Soleiðis halda sjey løgtingsfólk jól

Soleiðis halda sjey løgtingsfólk jól

Vit hava spurt sjey løgtingsfólk um jólini

2018-12-24 11:09 Author image
Leivur Hansen

[object Object]Bjarni Hammer, løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin, Tvøroyri

Hvat er serstakt við tínum jólum?

Eg veit ikki, hvussu serstakt tað er, men vit hava altíð givið okkum góða tíð at lata pakkar upp. Allar gávurnar verða lisnar upp, ein í senn og tíð verður sett av til at seta prís uppá hvørja einstøku gávu. Síðani verður farið til ta næstu. Tað tekur tímar at lata upp. Vit plaga at hava ein steðg, sum vit brúka at eta ris a la mande við mandlu og mandlugávu.
Tey yngstu, sum duga at lesa, lesa pakkarnar upp, og tann elsti í húsinum lesur jólaevangeliið.

Hvat er títt yndis jólaprýði?

Sum barn hevði eg ein seymaðan/heklaðan pakkakalendara, sum eg altíð gleddist um. Tá foreldrini hongdu hann upp, visti man, at jólini nærkaðust, og tá birtist okkurt serligt innaní.

Nær byrjar tú at jólast?

Vit byrja rímiliga tíðliga at jólast. Um miðjan november verður jólapyntið funnið fram, og vit byrja at pynta 3. sunnudag í november.

Hvussu nógvar jólagávur skalt tú keypa?

Eg keypi áleið 10 jólagávur. Restina keypir konan.

Bleytar ella harðar gávur?

Tá eg var yngri vóru hørðu pakkarnir teir, sum vóru mest spennandi, men seinnu árini gleðist eg fyri tað, sum eg fái, líkamikið um teir eru bleytir ella harðir. Tað vísir seg, at pakkarnir fækka í takt við árunum, sum leggjast afturat.

Hvussu nógvan penig brúkar tú upp á jólagávur?

Brúki 2-3000 kr.

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Eg havi ikki nakað ávíst jólagávuynski. Ikki materielt, men eg ynski mær hvørt ár eini góð og hugnalig jól við so nógvum sum gjørligt av mínum kæru tætt at.

Hvat etur tú á jólum?

Jólamorgun kl. ca. 12 hava vit altíð etið turt kjøt og heit epli aftur við. Jólaaftan er dunna fylt við súreplum og sviskum og onkuntíð eisini gás á borðinum. Afturvið hava vit innmatin, brúnkaði epli, heimagjørt reyðkál, tjúkka sós, perluleyk og waldorfsalat.

Hvør er tín yndis jólasálmur?

Mín yndis jolasálmur er: "Føgur er foldin." Tað var eisini yndis jólasálmurin hjá pápa mínum.

Hvat er tað besta við jólunum?

Tað besta við jólunum er hugnin og gleðin við at vera saman við familjuni og minnast Jesubarnið við allari tí gleði, sum tað inniber.

 

[object Object]Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, Tjóðveldi, Klaksvík

Hvat er serstakt við tínum jólum?

Tað serstaka við jólunum er sjálvur jóladámurin. Hjá okkum er dámurin merktur av hornblástri, kirkjugongd og sálmasangi - glað børn og vaksin í jólahýri.

 

Hvat er títt yndis jólaprýði?

Eg gleðist hvørt ár um kúlurnar á trænum, sum eg havi savnað saman úr heimsins heraðshornum. Ljósini, føroysku fløggini og kúlurnar geva mær kensluna av, at stóri heimurin rennur saman inni í stovu okkara, og tað gevur mær kensluna og vónina um frið á fold.

Nær byrjar tú at jólast?

Eg jólist ikki rættiliga, fyrr enn adventskransurin skal riggast til til 1. sunnudag í advent. Mangt dregur á tað borðið, at byrjast skal fyrr, men eg aftri meg at draga jólini ov tíðliga inn í gerandisdagin. Sanni jólahýrurin plagar at koma á meg á stórbæru jólakonsertini hjáKlaksvíkar Hornorkestrií Christianskirkjuni eina viku fyri jól. Og tá heilsan er løgd á gravarleiðini hjá ommum, abbum og systkjum okkara, so fara vit heim at halda høgtíð.

Hvussu nógvar jólagávur skalt tú keypa?

Eg keypi nógvar jólagávur, góðar tredivu.

Bleytar ella harðar gávur?

Eg vildi fegin givið øllum bleyta, heimagjørda gávu, men tað verður helst ikki fyrr enn eg veri pensjónist. Í staðin royni eg at finna góðar gávur, gjørdar í Føroyum; hetta eydnaðist væl seinastu jól.

Hvussu nógvan pening brúkar tú upp á jólagávur?

Eg keypi ikki dýrar gávur, men góðar og hóskandi. Men tað verða nakrar túsund, tá avtornar.

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Mær dámar best at gleða meg og onki at vita um, hvat goymir seg í pappírinum. Tað skal ikki nógv til at gleða meg, tí eg gangi ikki upp í merkir ella ávísar lutir.

Hvat etur tú á jólum?

Sjálv jólini byrja við røstum fiski, sperðli, garnatálg og spiki tollaksmessukvøld, tá øll í mini familju er savnað - eini 18 fólk.

Jólaaftan eta vit gás og dunnu, sum hevur vunnið á ræsta kjøtinum. Skarðsfólk ótu hvørki dunnu ella hønu, so hjá okkum var altíð ræst kjøt jólaaftan. Í staðin eta vit ræst kjøt fyrsta dag, og standi eg fyri matgerðini, so verður tað steikt og afturvið hava vit rómaepli, rótamos, waldorfsalat og heimagjørt reyðkál. Oman á fáa vit rísalamang.

Annars hava vit kleynir, hjalskøku, piparnøtur og marsipan, og eingilsku karamellurnar mugu eisini standa á borðinum alla tíðina.

Hvør er tín yndis jólasálmur?

Størsti og vakrasti jólasálmurin, yrktur á føroyskum, er ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt” eftir Símun av Skarði. Skaldið dugir sum fáur at lýsa jólini í Føroyum, og tað er sum gongur hann í millum fjøllini her norðuri, tá hann yrkir og fær myndirnar, sum t.d. “Tó myrkur fyllir dalar og skørð, og stormurin ýlir í gjáum, so fjakkar Jesus enn á jørð, við sínum jólagávum”

Hvat er tað besta við jólunum?

Friðurin og gleðin um alt tað dýrabæra, eg eigi, kemur á meg um jólini. Eitt gott heim, foreldur, systkin og børn og sjálvt lívið. Eg eri glað og takksom á jólum.

 

 

[object Object]Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, Javnaðarflokkurin,  Klaksvík

Hvat er serstakt við tínum jólum?

Sum hjá flestu føroyskum barnafamiljum eru konsertir, sjónleikir og jólahald á skránni undan jólum. Her í Klaksvík er dagurin, tá ið jólaskipið kemur ein dagur, sum ikki má gloymast. Jóladagarnar er jólaboðskapurin og familjan í hásæti. Farið verður í kirkju jóladagarnar og familjan er nógv saman. 2. jóladag fara vit vanliga til Dals til jólatræshald, sum altíð hevur ein serliga hugnligan dám. Er føroyskur dansur á skránni 2. jólakvøld, verður vanliga luttikið har eisini.

 

Hvat er títt yndis jólaprýði?

Tankarnir leita aftur til barnaárini, tá eg fái hendan spurningin. Omma mín hevði altíð eina mynd av nøkrum vættrum hangandi í køkinum á jólum. Hendan myndin rennur fram fyri meg. Mamma var von at gera eitt kavaland í stovuni, ið vit spældu heilt nógv við. Eisini tað stendur sterkt í minninum.

Í dag eru yndisprýðini, prýðir, sum børnini hava gjørt. Tey eru kanska ikki tey vakrastu, men tey siga mær mest.

Nær byrjar tú at jólast?

Ein mánað undan jólum.

Hvussu nógvar jólagávur skalt tú keypa?

Vit keypa fleiri jólagávur saman, men sum oftast rennur tíðin undan. So býta eg og konan jólagávukeypi millum okkum. Í mín lut falla tá eini 4 - 6 gávur.

Bleytar ella harðar gávur?

Tá ein var yngri vóru harðar gávur tær bestu. Nú haldi eg at gleðin er eins stór, óansæð um gávan er bleyt ella hørð.  

Hvussu nógvan pening brúkar tú upp á jólagávur?

Tað kann vera so ymiskt, alt eftir hvat børnini ynskja sær.

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Ynskini, ið ganga aftur á hvørjum ári eru nýggjar føroyskar bøkur og klæðir. Umframt hetta ynski eg mær í ár stimaknappar til kot.

Hvat etur tú á jólum?

Jólaaftan eta vit dunnu, og jóladag er tað ræstur skoraveðrur, sum er í pottinum. 2. jóladag er tað meiri ymiskt. Tað kann vera feskt kjøt, kalvi ella hara.

Hvør er tín yndis jólasálmur?

Tað er jólasálmurin ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt” hjá Símuni av Skarði. Omma mín var ættað av Skarði. Tá eg hoyri hendan jólasálmin, hugsi eg ofta um tey, ið eftir sótu á Skarði í 1913. Har umframt er sálmurin væl yrktur, hevur eitt gott lag, er bygdur á føroyskt myndamál og hevur ein góðan jólaboðskap. Hetta ger hann til mín yndis jólasálm.

Hvat er tað besta við jólunum?

Tað besta við jólunum er, at hetta er tíðin, tá ið familjan verður raðfest fram um alt annað, og at jólagleðin setir dagsskránna.

 

[object Object]

Ruth Vang, løgtingskvinna, Framsókn, Tórshavn

Hvat er serstakt við tínum jólum?

Elsta dóttir okkara fyllir 1.jóladag. Onkutíð hildu vit, at tað var strævið at halda føðingardag á jólum, men nú hon er vaksin og flutt heiman, sakni eg eisini føðingardagsstákanina.  Í fjør hildu vit jól í Grønlandi, tí maður mín hevur arbeitt í Grønlandi eitt tíðarskeið. Tað var heilt serligt. Í 2015 hildu vit jól í Svínoy saman við tveimum systkinabørnum við familju. Tað vóru eisini eini serlig og stak hugnalig jól. Annars ímyndi eg mær, at míni jól líkjast jólunum hjá flestu føroyingum.

Hvat er títt yndis jólaprýði?

Ongi jól uttan ljósketur, jóladekoratiónir og heimagjørdan adventskrans. Mær dámar væl jólaprýði og eg eigi nóg mikið til at prýða fleiri hús. Kortini falli eg fyri freistingini at keypa okkurt smáting aftrat hvørt einasta ár. Fái meg heldur ikki at koyra burtur, tí nógv av tí hevur kensluvirði av ymsum slagi; okkurt er arvað frá ommum og abbum, okkurt minnir meg um, tá børnini vóru lítil osv. Men ein stórur partur sleppur at liggja í eskjunum, tí tað heilt einkult ikki er pláss fyri øllum.

Nær byrjar tú at jólast?

Eg eri ikki ein av teimum, sum suffi, tá handlarnir byrja at seta jólavørurnar fram. Tvørturímóti gleðist eg yvir jólahugnan, tá dagarnir av álvara styttast, tó at eg sjálv ikki geri so nógv burturúr so tíðliga. Hesi árini eg havi sitið á Løgtingi, hevur fíggjarlógin í ávísan mun avmarkað ella seinkað jólastákingina. Hinvegin njóti eg tað so mikið meir, tá eg fari í jólafrí.

Hvussu nógvar jólagávur skalt tú keypa?

Havi ikki ítøkiliga talið í høvdinum, men umleið 15 í alt. Eg keypi til míni nærmastu umframt nøkur børn í familjuni.

Bleytar ella harðar gávur?

Eg má viðganga, at eg geri ikki so nógv burturúr at leita eftir jólagávum. Burtursæð frá gávunum til míni nærmastu, so tekur jólagávukeypi ikki nógvar tímar. Keypi vanliga allar í senn í 2-3 handlum. Eg avgjørdi fyri nógvum árum síðani, at eg tími ikki at stressa um jólagávur; finni eg ikki eitthvørt spennandi, ja so verður tað okkurt minni spennandi.

Hvussu nógvan pening brúkar tú upp á jólagávur?

Tað er ymiskt. Tey nærmastu fáa hampuliga góðar gávur.

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Bøkur eru altíð á mínum ynskilista og kanska eisini okkurt meiri persónligt, til dømis okkurt ávíst plagg. Mótsatt nógvum øðrum kvinnum, kann eg eisini finna uppá at ynskja mær okkurt til húsarhaldið.

Hvat etur tú á jólum?

Sera siðbundið. Dunna og rísalamang jólaaftan. Ræst kjøt ein av jóladøgunum.

Mær dámar væl at baka til jóla, eisini her liggur tað nokkso fast, plagi m.a. at baka eina sera tunga italska jólakøku, panforte, sum ikki øllum dáma.

Hvør er tín yndis jólasálmur?

Mær dámar allar teir gomlu jólasálmarnar. Púra vónleyst at velja bara ein. Eisini haldi eg at ”Kvirra um fjøll og fløtur” hjá Øssuri Berghamar er serstakliga vakur. ”Jól eru nær” hjá Kim Hansen eisini. Og so hevur jólasangurin ”Nú er jól”, sum morbróðir Eli Andresen gav út í 1988, serligan týdning fyri okkum. Eli doyði í vanlukku í Mykinesi í 1991, bara 42 ára gamal. Eli gjørdi bæði orð og lag.

Hvat er tað besta við jólunum?

Hugnin, friðurin og samveran við familju og vinum.

 

[object Object]Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, Sjálvstýri, Glyvrar

 

Hvat er serstakt við tínum jólum?

"Børn eru børn og tað verða vit við, tá vit um jólatræið lið um lið"; syngja vit í einum jólasangi. Hetta er so satt, sum tað er sagt, tí jólini eru barnahátíðin mikla, og vit minnast aftur á barnaárini og spennandi frásøgnina um Jósef og Mariu, barnið í krubbuni, vísmenninar úr Eysturlondum, hirðarnar á markini og einglasongin. Nógv vatn er runnið í ánni síðan vit vóru børn, vit eru eld og nógv av okkara kæru eru farin undir grønutorvu, men jólaboðskapurin er hin sami og Kristus livir. 

Seinastu árini hava vit annaðhvørt ár hildið jól heima saman við okkara seks børnum við maka og verbørnum.

Í ár halda vit jól í Danmark, har vit vænta at síggja børnini, sum búgva uttanlands saman við familju.

Hvat er títt yndis jólaprýði?

Tað má verða jólastjørnan.

Nær byrjar tú at jólast?

Í allar seinastu løtu

Hvussu nógvar jólagávur skalt tú keypa?

Bert tað einu til konuna við góðari hjálp frá børnunum. Restina gott tríati gávur klárar hon.

Bleytar ella harðar gávur?

Tað man verða ein blandingur, tó eru ivaleyst fleiri bleytar.

Hvussu nógvan pening brúkar tú upp á jólagávur?

Nakrar túsund krónur.

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Á jólum ynski eg at gleða onnur og at tey skulu fáa eini gleðilig jól. 

Hvat etur tú á jólum?

Oftast dunnu jólaaftan. Fleskasteik og lambasteik fyrsta og annan jóladag.

Hvør er tín yndis jólasálmur?

”Gleðilig jól”

Hvat er tað besta við jólunum?

Jólini er friðarhátíðin mikla, halga føðing Jesu við guðstænastum og familjuhugna har vit njóta samveruna og gleðina um at fáa nakrar dagar saman at styrkja familjubondini.

 

[object Object]Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, Tjóðveldi, Tórshavn

Hvat er serstakt við tínum jólum? 

Jólini byrja hjá okkum um kvøldið á Tollaksmessu, tá verfamiljan savnast til døgverða hjá eini fastrini hjá børnunum. Vit eru um 20 fólk. Tá er ræstur fiskur, garnatálg, sperðil og turt spik við onkrum góðum í glasið afturvið. Maður hennara er útróðrarmaður og sonur hansara siglur, so fiskurin er fyrsta flokks. Tað er altíð sera hugnaligt, vit syngja og dansa um træið og børnini fáa eina gávu. Omaná er heimagjørt køkuhús. Tá eru jól.

Hvat er yndis jólaprýðið? 

Eg havi altíð verið sera glað fyri ein jólakalendara, sum gumma mín broderaði til mín, tá eg var barn. Kalendarin hevur fylgt mær alt eg kann minnast. Síðani eg havi fingið børn, eru tey jólaprýði, tey hava gjørt, millum míni yndisjólaprýði

Nær byrjar tú at jólast?

Jól og sangur hanga saman í míni verð. Nú er tað serliga dótturin, sum syngur í kóri, og tá hon venur, er lætt at koma í jólahýri. Annars meldar jólahýrurin seg, tá Händels Messias ella jólaoratoriið hjá Bach eru á skránni. Hesi árini eg havi verið á Løgtingi síggi eg beint á jólapyntaða Vaglið, har børn hugna sær og skoyta. Hetta og angin av pannukøkum í Gongugøtuni er sera jólaligt. Hetta er alt í fyrru helvt av desember, men annars haldi eg, at eg byrji at 'jólast', tá fyrsta ljósið í adventskransinum verður tendrað. Nær eg byrji at baka er sera ymiskt, men jólini koma altíð, líkamikið um eg havi gjørt alt eg ætli mær ella ikki. 

Hvussu nógvar jólagávur skalt tú keypa?

Eg havi ikki yvirlit enn, men børnini fáa sjálvandi onkra gávuna. Nú havi eg ein 'eyka-son' í Týsklandi. Max, sum búði hjá okkum síðsta ár sum skiftisnæmingur, havi eg longu keypt til, tí gávan skal sendast til hansara. Tað plagar at vera rættiliga fitt av gávum at keypa, men eg eri ikki komin til tað enn. Væntandi gera vit, sum vit plaga, at vit trý fara saman í býin at keypa. Tað plagar at vera sera hugnaligt.

Bleytar ella harðar pakkar?

Ein blandingur, alt eftir hvat tey ymisku ynskja sær.

Hvussu nógvan pening brúkar tú upp á jólagávur?

Skomm at siga frá, so veit eg ikki rættiliga, hvussu nógvan pening eg keypi fyri. Eg haldi tó, at tað er gott at halda gávunum á 'rímiligum' støði, so tað ikki verða ov dýrar gávur. 

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Mær dámar sera væl at fáa onkra góða bók í jólagávu, og eg ynski mær fleiri av nýútgivnu føroysku bókunum í jólagávu. Eisini dámar mær væl føroyskt handverk, og á ynskilepanum er millum annað skeribretti frá Joel Cole og keramikk frá Leirlist.

Hvat etur tú á jólum? 

Sum vant eti eg ov nógv, eisini á jólum. Á Tollaksmessu er ræstur fiskur sum nevnt á skránni. Jólaaftan plagdu vit fyrr at eta ræst kjøt, men seinnu árini hava vit etið gás. Ræsta kjøtið er so á skránni annan dag.

Hvør er tín yndis jólasálmur? 

Um aldarskiftið búði eg í Noregi, og tá sang eg við Oslo Filharmoniini. Vit høvdu fastan tátt á jólakonsertunum at syngja eina serstaka útgávu av ”mit hjerte altid vanker” ella á føroyskum ”mítt hjarta tilhald hevur”. Sangurin var fastur táttur á nógvu jólakonsertunum og hevur síðani havt eitt heilt serstakt pláss í mínum hjarta. Annars er onki meira jólaligt enn at sita í eini fullari kirkju á jólum og syngja ”Gleðilig jól”.

Hvat er tað besta við jólunum?

Tað besta við jólunum er uttan iva at vera saman við mínum nærmastu. At hava tíð til at vera saman og njóta friðin og jólagleðina. 

 

[object Object]Kristianna Winther Poulsenløgtingskvinna, Javnaðarflokkurin, Tórshavn

 

Hvat er serstakt við tínum jólum?

Fyri meg eru jólini bæði hugnalig og hátíðarlig. Góður matur saman við familjuni. Vit plaga at spæla ymisk stuttlig spøl, og tá er ófør málageipan. Tær friðarligu løturnar í kirkjuni dámar mær væl. Jólafriðurin er ein góður og tiltrongdur linni frá gerandismeldrinum. 

Hvat er títt yndis jólaprýði?

Tað munnu vera tey smáu prýðini, sum sonurin kom heim við úr barnagarðinum, tann tíð tað var. Har hevur Georg Jensen ongan tjans.

Nær byrjar tú at jólast?

Seinastu árini hevur tað verið tengt at, nær tingið fer í jólafrí. Tað eru langir dagar í tinginum í desember, og tá eru ikki stundir til stórvegis jólastákan. Eg eri ikki typan, sum keypi jólagávur á útsølu í august, men eg plagi at turbokeypa tær 22. og 23. desember. Tá eg fyrst fari í gongd, eri eg ótrúliga effektiv.

Hvussu nógvar jólagávur skalt tú keypa?

Einar 20 ella 30 blívur tað nokk til, og tær eru til børn og vaksin millum 1 og 80 ár. Systkini hava nógv børn, og onkur teirra hava nú sjálvi fingið børn. Eisini børn, eg eri gumma at og børn hjá vinkonum eru á gávulistanum. 

Bleytar ella harðar gávur?

Bleytar og harðar hvørt um annað. Og av tí at eg ofta eri so sein á veg, eru gávukort ein góð og løtt loysn, sum eg plagi at brúka til tey stóru børnini.

Hvussu nógvan pening brúkar tú upp á jólagávur?

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvar pengar eg brúki. Onkrar kosta meira og onkrar minni. Droymi altíð um at vera ein, sum bindur og seymar og tilvirkar jólagávurnar sjálv, men hetta blívur sjálvandi ongantíð til nakað fyri mítt viðkomandi. Kanska gott tað sama fyri tey, sum fáa jólagávur frá mær. Men jólagávurnar eru ikki ovurdýrar.

Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Mær dámar væl at fáa bøkur, men ein bleytur pakki er heldur ikki so galin. Og nú samli eg faktisk eisini uppá eitt koppastell. Men bara tað, at fólk í allari jólastrongdini gera sær tann ómak at finna okkurt til mín, er jú rørandi.

Hvat etur tú á jólum?

Alt gott og so nógv sum gjørligt. Jólaaftan plagar tað at vera hetta danska við dunnu og øllum tí, sum hartil hoyrir, og fyrsta jóladag eta vit ofta ræst kjøt. Og ikki at gloyma tað nógva góðgætið umframt nøkur gløs av onkrum góðum, sum eisini lættliga glíða niðurum. 

Hvør er tín yndis jólasálmur?

Ikki so lætt at velja, tí nógvir vakrir jólasálmar eru, sum vit bara syngja og hoyra um jólini. Men ”Føgur er foldin”, sum Jákup Dahl próstur týddi eftir Ingemann, og ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt” eftir Símun av Skarði eru serligir fyri meg. Tann fyrri tí hann er so ómetaliga vakur og friðsælur, og tann seinna dámar mær so væl, tí hann snýr seg um vón og ugga til teirra, sum hava tað svárt. Eisini minna hesir báðir sálmarnir meg um ommu og abba mín.

Hvat er tað besta við jólunum?

Tann heilt serliga friðin, sum er í býnum jólaaftan um kvøldið dámar mær væl. At vit øll royna at vera betri menniskju og bera okkum væl at hvør móti øðrum er eisini ein partur av tí. At so nógv fólk hava prýðisljós uttanfyri húsini er vakurt og ger myrkrið lættari at tola. Vetrarveðrið hoyrir til høgtíðina, og eru jólini hvít, ja so er lukkan gjørd.

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður