðani Spanska sjúka tók seg upp, byrja aftur mánadagin 9. desember. Í Norðstreymi eru fleiri sjúk, men har hevur sóttin verið mild, í Sørvági gjørdust fleiri álvarsliga sjúk, og ein er deyður av sjúkuni.

Í Nes sókn og í Gøtu og Leirvík gerast alt fleiri álvarsliga sjúk. Óla Jacob Toftenæs á Leingjuni í Leirvík,16 ár, doyr av sjúkuni í desember 1918. Hann verður jarðaður 11. desember.

  • Alma Hansen í Leirvík, 6 vikur gomul, doyði av hjartasjúku 6. november. Foreldrini vóru Maria og Óli Krossteig, skiparin, sum fórst við Norðlýsinum 18. oktober 1922; sí LB bind 6, bls. 405-408.


- Nú fyrri heimsbardagi er av, góður fiskiskapur og jól í hondum, komu so nógvar lýsingar, at Dimma má koma við eykaútgávu.

Dimma mikudagin 11. desember
Fleiri og fleiri í Suðuroy gerast sjúk av Sponsku sjúku og á Sandoynni eisini nøkur. Sama í Vágum, serliga í Sørvági og Sandavági. Og fyrradagin doyði ein ungur maður á Glyvrum, Kristian Jacobsen, av sjúkuni. Eisini ein ungur maður í Søldarfirði doyði av sjúkuni.

  • Marstal-skonnartin Norden, sum kom úr Portugal og var á veg til Keypmannahavnar við 250 tonsum av kakao, mundi gingið burtur undir Hesti leygarnáttina (náttina til leygardag 7. desember). Hon var so nær landið, at brimið aftur og aftur breyt tvørtur um dekkið. Vandi var fyri, at skipið fórst, og tí hevði manningin gjørt klárt at fara av skipinum. Men á undranarverdan hátt rak skipið út frá aftur. Leygarmorgunin var tað komið norður fyri Kvívík og var aftur óhugaliga nær landi, men so nógv brim var, at kvíkingar fingu ikki flotað bát at fara teimum til hjálpar. Telefonboð fóru tí til Vestmanna, har 3 motorbátar fóru út eftir skonnartini og sleipaðu hana inn á Vestmanna.

Dimma leygardag 14. desember
Ein lýsing í blaðnum

Advarsel: For at vi kan undgå Den Spanske Syge, vil vi henstille til folk fra andre bygder ikke at komme til bygderne Viderejde, Kvannasund, Nordeble, Fosaa, Mule og Nordtofte; ligeledes vil vi henstille at disse bygders beboere ikke rejse til andre bygder.

Viderejde, den 12. desember 1918. Forstanderskabet for Viderejde Sogn.

Dimma leygardagin 21. desember
Einki stendur um Spansku sjúku í hesum síðsta blaðnum fyri jól.

Dimma leygardagin 28. desember 1918, síðsta blaðið hetta árið:
Við verjuskipinum Botnia, vóru komin lækni og konan, sum var sjúkrasystir. Tey fóru beinanvegin til Vágarnar, tí nógv høvdu verið sjúk, serliga í Sørvági og Sandavági. Tvær aðrar sjúkrasystrar, sum eisini komu, arbeiddu í Eysturoynni, men har var sjúkan farin at vikna. Fyribils sjúkrahúsð á Skálatrøð í Havn verður nú stongt.  

Dimma mikudagin 1. januar 1919
1918 var eitt gott ár, góður fiskiskapur og góðir prísir, men inflatiónin át tað upp. Einki varð skrivað um Spansku sjúku.

Dimma Leygardagin 4. januar 1919
Í Sørvági hevur Spanska sjúkan gjørt um seg um jóltíðir, gingið um alla bygdina, og tey sjúku hava oftast verið sera ring. Ein kvinna og eitt barn eru deyð av sjúkuni, og ein liggur og stríðist. Standurin í bygdini gjørdi, at lítil útróður hevði verið. Í Miðvági vóru bert nøkur fá sjúk, men sjúkan var víða um í Sandavági.

Í eini lýsing takka ávísir sjúklingar, sum hava ligið á Skálatrøð bæði Heerup lækna, sjúkrasystrum og teimum, sum rættu eina hond, tóku sær av manni og børnum, meðan konan lá á Skálatrøð.

Dimma mikudagin 8. januar 1919
Í telegrammi úr Keypmannahavn verður sagt, at nú hevur Spanska sjúka tikið seg upp aftur har, fleiri eru smittað og eru álvarsliga sjúk.

  • Dimma mælir í drúgvari grein til, at sjómarkið verður flutt út. Bretsku trolararnir eru nú afturkomnir og gerast fleiri og fleiri. Hesin trolfiskiskapur oyðileggur ella forðar føroysku fiskiskapinum við bátum og motorbátum.

Dimma leygardagin 11. januar 1919

Poul Niclasen hevur hugleiðingar um Berlin, har hann var staddur, tá ið 1. heimsbardagi brast á í 1914.

Dimma leygardagin 18. januar 1919
Mett verður, at nú er Spanska sjúka avhasað hesu ferð. Mælt verður til, at gjørt verður tað, sum gerast kann at forða fyri, at hon kemur aftur.

Læknin og sjúkrasystrarnar, sum komu úr Danmark at hjálpa her, fara nú avstað aftur.  Læknin metir, at um 1300 fólk í Havn høvdu havt sjúkuna.  

Dimma mikudagin 29. januar 1919
Takkarkvøða
Í Dimmu takka umboð fyri Sørvág, Miðvág og Sandavág hjartaliga fyri ta hjálp og umsorgan, sum Corning lækni og kona hansara høvdu havt fyri teimum sjúku har og nú fara avstað aftur.

Ein skrivar, at nú triðja útbrotið av Sponsku sjúku er í Keypmannahavn, er vandi fyri, at hon kemur við næsta skipi til Føroya! Tí er neyðugt at gera tað sum gerast kann at forða fyri at hetta hendir.

  • Hóttandi hungursneyð í Berlin har ófriðarligt er. Rosa Luxemburg tikin av fólki og hongd.
  • Bretsk skip, 2475 handilsskip og 670 fiskiskip søkt undir krígnum. 15.000 mans farnir við handilsskipunum.
  • Spiritusforboðið í USA verður sett í verk 1. juli 1919.

Dimma 22. leygardagin februar 1919
Eg havi blaðað í Dimmu til februar enda 1919. Síðani 29. januar er einki skrivað um Sponsku sjúku.

Týfus hevði gingið í Miðvági. Tey sjúku vórðu førd til Havnar, har tvey systkin, 19 ára gomul genta og 17 ára gamal drongur doyðu av sjúkuni.

Tingakrossur mikudagin 6. november:
Spanska sjúka verður fyrstu ferð nevnd 6. november. Nógv fólk í Havn eru sjúk. Har búgva um hetta mundið 2200 fólk. Fyrr kallaðist hetta krím, seinni influensa, men nú kallað tey hesa sjúkuna Spanska sjúka. Mest sum eingin lækni er í býnum. Skilið er løgið. Politiið setir forboð fyri øllum størri samkomum, men fólk tyrpast í kirkju og í skúlum enn sum áður. Bygdirnar duga betri at verja seg. Har eru uppsløg sett upp, har ávarað verður móti fólki úr Havn. Hvat høvdu bygdarfólk sagt, um Havnin bar seg soleiðis at, spyr Tingakrossur?

Tingakrossur leygardag 9. november
Danska kirkjumálaráðið heitir á kirkjurnar í Keypmannahavn, á Frederiksberg og í keypstøðum, har influensan er komin, at stytta gudstænasturnar til undir ein tíma og ikki hava fundir við nógvum fólki í kirkjustovunum, meingiheitshúsum …

Tingakrossur mikudagin 13. november
Kríggj, dýrtíð og pestilensurin – hesir tríggir stallbrøðurnir eru vanir at fylgjast at. Nú fer kríggið at enda, dýrtíðin fer væl so við at linka. Og nú er tað spanska. Mest sum hálva Havnin sigst at vera niðursaltað. Fleiri leggjast, men sjúkan hevur higartil verið lin, so vónandi sleppa vit í náðum.  

Tingakrossur mikudagin 20. november
Tingakrossur skrivar um óskil við læknatroti. Meira enn 2000 fólk búgva í Havn og harafturat eru Skálafjørðurin og onnur øki, men bert ein lækni. Kommunulæknin var farin av landinum fyri ½ ári síðani. Og nú hevði Spanska, sum herjar í londunum uttan um okkum, borið við og tað til muns. Ein deyður fyri og annar eftir. Sjúklingatalið nørist í hvørjum, og sóttin harðnar. Higartil hevur henda ónda umfarsjúkan kravt fýra mannalív og fleiri eru álvarsliga sjúk. Nú kunna tó vera vónir um, at sjúkan fer at linka.

Tingakrossur mikudagin 27. november:
Sóttin mikla, Hin spanska sjúkan, hevur nú kravt 7 mannalív í Havn. 5 av teimum doyðu, eftir at tey vóru komin á sjúkrahús.  Also 7 deyð í knappar seks dagar.

Blaðið ger vart við, at blaðið hevur ikki fingið lýsingina frá Færøernes Lægeforening, men bert Dimma hevur fingið hana. Hetta er lýsingin við ávaring og mannagongdum til tess at forða smittuni at breiða seg. – politiskt læknafelag!

Tingakrossur mikudagin 4. december:
Grein í blaðnum um læknatrotið og orðini hjá unga landslæknanum, Herup, um at tað bilar ikki. Umframt Havnina er Sundalagið og Skálafjørður og bygdirnar vestanfyri (Velbastað, Kirkjbøur, Hestur) uppií. Harður kritikkur er eisini av, at sjúk fólk verða borin á opnari børu nú á vetrardegi út á sjúkrahúsið. Tað er eisini ógvisligt at fáa fráboðan frá sjúkrahúsinum og Skálatrøð um fólk, sum deyð eru.

Tingakrossur mikudagin 18. desember
Fysikus (læknin) segði fyri 14 døgum síðani, at nú var Spanska sjúka mest sum av í Havn, men síðani eru fleiri vorðin sjúk, og summi álvarsliga sjúk. At skúlarnir vóru byrjaðir aftur, var alt ov tíðliga og hava ikki bøtt um standin. Á skálafjørðinum eru 2-3 fólk deyð av sjúkuni.

Tingakrossur mikudagin 29. januar 1919
Takkarheilsan
Sandavágsmenn siga Corning lækna og konuni hjartans takk fyri hjálp og beinasemi og takka eisini Fysicus og øðrum, sum hava gjørt hetta møguligt.

Tingakrossur mikudagin 5. februar 1919:
Nógv tíðindi, men einki um Spansku sjúku:

  • Konstituerandi aðalfundur í Skipafelag Føroya.
  • Lógaruppskot í Danmark um at kvinnur fáa sama rætt til almenn størv sum menn.
  • Ísland og Danmark hava gjørt sáttmála, Ísland fær fullveldi og hevur sama kong tey næstu 25 árini.
  • Minnisvarði til Rasmus Effersøe.
  • Tubbaksneyðin er av.
  • Katla goysir ikki meira.
  • Bretsku trolararnir koma aftur á grunnarnar
  • Studningur til ravmagnsútbygging í Vágunum og í Vestmanna.
  • At fáa sjómakrið flutt longur út (Havnar Framburðsfelag og føroyska reiðarafelagið)

Tingakrossur mikudagin 12. februar 1919
Sjólatnir

Blaðið skrivar, at ein leirvíksbátur við 8 monnum hvolvdist, seks mans fórust og tveir vórðu bjargaðir. Tá ið báturin, sum hevði verið á útróðri 8. februar, var á heimleið av Norðhavinum síðsta leygardag, fingu teir andróður, men høvdu viðrák, so tað hevði væntandi borið teimum til at vunnið upp land. Men teir orðaðu um sleip frá einum trolara har á leið. Tað var sett fast um stavnin og toftubekk. Væl gekst at sleipa, til teir komu inn um Múlan á Funningsfirði. Tá glapp av stavninum, og nú bert var fast um bekkin, kom báturin tvørur og fyltist. Á trolaranum varð roynt at blaka árar og togendar út, men kortini druknaðu seks mans.

Tað er ikki rætt, at báturin var úr Leirvík, men var úr Elduvík og kallaðist Ognarbáturin. Menninir sum fórust, itu Sofus Haraldsen (giftur), Hans Høgnesen, Joh. Henr. Høgnesen, Johs. Garshodn, Marius Garshodn og Poul Johs. Poulsen (giftur). Teir bjargaðu vóru: Johs. Haraldsen og Sjúrður Høgnesen.  

Tingakrossur mikudagin 19. februar
”Takk

Eina hjartans tøkk veita vit Karen Joensen fyri hennara stóra hjálpsemi og beina, hon vísti sjúklingum, meðan sjúka gekk her í bygdini.

Leirvíkingar”

- Ikki er kunnugt, hvør Karen Joensen er. Var hon ein av donsku sjúkrasystrunum, sum komu upp at hjálpa, meðan farsóttin herjaði?

Tingakrossur mikudagin 26. februar
”Sóttin svarta.

Henda vanlukku sóttin – landfarsóttin vit kalla – hevur í seinastuni notið meint í einum húsi í Miðvági, haðani 8 sjúklingar eru komnir á hospitalið. Tveir av teimum doyðu alt fyri eitt.”

Tingakrossur mikudagin 19. mars
”Tak.

Jeg bringer herved mine og mine bygdefolks vegne sygeplejerske frk. Petersen en hjertelig tak for den dygtighed, elskværdighed og velvilje, hun udviste imod os under den spanske syge.

Fuglefjord, d. 9. marts 1919

Karl Kristiansen, lærer.”

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður