Heimatíðindi

Sóttarhaldið verður ikki tikið í álvara

Heilsumálaráðið heitir á øll um at taka sóttarhaldið í álvara. mynd: hmr.fo

Heilsumálaráðið heitir á øll um at taka sóttarhaldið í álvara. mynd: hmr.fo

2020-03-16 12:00 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Skulu vit avmarka koronasmittuna í Føroyum, er avgerðandi, at fólk taka allar tilráðingar í stórsta álvara, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. 

Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki fylgja teimum tilráðingum, ið hanga saman við at verða send í sóttarhald, sigur hann. 

Somuleiðis heitir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, á øll um at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum. 

Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittaði, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður