Heimatíðindi

Soleiðis ljóða grundgevingarnar fyri menningarkvotum

Vestmanna Fiskavirki (Mynd: Google)

Vestmanna Fiskavirki (Mynd: Google)

2018-08-14 21:53 Author image
Ingi Samuelsen

Tað var ovurstórur áhugi at søkja, tá latið varð upp til at geva økjum við arbeiðsloysi, tvørrandi fólkavøkstri og lítla atgongd til fiskatilfeingi at søkja um menningarkvotur.

Sambært kunngerð skuldu knøpp 42.000 tons av svartkjafti lutast út, men søkt var um tilsamans umleið 289.000 tons. Smá 9.000 tons av makreli var at luta út, men søkt var um 87.000 tons og 7.500 tons av sild vóru at luta út og søkt var um næstan 60.000 pund.

Vit hava í grein fyrr í kvøld greitt frá hvussu nógv hvør av teimum níggju umsøkjarunum, ið vórðu tillutaðir fingu.

Les eisini: Størsti parturin fór til Vestmanna og Vágar.

Í tilmælinum hjá metingarnevndini verður eisini grundgivið hví júst hesar umsóknirnar vórðu valdar.

Vit endurgeva úr tilmælinum:

Tær umsóknir, sum verða tillutaðar 4 ára kvotu verða tilmæltar eina ávísa minking av tillutan av kvotu fyri fylgjandi árini.

Mælt verður til at útluta Vestmanna Seafood kvotu, tí talan er um eitt greitt nýhugsandi hugskot við framleiðslu av makrel og sild, umframt ítøkiligt uppskot til stigvísa menning av framleiðslu av svartkjafti til matna. Talan er eisini um eitt øki, har aktørarnir hava avmarkaða atgongd til sjófeingi og eina verkætlan, sum vil geva munandi virðisøking, førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í økinum, t.d. Norðurstreymoy.

Vágar: Rættiliga avmarkað atgongd til sjófeingi
Pf. Skip (arbeiðsnavn), saman við Pf. Snarfrost, eigur at fáa lutað kvotu av fleiri nýhugsandi orsøkum. Talan er um at veiða sild og makrel við nót, umframt at nisjuframleiða á landi. Talan er eisini um staðseting í einum øki, har aktørarnir hava rættuliga avmarkaða atgongd til sjófeingi, umframt at verkætlanin við skipi og virki vil geva munandi virkisøking, førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í økinum, t.e. Vágar.

Sjógæti hevur eina nýhugsandi umsókn um royking av makreli og sild, umframt aðrar góðskaðar framleiðslur. Felagið byggir sína menningarætlan á ítøkiligar royndir og søluarbeiði yvir eitt munandi tíðarskeið. Talan er eisini um strategiskt samstarv við øki 7 (Norðoyggjar), ið verður við til at tryggja neyðugu góðskuna á fiskinum og søluna. Verkætlanin vil skapa munandi virðisøking, førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í ølinum, sum fevnir um Norðstreym og Sundalagið.

Rock Trawldoors hevur í nógv ár arbeitt við at nýmenna trollemmar, og at tað er eisini í hesum sambandi, at skotið verður upp at lata kvotu. Felagið hevur søkt um kvotu til at fíggja og skipa royndir við eini nýskapandi verkætlan innan nýggja teknologi. Verkætlanin kann stuðla undir støðugari og framkomin arbeiðspláss innan handverksvinnuna í Suðuroynni.

Kósin fær til verkætlan í Suðuroy
Pf. Kósin Seafood og Næraberg fáa tillutað kvotu til verkætlan til byrjan av framleiðslu av sild til matna í sunnaru helvt av Suðuroynni, hetta í samstarvi við aktør í økinum. Ætlanin vil vera við til at seta framleiðslu í gongd í einum øki, har aktørar frammanundan hava lítla atgongd til sjófeingi, og tí stendur økisatlitið eisini sterkt.

Pf. Steintór og Pf. TG Fish hava ætlanir um at veiða sild og makrel til virkingar í Hvalba. Ætlanin byggir á tøkniliga menning av sínum virksemi á sjógvi og landi, har økisatlitið eisini stendur sterkt.

Pf. Jókin fær tillutað kvotu av svartkjafti, ið kann vera við til at styrkja tøkniligu menningina í felagnum, harundir virkinum í Hvalba. Økisatlitið stendur eisini sterkt í hesi ætlanini.

Arbeiðspláss í Sandoynni
Pf. Vørðustíggjur, ið eigur trolaran Eysturbúgvan, hevur ítøkiligar ætlanir um at fáa gongd á virksemi á landi í Sandoynni, hetta til framleiðslu av sild og makrel. Eysturbúgvin er í samstarvi við partnara í øki 4 (Norðstreymi), ið vil styrkja grundarlagið fyri rakstri og menning. Verkætlanin kann geva munandi virðisøking, umframt fleiri og støðugari arbeiðspláss á landi í Sandoynni, eitt øki, sum í serligan mun uppfyllir økisrættaðu treytirnar.

Delta Seafood hevur drúgvar royndir innan botnfiskavinnuna, serliga við saltfiskaframleiðslu. Felagið hevur eisini framt ítøkiligar royndir at framleiða vørur úr sild og makrel. Ætlanin byggir á samstarv við aðrar aktørar í økinum. Verkætlanin kann greitt vera við til at skapa nýggj og støðugari arbeiðspláss, umframt nýggjar vinnumøguleikar í økinum bygt á lokalt samstarv. Talan er um eina áhugaverda virkisætlan, sum samstundis uppfyllir økisrættaður treytirnar.

14 stuðulsverdar umsóknir
Metingarnevndin skrivar í sínum tilmæli, at av teimum 38 umsóknunum, vóru 14 umsóknir, sum fylgdu treytunum í kunngerðini, og sum í prinsippinum vóru stuðulsverdar.

Men av tí at tonsatalið fyri hesar 14 umsóknirnar vóru nógv størri enn tonsatalið, ið var til at taka, var neyðugt at gea eina raðfesting, sum endaði við at níggju umsóknir vórðu gingnar á møti, men ikki við tí tonsatali, sum søkt varð um.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður