Heimatíðindi

Sótu og kúrdu 30 metrar uppi á Risanum í eitt heilt sjóvarfall

2018-05-29 19:06 Author image
Ingi Samuelsen

(Lag: Kristian Blak - Risin og kellingin)

Sunnudagin var av fagrasta veðri. Eisini til klintring. Men út fyri Eiðiskolli var kortini eitt sindur av uppgangi, so mikið, at eitt aldubrot upp á helluna, har Risin stendur á, oyðilegði ætlanina hjá trimum ungum monnum at klintra upp á 71 metra høga Risan.

Talan er um teir tríggjar, Tórik Rouah úr Fuglafirði og Kaj Eli Sørensen og Tummas Kjærbo úr Hvannasundi.

Teir eru royndir klintrarar, og hava framt brøgd áður, so sum at klintra upp á Øldina norðast á Kunoynni og upp í Drang norðan fyri Viðoynna.

Nú hava teir sett sær sum mál at koma upp á Risan. Ikki tí – tað er klárað tríggjar ferðir fyrr í nýggjari tíð. Í 2008 komu teir fýra Absalon, Herman, Rasmus og Erling, sum allir eita Eysturoy til eftirnavn upp á Risan, og í 2012 gjørdu Bergur Mikladal, John Petersen og David Nilssen teimum bragdið eftir, og í 2015 varð tað endurtikið av Øssuri Debes Eiriksfoss, Pæturi Jørðdal Niclasen og Ragnu Ámundardóttir í Geil.

Hetta var ikki fyrsta ferðin, at Tórik, Kaj Eli og Tummas hava roynt at koma upp á Risan, og verður heldur ikki seinasta ferðin. Størsta avbjóðingin vísir seg vera at koma upp á land, tí tað rekur altíð hart har á leiðini.

Ein alda tók útgerðina
Hetta gjørdist eisini avbjóðingin hjá teimum trimum sunnudagin. Teir komu upp á land í øllum góðum á fjøru um 13-tíðina sunnudagin. Tað er so at siga bert á einum staði, at bátur sleppur lættliga framat, so at útgerð kann fáast upp á land. Men haðani skal gangast yvir um eina hála og slíggjuta hellu við nógvum hyljum yvir til sjálvan drangin.

Hetta gekk í øllum góðum sunnudagin. Men so skjótt tað tók at fløða aftur, byrjaði sjógvurin at bróta upp á helluna, og teir tríggir gáaðu eftir, at teir máttu sleppa sær upp sum skjótast fyri ikki at koma at standa upp til kníggja í sjógvi.

Tað eydnaðist bara lutvíst. Tórik fór fyrst upp, við tí fyri eygað at koma upp til fyrsta akkerið, haðani hann kundi fáa enda festan, so at útgerðin og hinir báðir trygt kundu klatra upp.

Men tað vildi so illa til, at tað eina aldubrotið kom so langt niðan, at tað tók ein part av útgerðini hjá teimum við sær í havið. Talan var um tvær línur, walkie talkies og tann partin av útgerðini, har boltar og kongar vóru í.

- Tíbetur sukku línurnar ikki, so tær fingu vit bjarta í land aftur, men restin var mist. Tað vísti seg at vera avgerandi fyri okkum, at vit mistu kongarnar, greiðir Tórik frá.

(Greinin heldur fram undir myndini)


Hendan vegin skal gangast. Løtu eftir at myndin varð tikin, stóð alt undir í sjógangi (Mynd: Tórik Rouah)

Leyst tilfar
Hann fortelur, at tað gekk skjótt og væl at koma upp til fyrsta akkerið, sum liggur umleið 30 metrar uppi – tá er komið næstan hálva leið upp á Risan.

Men so komu teir ikki longur.

- Tað er sum um niðjasti partur av risanum er úr føstum og hørðum tilfari. Vit kundu sum einki brúka boltarnar, sum Eysturoy-menninir festu í bergið fyri tíggju árum síðani. Men tá er royndi at koma víðari, bar ikki so væl til.

- Jú longur tú kemur upp á risan, tess meira leyst og morlut gerst tilfarið. Eg sá at boltarnir vóru losnaðir. Tað eydnaðist mær at spenna teir aftur, men so skjótt eg setti vekt á teir, so gluppu teir útaftur. Boltarnir hildu ikki.

- Einasta loysn var at bora nýggj hol og seta nýggjar boltar í. Men útgerðin hjá okkum far farin í havið, so har var ikki nógv at gera.

Nú vóru góð ráð dýr hjá teimum djørvu unglingunum. Teir vistu áðrenn teir fóru – og tað var eisini avtalan teir høvdu gjørt við Georges Rouah, ið sigldi teir út og skuldi koma eftir teimum aftur – at teir ikki sluppu av aftur fyrr enn eitt heilt sjóvarfall var runnið – 12 tímar.

- Har sótu vit so á eini smalari rók, har tað knapt nokk var pláss fyri okkum øllum. Vandi var ongantíð á ferð, men tað var óluksáliga súrt og keðiligt at seta seg har at bíða í næstan 12 tímar, greiðir Tórik Rouah frá.

Fekk sær ein lúr
Hann gjørdi – bara fyri at hava okkurt at takast við – nakrar royndir afturat at sleppa uppeftir, men úrslitið var tað sama. Gomlu kongarnir vóru ikki álítandi, og tað vildi verið óðamannaverk at gjørt eina roynd kortini.

- Tíbetur høvdu vit vatn og mat við til 12 tímar. Vit høvdu nóg mikið av streymi til telefonina, so vit høvdu samband við umverðina allartíðina. Einasta keðiliga var, at vit ikki høvdu tikið kaffi, ella útgerð at kóka kaffi, við.

Tórik keddi seg so nógv hesa løtuna, at hann royndi at fáa sær ein lúr við at heingja seg væl og virðiliga í akkerini.

- Tað varð ikki nógv sovið tað nógva – eg sovni illa av larminum frá sjógangi. Men eg var kanska burtur eina løtu – tað kom væl við, greiðir Tórik frá.

Hann hevði – sum altíð – dronuna við, so hann kundu stytta sær stundir við at flúgva við dronuni og taka nakrar hugtakandi myndir í góðveðrinum.

Og so kundu teir tríggir fylgja við, hvussu sólin spakuliga settist í havsbrúnna norðan fyri Føroyar – eitt hugtakandi upplivilsi.

Eitt, sum teir løgdu merki til, meðan teir sótu á har var, at um eitt lítið lot kom, so regnaði tað oman yvir teir við sandi.

- Eg eri bangin fyri, at Risin minkar nógv hvørt einasta ár. Tað skal ikki nógvur vindur til, so drússar tað omanav, so leyst er tilfarið í honum, sigur Tórik.

Royna aftur
Ikki fyrr enn út móti midnátt hildu teir tað vera ráðiligt at fara niður aftur á helluna, senda boð eftir Georges at koma eftir teimum, rigga av og so flyta seg eystur eftir helluni á tí pettinum, sum hevði staðið undir í sjógangi alla ta tíð, teir sótu uppi í Risanum og bíðaðu.

Um hálvgun tvey tíðina sótu teir aftur trygt í gummibátinum, sum kundu flyta teir suður gjøgnum Flógvan og inn á Eiði.

Tórik Rouah tekur soleiðis samanum.

- Tað gjørdist ein miseydnaður túrur hjá okkum, men eitt stórt upplivilsi hóast alt, sum vit kunnu flenna eftir aftaná. Men vit fara aftur. Vit hava sett okkum fyri at koma upp á Risan, og tað koma vit. Nú fari eg til skips ein túr, og so royna vit aftur, tá eg eri komin aftur einaferð í juli.


Sólsetur, sæddur av Risanum (Mynd: Tórik Rouah)

Sí fleiri myndir her: Sótu veðurfastir uppi á Risanum

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður