Heimatíðindi

Sorgarbólkur fyri vaksin í Kvívík

Sorgarbólkur fyri vaksin í Kvívík

Mynd: Visualhunt

2018-03-13 10:02 Author image
Innsent

Nógv, ið missa, fáa góðan stuðul og hava familju og vinir, sum lurta og eru um ein. Nógv kenna tó einsemi, sakn, máttloysi, vreiði, angist, skuldarkenslu, høpisloysi og sorg.

 

Í einum sorgarbólki hevur tú møguleika at tosa um alt hetta, sum kann tyngja. Tosa um tað, ið er torført og hugleiða um kenslur og tankar, sum tað kann vera torført at tosa við tey nærmastu um. Í einum sorgarbólki sleppur tú at siga tína søgu og at hoyra, hvussu onnur hava tað. Her finnur tú stuðul og sleppur at seta orð á sorgina, sum kann koma, tá vit missa ein, ið stóð okkum nær.

 

Sorgarbólkurin møtist 8 ferðir og hevur heima í Kirkjustovu í Kvívíkar kirkju. Vit møtast fyrstu ferð mánadagin, 9. apríl kl 17:30.

 

Leiðarar eru Elisabeth Akursmørk, psykoterapeut og Gudny Magnussen, psykoterapeut, sum báðar hava royndir við sorgarbólki og Maria Jørðdal Niclasen, prestur.

 

Hevur tú spurningar ella ynskir at luttaka í sorgarbólki, so ring til Mariu Jørðdal Niclasen, tlf. 237349

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður