Heimatíðindi

Soleiðis komu fyrstu lameldekkini til Føroya

Soleiðis komu fyrstu lameldekkini til Føroya
2018-10-01 10:11 Author image
Leivur Hansen

Og soleiðis endaði seks ára langa samstarvið millum Sámal Bláhamar og fronsku dekkverksmiðjuna Michelin

Veturin nærkast í hvørjum, og hetta hevur sum kunnugt við sær, at ikki er loyvt at koyra við summardekkum í kava og frost.

Í dag finnast mong ymisk sløg av sera framkomnum vetrardekkum umframt tey umstríddu píkadekkini.

Franska dekkverksmiðjan Michelin skapti eina sanna kollvelting á hesum økinum, tá hon í 1981 kom á marknaðin við fyrsta lameldekkinum.

Hetta dekkið skaraði framúr við sínum serstakliga góða vegfesti – uttan píkar.


Føroyar við beinanvegin

Føroyar vóru millum fyrstu londini at nýta hesi dekkini, og hesum slóðaði undangongumaðurin á so mongum øðrum økjum her á landi, tann nú 70 ára gamli bil- og ferðavinnusmiðurin Sámal Bláhamar, fyri.

Hann umboðaði um hetta mundið Michelin í Føroyum.

Hann gjørdist umboðsmaður teirra seks ár frammanundan, í 1975, tá hann sum 27 ára gamal stovnaði fyritøkuna Super Dekk Service í Havn – fyrsta dekkverkstaðið í Føroyum, sum bæði seldi, skifti og javnvágstillaði dekk.

Árið fyri hevði hann við minni góðum úrsliti gjørt eina roynd at selt vulkaniserað ella forsollað dekk á einum neystalofti í Vestmanna, haðani hann er ættaður.

Hann hevði verið í Danmark í 1973 júst fyri at nema sær kunnleika innan hetta økið við einum dreymi um seinni at stovna egið vulkaniseringsvirki í Føroyum.


Gav skarvin yvir

Dekkini, sum hann innflutti til endamálið, komu frá donsku fyritøkuni, sum hann lærdi hjá í Odense.

Talan var um niðurslitin dekk, har nýtt gummi var lagt á slitbanarnar.

Men longu eftir einum hálvum ári gjørdi Sámal Bláhamar av at gevast við hesum virksemi.

– Orsøkin var, at slitbanarnir tíverri ikki vístu seg at halda nóg væl. Teir loysnaðu ov illa við tí úrsliti, at bilarnir fóru at rista. Klagurnar og endurgjaldskrøvini gjørdust so mong, at eg ikki hevði annað í at velja enn at geva skarvin yvir, greiðir Sámal Bláhamar eyðmjúkur frá.

Hann var tó so heppin at fáa endurgjald frá donsku fyritøkuni fyri øll tey umleið 80 dekkini, sum ikki vístu seg at vera í lagi.

– Hetta gjørdi, at eg tíbetur varðveitti skinnið á nøsini og kundi fara undir nýtt virksemi, greiðir ágrýtni íverksetarin víðari frá og heldur fram:

– Sum lið í stovnanini av Super Dekk Service árið eftir, fór eg at leita mær eftir heimsins besta dekki at umboða. Í hesum sambandi ráðførdi eg meg við hýruvognsførarar í Havn, sum allir vóru á einum máli um, at Peugeot-bilarnir, sum Francis Goldney tá umboðaði í Føroyum, høvdu tey bestu dekkini – Michelin-dekk.

– Eg vendi mær síðani til deild teirra í Danmark við umbøn um at gerast umboð teirra í Føroyum. Úrslitið varð, at deildarstjórin kom til Føroya at kanna viðurskiftini. Hann vildi eisini sleppa at vitja onnur bilverkstøð í landinum við mær sum ferðaleiðara.

– Eg setti tó sum treyt fyri hesum, at hann fyrst skuldi ganga umbøn míni um at umboða teir á møti, og hesum eftirlíkaði hann, staðfestir Sámal Bláhamar brosandi.


Misti umboðið

Tá Michelin tók allan heimsmarknaðin á bóli við lameldekkinum í 1981, sum segði spaðar fimm til øll onnur dekk, ið tá vóru á marknaðinum, var Sámal Bláhamar skjótur at fáa hesi forkunnugu dekkini til Føroya.

Tey gingu eisini sum heitt breyð beinanvegin, og hetta hevði við sær, at eisini kappingarneytar hansara fóru at keypa dekk frá honum.

Eitt nú minnist Sámal Bláhamar, at Auto Service í tveimum umførum keypti fyri ikki minni enn 1,1 milliónir krónur í lameldekkum frá honum!

Gleðin um einsamallur at umboða hesi dekkini í Føroyum, varð tó stokkut.

Longu árið eftir boðaði Michelin-deildin í Danmark Sámali frá, at tey ætlaðu at víðka umboðanina í Føroyum til eisini at fevna um aðrar dekksølur.

Á eini samkomu í Havn stutt eftir, har eisini Sámal Bláhamar var hjástaddur, boðaði stjórin so frá hesum.

– Aftan á fór eg yvir og tók í hondina á honum og segði ”I wish you a Good Year” og segði samstundis upp samstarvið við Michelin, greiðir Sámal Bláhamar frá.

Dagin eftir umboðaði hann ístaðin dekk frá kappingarneytanum hjá Michelin, Goodyear!

Super Dekk Service fór á húsagang undir búskaparkreppuni fyrst í nítiárunum.

Seinni endurstovnaði sonurin, Fríðrikur Bláhamar, fyritøkuna undir navninum Super Dekk.

Millum dekkini, hann umboðar, er eisini Michelin...

Her er Sámal á skeiði hjá eini vulkaniseringsfyritøku í Danmark í 1973

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður