Líkt er til, at góða sólin, sum hevur verið okkum kær eina tíð, kemur aftur um vikuskiftið. Í øllum førum viðhvørt og í støðum.
Veðurstovan DMI sigur, at tað verður framvegis turt og skýggjað fyri tað mesta, men sum frá líður í dag verður møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður um 8 til 12 stig.
Í morgin verður eystan, 2 til 7 m/s, sum fer í landssynning. Turt og fyrst skýggjað, men sum frá líður fer sólin at skína. Hitin um dagin 10 stig.
So er tað sjálvt vikuskiftið. Leygardagin og sunnudagin verður eystan og landssynningur, 5 til 10 m/s. Turt um dagin, og tað verða sólglottar. Hitin um dagin verður 10 stig.