Sosialistisk Ung: Gevið fakfeløgunum tenninar aftur

2016-05-03 00:00 Author image
Dimma

Nú lønarsamráðingar aftur eru á arbeiðsmarknaðinum, heita Sosialistisk Ung á samgonguna um at bakka tíðina aftur, har arbeiðarafeløgini høvdu sterkari verkfalsvápn at taka upp.

- Undanfarna samgonga trekti tenninar úr fakfeløgunum, tá hon longdi freistina at boða frá verkfalli úr 24 tímum upp í 48tímar. Hetta tekur fullkomiliga megina úr sterkasta    amboðnum, sum fakfeløgini eiga, tí at arbeiðsgevarin fær tíð til at fyrireika seg til verkfallið – og tá stendur arbeiðarin uttan nakra ávirkan, tá arbeiðið loksins verður niðurlagt, siga Sosialistisk Ung í yvirlýsing.

- Í løtuni finnast sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, sum ikki eru dagførdir í fleiri ár. Hetta líkist ongum, og tað er ein beinleiðis avleiðing av, at avleiðingarnar eru so lítlar, tá krøv um betri rættindi ikki verða møtt!

 - Tað einasta rætta í verandi støðu er hetta: At sitandi samgonga styttir freistina at boða frá verkfalli, so at hon aftur er 24 tímar.

Áheitanin frá unga baklandinum hjá Javnaðarflokkinum, sum nú situr við valdið, er sostatt púra greitt: Gev verkafólkunum betri amboð – stytt freistina av boða frá verkfalli.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður