Heimatíðindi

Sosialráðgevar á Glasi hvønn mikudag

Skúlaheimið

Skúlaheimið

2018-12-03 15:19 Author image
Turið Justinussen

Týsdagin 27. novembur í farnu viku kunngjørdi Glasir, at framyvir og restina av skúlaárinum verða tveir sosialráðgevar knýttir at Glasi hvønn mikudag millum klokkan 13:30 og 14:30

Almannaverkið hevur vent sær til Glasir við tilboðið um, at tveir sosialráðgevar verða tøkir á Glasi í einari royndartíð, sum í fyrsta umfari fevnir um tað, ið eftir er av skúlaárinum. Tað skrivar Glasir á heimasíðuni.

- Hetta er eitt samstarv, vit eru farin í, tí vit síggja, at tørvur er á tí, sigur Ruth Apol Mortensen, ið er ein av sosialráðgevunum. Henni kunnigt, er hetta fyrstu ferð, sosialráðgevar beinleiðis verða knýttir at einum skúla. 

Koma nærri næminginum
Virkið hjá sosialráðgevum er at fyriskipa, samskipa og útinna sosialt arbeiði. Teir arbeiða til dømis við at fyribyrgja og loysa sosialar trupulleikar, bæði hjá børnum, ungum, familjum, arbeiðsleysum og fólki við ymsum avbjóðingum.

Sosialráðgevar kunnu eitt nú vegleiða og ráðgeva um ymisk viðurskifti í sambandi við misnýtslu, harðskap, integratión og tilflytaraspurningar, sjúku, avlami, arbeiðsskaðar, fíggjarligar trupulleikar og íbúðartrot.

Sosialrágevin hevur samanumtikið leiklutin sum samskiparin, ið samlar træðrirnar frá eitt nú myndugleikum, sálarfrøðingi og útbúgvingarstaði og hevur heildaryvirlitið yvir støðuna hjá borgaranum.

Endamálið við royndini, at hava sosialráðgevar knýttar at Glasi, er at koma nærri næmingum, ið hava tørv á sosialráðgeving og arbeiða fyribyrgjandi:

- Næmingarnir kunnu hava tørv á ráðgeving og vegleiðing, men hava kanska ikki stundir at koma allan vegin niðan á Almannaverkið, sigur Ruth Apol Mortensen við Dimmalætting og leggur afturat, at næmingarnir til eina og hvørja tíð kunnu koma framvið skrivstovuna á Skúlaheiminum ella ringja beinleiðis til teirra og avtala eina tíð.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður