Uttanlands

Sons of Anarchy stjørnan, Charlie Hunnam, er Jordan Peterson fjeppari

(Mynd: Gage Skidmore)

(Mynd: Gage Skidmore)

2019-04-02 12:50 Author image
Hergeir Staksberg

Hetta kom fram í eini samrøðu um nýggja filmin Triple Frontier hjá Charlie Hunnam, og nú eru fleiri fjepparar í øðini

Vit kenna hann kanska best sum tann harða bandaleiðarin Jax, í sendirøðini Sons of Anarchy. Í sendirøðini er Jax definitiónin upp á ein ordiligan bad boy. Onki er óført hjá Jax, men tá vit tosa um sjónleikarin Charlie Hunnam, so stendur verri til. Nú eru tað ikki bandar og kærleiki, sum eyðkenna dagligdagin hjá Jax. Nei, nú er tað kontroversielli sálarfrøðingurin Jordan Peterson, sum ger lívið súrt fyri Charlie Hunnam.


Tað heila byrjaði við eini samrøðu við Men’s Health, tá Charlie Hunnam avdúkaði, at hann var Jordan Peterson fjeppari. Tað var í samband við hansara leiklut sum elitu soldatur í filminum Triple Frontier, at bumban brast.


“Eins og nógv onnur, so eri eg eisini ein stórur fjeppari av Jordan Peterson. Hann er blivin til eitt rættiligt internet fenomen og ein leiðandi persónur á tí intellektuella dark web”


“Mær dámar væl hansara boðskap, at mann skal taka lívið í álvara. At vit skulu taka ábyrgd. Fyri at brúka hansara egnu orð: Tak tað tyngsta, sum tú finnur og tak tað á tínar herðar”


At Charlie Hunnam dámar tankan um at taka ábyrgd, og at taka lívið í álvara, er ikki júst ein deyðssynd, men tá maðurin handan tankan er Jordan Peterson, so broytast spælireglurnar.

[object Object]

(mynd: jordanpeterson.com)


Charlie Hunnam fjepparar í øðini
Jordan Peterson er ein rættiliga kontroversiellur persónur, sum hevur til vana at deila vøtnini. Tað er torført at finna ein millumveg. Tað er oftast antin ella. Vanliga elska ella hata fólk mannin, og tað eru serliga hansara meiningar um feminismu, LGBT og vinstra vongin sum skapa øsing.


Í samrøðuni segði Hunnam, at tankagongdin hjá Jordan Peterson minti nógv um tankagongdina hjá elitusoldatum: “Vit liva í eini tíð, har vit eru blivin bleyt og viðbrekin, og alt snýr seg um rættindi. Tað er eitt sindur sum, “nei, tú hevur ikki rætt til nakað sum helst.””


Sum vanligt, tá Jordan Peterson er partur av samrøðuni, so skapar hann øsing. Hesaferð eru tað serliga Hunnam fjepparar, sum eru illir. Vit hava funnið nakrar Twitter reaktiónir hjá Hunnam fjepparum.


Sam Cohen skrivar: “ Eg kenni be sviknan av Charlie Hunnam. Eg fari aldrin at koma yvir, at hann er fjeppari av Jordan Peterson”


Rosie Knight: “Charlie Hunnam elskar Jordan Peterson. Sikken ein dagur”


Alicia Lutes: “Hetta klæðir tær ILLA, Charlie Hunnam”


Don’t Vote: “Tú ert ein STÒRUR FJEPPARI av Jordan Peterson, Charlie Hunnam? Ein STÒRUR FJEPPARI? Eg skilji onki”  


Les um Jordan Peterson og feminismu HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður