Uttanlands

Sólsellur á sjónum skulu veita hollendingum streym

Mynd: CCBY Walden Floating PV/Dennis Schroeder

Mynd: CCBY Walden Floating PV/Dennis Schroeder

2019-01-26 11:31 Author image
Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim

Umhvørvisvinarlig orka frá flótandi sólsellum skal veita hollendingum í túsundatali streym. Nýggja orkukeldan skal hjálpa teimum at varðveita tey fáu óbygdu økini í landinum, og eru sólsellurnar eisini munadyggari enn flestu varandi orkukeldur


Holland er í ferð við at byggja heimsins fyrstu sólselluskipan á sjónum, 15 km frá landi. Tíðindaverkstovan Reuters lýsir verkætlanina sum fyrimyndarliga hjá einum landi við avmarkaðari vídd, hvagar ið fólkatættleikin er so stórur, sum í Hollandi.

Ein avbjóðing við sólorkuskipanum á landi er, at teimum tørvar nógv pláss, sum ístaðin kundi verið nýtt til landbúnaða ella búseting. Sostatt kunnu nýggju sólsellurnar gerast ein kærkomin orkukelda, ið kann varðveita virðismikla jørð.

Flótandi sólsellurnar skulu liggja ímillum sjóvindmyllurnar, sum eru at finna fram við sjóvarmálan í Hollandi. Tær eru harðførari enn aðrar sólsellur, ið eru framleiddar higartil, tí tær skulu liggja á sjónum og ikki – sum undanfarnu vatnsólsellurnar – í einum brunni, vatni ella í eini byrging.

Í eini samrøðu við Wilfried van Stark, sólorku-serfrøðingur úr lærda háskúlanum í Utrecht, skrivar Reuters, at “Umframt at varðveita pláss til landbúnað, hava flótandi sólsellurnar eisini aðrar fyrimunir. Ein sólsella á sjónum er effektivari enn ein sólsella á landi í somu stødd, tí hon fær gagn av sólstrálunum, sum endurspeglast. Skuggar eru eiheldur ein trupulleiki. Harafturat kølir sjógvurin sólsellurnar so mikið nógv niður, at orkuframleiðslan verður økt við heili 15 prosentum.”

Hóast flótandi sólsellurnar í dag telja ein lítlan part av tí støðugt vaksandi sólorkuni kring heimin, so sæst nýtslan taka dik á seg í løtuni. Seinastu árini er sólorkuvirksemið á vatni tvífaldað, men samlaða orkuframleiðslan gevur enn bert 1,1 gigawatt. Sambært Heimsbankanum kann hetta slagið av sólsellum veita upp ímóti 400 gigawatt orku, um tíggju prosent av teim 50 størstu vatnbyrgingunum í heiminum vóru nýtt til endamálið. Í 2017 var samlaða orkan, ið varð vunnin úr sólsellum á landi, á 400 gigawatt á heimstøði.

Flótandi sólsellurnar í Hollandi verða væntandi lidnar í 2021 og ætlanin er, at tær at byrja við skulu veita 10.000 bústøðum varandi orku.

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður