Soleiðis bleiv mín dreymur lumpaður frá mær

2020-06-30 19:01 Author image
Erling Bech

Í Dimmlætting nummar 17, 18 og 19 frá ávikavist 7., 14. og 21. mai 2020 er málið um Læknahúsið í Kirkjustræti 2 í Hoyvík lýst í greinum, har bæði Annika Olsen, borgarstjóri, og Heðin Lamhauge, núverandi eigarin av Læknahúsinum, eru sloppin til orðanna.

Í hesum lesarabrævi sigur Erling Bech, sum bygdi húsið og sjálvur royndi at fáa leiguavtalu í lag við Tórshavnar Kommunu, søguna, sum hann hevur upplivað hana. Yvirskriftin er eisini hansara.

--

Líka síðan eg bygdi á Ternuryggi, havi eg følt sviðan av at verða svartstemplaður av umsiting og politikarum í Tórshavnar Býráð.

Í øll hesi árini havi eg havt fíggindar, sum hava verði ímóti mær og roynt at saboterað og forða mær í øllum, eg havi roynt at skapa og fingi at bera til.

Um ein er treiskur og krevur sín rætt og ikki góðtekur eitt illgrundað nei, sum er grundað á persónligan illvilja, so verður man svartstemplaður, og er man tað, so er tað fyri alt lívið, og tá er ringt og næstan vónleyst at fáa nakrar sømdir. 

Tað síðsta er so handilshúsið, ið eg havi stríðst við kommununa við síðani 1985. Hetta var mín dreymur, sum eg royndi at fáa til verðuleika. Kommunan royndi meira enn einaferð at taka stykkið frá mær eftir fyrst at hava játtað mær tað, men eisini áðrenn eg hevði keypt tað. Síðani royndu teir at taka tað frá mær, áðrenn eg slapp at byggja, og roynt var eisini at forða mær at fara undir byggingina, og tá hon var farin í gongd, varð roynt at steðga henni.

Fleiri politikarar hava sagt við meg, at tað var reinur fananskapur, sum lá aftanfyri, og ein í umsitingini segði mær, at feilurin var tann, at tey ikki toldu, at eg kundi gera alt sjálvur við tekningum og sovorðið.

Tá tað var komið so langt, at bygningurin næstan var liðugt innilokaður, vælegnaður til tørvin, sum kommunan hevði á læknahølum, hjálptu tey øðrum at taka bygningin frá mær.

Ígjøgnum spf. Nira hjá Birgiri Nielsen bjóðaði eg Tórshavnar Kommunu húsið til læknahús, men tey funnu upp á onkra undanførslu fyri at siga nei. Veruleikin var, at tey hava so nógv ímóti Erlingi Bech, at hann skuldi ongantíð í verðini fáa ein sáttmála við kommununa, sjálvt um metingin hjá teimun sjálvum segði, at bygningurin var best egnaður av teimum fimm húsunum, tey fingu bjóðað.

Tað hevur verið ein náðileysur kampur við kommununa, sum eg mátti tapa, tí tey hava altíð buktina og báðar endarnar. 

Men tey høvdu jú brúk fyri bygninginum og vildu finna uppá onkran máta at fáa hendur á honum. Heðin Lamhauge segði mær, at hann var biðin um at levera hølini til ein leigara, altso at lokka bygningin frá mær og levera teimum hølini. Hann hevur sjálvur upplýst fyri mær, at tað var bílagt arbeiðið frá leigaranum, men tá visti eg bara ikki, hvør leigarin var.

Borgarstjórin hevur sagt, at tilboðið frá Heðini nærum datt niður úr erva til kommununa. Men Heðin sigður við Dimmu, at hann hevði tosað við kommununa longu í apríl 2018, altso hálvan annan mánað áðrenn hann gjørdi avtalu við kommununa, og meðan eg enn átti bygningin. Hann sigur, at hann ikki minnist, hvønn hann tosaði við, góður sjónleikari má sigast. Men nærliggjandi er at spyrja borgarstjóran, um mítt tilboð fleiri mánaðir áðrenn kom úr neðra, tá tað hjá Heðin datt úr erva. 

Ein lygn frá í neðra
Eisini sigur Heðin, at eg gekk á seg at keypa bygningin, tað er eisini ein lygn frá í neðra. Sera óhóskandi.

Fyri at hjálpa býráðnum fekk Heðin sostatt ein feitan sáttmála, 4,5 milliónir krónur meira enn eg hevði bjóðað teimum bygningin fyri. 

Svarið til mín frá býráðnum var, at kjallarin var óegnaður, og leitað var eftir øðrum bygningi.

Eg havi tvær ferðir bjóðað einum politikara, sum eg helt verða ein vinur, húsið til læknahús. Fyrsta svarið var, at kommunan sjálv skuldi byggja læknahús. Nú aftaná segði sami politikari við meg, at kommunan skuldi leiga og ikki byggja.

Eg visti at eg ongan vin hevði í býráðnum, men ikki at eg hevði so nógvar fíggindar, og at hatrið til mín var so stórt. Sjálvandi visti eg, at kommunan aldrin fór at leiga frá mær, tað var til at liva við, men henda beistagerðin móti mær, sum gjørdi, at eg misti bygningin, er ikki løtt at liva við.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita nøvnini á teimum, sum mettu um bygningin og fixaðu hasa beistagerðina.

Tað hava allar tíðir verið persónar (skrankapávar) í Tórshavnar býráð, sum elska og hava gleði av at pína onkran borgara og vísa sína makt, teir gloyma, at teir eiga at tæna og og verða hjálpsamir mótvegis borgarunum.

At persónar í kommununi undirhonds biðja Heðin Lamhauge skaffa teimum bygningin til læknanølir, eftir at teir høvdu vrakað hann, tá eg var eigari, vísir bara, hvussu óndir teir eru. Teir vildu hava húsið, men vildu bara hava meg burtur fyrst.

Kladdan hjá Heðini Lamhauge og Birgiri Nielsen
At hava møtt Heðini Lamhauge og Birgiri Nielsen í samkomuni hevur verið ein vanlukka fyri meg.

Tríggjar treytir skuldu verða uppfyltar áðrenn 1. juli 2018. Vóru tær ikki tað, kundi eg annulera sáttmálan.

  1. Váttan upp á fígging. Men eg fekk onga váttan.
  2. Váttan frá byggideildini fyri broytingar við tekningunum. Men eg fekk onga  váttan.
  3. Váttan frá býráðnum uppá, at teir góðtóku Heðin sum nýggjan eigara av ognini. Men eg fekk onga váttan.

Í staðin fekk eg samskiftið við býráðið, har Heðin søkir um at fáa loyvi til víðarisølu. Tað var eg, sum skuldi søkt um loyvi til víðarisølu og ikki hann, og har gevur býráðið eitt tilmæli (Tilmæli: Vísandi til, at innilokaður bygningur er bygdur á ognina, mæla  kommunustjórin og leiðarin á Stjórnarskrivstovuni til at loyva og taka víðarisøluna til eftirtektar.)

Men eg fekk ikki nakra váttan, sum beinleiðis góðtók Heðin sum nýggjan eigara.

Heðin helt ikki sáttmálan, men alíkavæl hótti hann meg til at undirskriva skeytið. 

[object Object]

 

Bleiv lokkaður, pressaður og lumpaður at undirskriva eina keypskladdu av Heðin og Birgir
Birgir bað meg um at sleppa at bjóða bygningin út til leigu, vit gjørdu ein sáttmála fyri eitt hálvt ár. Tað var ein skandala fyri meg at lata spf. Nira bjóða bygningin til leigu og kommununi húsið til læknahús, tí í somu løtu kommunan vísti áhuga í ognini hjá Betri, har Birgir var nevndarformaður, bleiv mítt tilboð til kommununa lagt á ís.

Eg bað Birgir um at spyrja teir, sum vóru áhugaðir at leiga bygningin, um teir kanska vóru áhugaðir at keypa bygningin, og tað gjørdi eg eisini við fleiri aðrar, sum spurdu nærri um bygningin. Fleiri vístu áhuga fyri at keypa bygningin, og eg segði, at teir kundu koma við einum boði.

Heðin konfronteraði meg eisini við, at eg hevði ringt til Klaksvíkar og spurt um áhuga at koma við einum boði uppá bygningin. Tað kundi hann bara hava fingið at vita frá Birgiri, tí eingin annar hevði kunnleika um tað.

Men eg spurdi meg bara fyri so at tað bar til at meta um prís, og hvat eg kundi fáa fyri bygningin, um tað gjørdist neyðugt at selja hann, um hann ikki kundi leigast út, og eg kom í fíggjarliga neyð. Tí spældi eg mær við tankan um at selja, men vildi allatíðina helst leiga bygningin út.

Eg bjóðaði ongantíð Heðini ella nøkrum øðrum áhugaðum til nakra sølusamtalu ella lýsti bygningin til sølu. Alt prát um sølu var mest bara tankar og snakk fyri at svara fólki uppá teirra spurningar.

Birgir segði, at hann sum nevndarformaður í Betri ikki kundi selja bygningin, tað lat hann aðrar gera, og tí bað eg hann ongantíð um at royna at selja bygningin.

Men Birgi Nielsen kláraði ikki at leiga bygningin út innan eitt hálvt ár, sum sáttmálin segði, og kundi hann ikki tað, skuldi hann ikki hava nakra samsýning. Sostatt misti hann eina samsýning upp á meira enn 100.000 krónur, men teimum royndi hann kortini at fáa fatur á, tá hann undirhonds hevði verið við til at skaffa vinmanninum Heðini bygningin. Sjálvt um Birgir sum nevndarformaður hjá Betri jú ikki hevði loyvi at medvirka til nakra sølu.

Ein dagin ringdi Birgir og segði, at hann hevði ein áhugaðan keypara, ein vinmann, sum eg eisini kendi frá samkomuni. Birgir spurdi, um hesin kundi ringja til mín, og tí játtaði eg. 

Heðin, sum er vinur við Birgir, og sum eg hevði hitt í samkomuni, heilsa upp á og lurta eftir hansara prædikum, men ongantíð prátað við í kaffisteðginum, ringdi og spurdi, um hann kundi fáa eitt prát við meg. Eg játtaði, og hann kom heim til mín. Tað bleiv til eitt tríggjar tímar langt prát. Hann segði, at hann var biðin um at levera hølini til ein almennan stovn, men kundi ikki siga hvør tað var, tað hevði hann lovað teimum, men tað hevði skund.

Hesar tímarnar útleveraði eg næstan alt mítt privatlív og allar mínar dreymar við húsinum og mínar framtíðarplanir. Eisini segði eg honum um mínar kvalir við Tórshavnar Kommunu, og hvussu tey høvdu svartstemplað og saboterað meg øll hesi árini.

Bróðir og prædikumaður
Hann slapp undir húðina á mær og líka inn í hjartað sum bróðir í samkomuni og eisini sum prædikumaður. Lok bleiv ikki lagt á nakað.

Og hann vildi keypa húsið. Men eg vildi ikki taka av hansara tilboði um keyp til ein undirprís men segði, at eg hevði onki ímóti at deila við hann. Eg bjóðaði honum at keypa helvtina av bygninginum, so vit saman kundu fara víðari.

Heðin fekk at vita, hvussu nógv eg vildi hava, um eg var áhugaður at selja. Hann var langt frá tí prísinum.

Hann segði mær, hvussu bygningurin skuldi innrættast og vildi ganga við til, at hann hevði tveir triðingar og eg ein triðing. Tað kundi eg ikki ganga við til, tí eg helt tað vera órímiligt; eisini vildi eg missa alla ávirkan.

Men hann reypaði og greiddi frá, at almenni stovnurin, sum hann hevði gott samskifti við, hevði so gott álit á sær, at teir høvdu biðið hann levera hølini til teir. Tað hevði skund og skuldi helst verða innan eitt ár. Eg spurdi, um teir vistu, at tað var mín bygningur, hann skuldi levera, jú, tað vistu teir.

Eg hugsaði so, at hann hevði leigara, sum eg ikki kundi røkka, og at tað var ikki nógv at gera við tað.

Eg segði so við hann, at nú eg hevði ein tóman bygning, og hann manglaði ein bygning til sítt projekt, so vit kundu sláa okkum saman, men tað vildi hann ikki.

Lítið visti eg, at hann hevði stolið mítt prosjekt og selt tað til kommununa. Hann var vitandi um mína miseydnaðu roynd at leiga bygningin til kommununa, og tað er nærliggjandi at hugsa, hvør hevði givið honum hesa vitan.

Eg bleiv meira og meira drigin inn í hansara prosjekt, fekk at vita, hvat neyð hann var í til tess at levera hølini. Hann fekk meg at føla, at eg mátti hjálpa honum.

Heðin brúkti sálarligar snildir og manipuleraði meg til at hjálpa sær. Eg fekk eina kenslu av, at maðurin hevði brúk fyri hjálp frá mær, men eg segði honum, at tað ongantíð var meiningin at selja bygningin, men at leiga út og takkaði nei til tilboðið.

Hann gavst tó ikki so, hann vildi lokka bygningin frá mær.

Hann gav mær ikki frið, ein dagin ringdi hann og spurdi, um vit kundu fáa eitt prát aftur, eg royndi at bera meg undan og segði, at eg ræddist hesi prátini, tí tey vóru farlig. Hann góðtók tað ikki, men trýsti á – nei, nei vit skuldu bara práta saman aftur, nú vit høvdu havt eitt so hugnaligt prát seinast. Eg hugsaði, at hann var jú ein bróður í Harranum, so eg vildi vera fittur, játtaði og hann kom aftur heim til okkum.

Práti vardi hesaferð í tveir tímar, tosað varð um øll lívsins viðurskifti, og hann segði mær frá um hansara taktiska máta at røkka sínum máli – at hann hugdi eftir interessantum fiskum, og hvussu hann so útvaldi sær teir mest áhugaverdu fiskarnar og síðani miðvíst royndi at fanga teir og røkka sínum máli; tað var ein strategi, hann nýtti, og sum riggaði væl. 

Eg visti ikki tá, at hann hevði fingið eyga á ein feitan gullfisk, sum hann kannaði sær og ikki ætlaði at lata sleppa. Hann vildi ikki gevast, fyrr enn fiskurin var fingin í nótina, sum hann miðvíst hevði kastað út. Hann lumpaði meg í nótina.

Eg bleiv trýstur og manipuleraður, og nú lokkaði hann við at leggja eitt sindur omaná tilboðið fyri at fáa meg at selja honum bygningin undirhonds. Hann royndi við øllum kynstrum at yvirtala meg.

Heðin fekk aftur at vita, at eg ikki var áhugaður í hansara tilboði, sum eisini var ov lágt, um eg væl at merkja vildi selja, og at tað ikki var neyðugt hjá mær at selja.

Men hann helt fram at manipulera meg, nýtti síni snakkievni og psykologisku snildir, segði mær, hvussu eg skuldi njóta restina av lívinum saman við konuni og børnunum, og brúka pengarnar, eg fekk fyri bygningin, til at hava tað gott, nú eg var komin upp í árini. Eg skuldi forkela meg og konuna, fara út at ferðast og njóta tað tíðina, eg hevði eftir at liva.

Hann hevur eini fantastisk evni at yvirtala, hvønn tað skal verða, ein modernaður fidusmakari, sum bara hugsar um mammon og at fáa fatur á annans ogn og vaksa um sítt jarðiska ríkidømi.

Hann tosaði bara til egnan fyrimun, eg bleiv rivin við, hann kom sum ein bróður og tjóvur inn gjøgnum bakdyrnar og og vildi kanna, hvar eg var veikast, og hvussu hann kundi fáa yvirtalað og lumpað meg. 

[object Object]

 

Fekk hjálp frá Birgir at lokka meg at selja
Sum áður nevnt bað eg ikki Birgir selja bygningin, tí tað segði hann seg ikki kunna sum nevndarformaður í Betri. Heldur ikki bað eg Heðin koma til eina sølusamtalu. Eg hevði eina avtalu við Betri Heim um, at teir skuldu selja bygningin, um tað gjørdist neyðugt, og tað segði eg við Birgir.

Men Heðin fekk undirhondsavtalu við ein leigara fyri síðan at lokka bygningin frá mær við hjálp frá Birgiri.

Eg fekk ikki frið fyri Heðin, hann plágaði  meg, ringdi aftur og pressaði uppá, spurdi um hann og Birgir kundu koma at práta við meg, tí hann skuldi hava eina skjóta avgerð við leigaran.

Heðin og Birgir koma so heim til mín og, Birgir spurdi Heðin um tað ikki var so at hann hevði hugt eftir øðrum bygningi at keypa til endamálið, tað verður tosað um at hann skal hava eitt svar í dag ella keypir hann annan bygning, hann hevði hugt eftir og Magnus var klárur til at stoypa ein bygning til endamáli, teir royndu at pressa meg.

Eg segði teimum, at eg helst ikki vildi selja, men leiga út, og tað visti Birgir eisini. 

Birgir bað um at sleppa at leiga bygningin út, og hann hevði í samsvari við okkara sáttmála roynt í eitt hálvt ár at fáa leigara til húsið, men tað var ikki eydnast. Aftaná at hann var givin, hevði eg beinanvegin ein leigara við hondina til ovaru hædd, og kjallaran skuldi versonurin hava.

Men enn vildi Birgir undirhonds selja vinmanninum bygningin hjá mær og so fáa fatur á teimum 100.000 krónunum, hann skuldi havt í provisjón, um tað var eydnast honum at leiga bygningin út, men sum hann nú hevði mist. 

Teir koyrdu alt prosjektið uttan at spyrja meg um mína meining, alt var gjørt klárt, eg hevði onga ávirkan ella nakað at siga. Heðin behandlaði meg sum ein smádrong og skúlanæming og dikteraði alt, sum eg skuldi gera. Hann var ágangandi og stýrdi prosjektinum, sum um hann átti tað.

Heðin spurdi, um hann kundi lána vesið, hetta var kanska avtalað spæl.

Nú fingu Birgir og eg eitt prát, hann segði, at hann helt, at hatta var eitt gott tilboð. Hann royndi at mýkja meg. Komin út aftur helt Heðin, at hann kundi leggja eitt sindur oman á, um eg vildi arbeiða 1.000 tímar fyri hann og hjálpa honum at gera bygningin lidnan, og so skuldi arbeiðislyftan eisini verða tøk hjá honum at brúka.

Hann visti, at hann enn var langt frá tí upphædd, eg hevði sett sum treyt, um eg vildi selja bygningin.

Tað virkaði fyri mær sum eitt spæl, vit hugnaðu okkum, høvdu tað stuttligt, eg tók tað ikki heilt seriøst, hettar var jú bara ein kladda, hugsaði eg, tá eitt útkast til keypssáttmála kom á borðið, og teir eru jú brøður í Harranum.

Eg var blindaður
Eg var so blindaður, at eg ikki vaknaði, eg lurtaði og royndi bara at verða blíður og hjálpsamur.

Heðin hevði eitt ávíst vald á mær. Hann prædikaði í samkomuni, so eg trúði bara gott um hann og setti ikki spurnartekn við hansara motiv.

Birgir tveitti eina eina maskinskrivaða kladdu til ein treytaðan keypssáttmála á borðið, sum eg onga ávirkan hevði havt á ella var spurdur um. Alt var skrivað liðugt. Teir byrjaðu við at siga, at hetta var ein kladda til tann endaliga sáttmálan, og tað blivu gjørdar fleiri rættingar við blýanti, strikað út og skrivað útyvir, skrivað meira aftrat. Tað líktist ikki einum skjali upp á so nógvan pening, tað líktist bara einari kladdu, sum teir eisini søgdu, at tað var, so eg hugsaði, at eg fekk góða tíð at umhugsa meg, tá tann endaligi sáttmálan skuldi skrivast undir.

Vit gjøgnumgingu tað, sum skrivað var, og rættaðu nógv. Eg fann fleiri feilir, Heðin klappaði mær á ryggin og rósti mær fyri, hvussu óførur og gløggur eg var. Hann dugdi væl at smikra, behandlaði meg sum ein skúlanæming, hann er jú lærari, vit høvdu tað stuttligt.

Heðin royndi at ávirka meg psykiskt, og nú bað hann aftur um at læna vesið.

Birgir og eg fingu aftur eitt prát, hann fekk aftur tíð at mýkja meg, hann segði, at nú fóru allir bygningarnir hjá Tekniska Skúla at verða seldir, og teir fóru helst at verða seldir bíliga, so tað fór ikki at verða lætt hjá mær at fáa ein góðan prís tá. Hetta gjørdi meg eitt sindur bangnan.

Nú kom Heðin so út aftur av vesinum og vildi hava meg at undirskriva kladduna, eg spældi við og hugsaði, at tað er jú bara ein kladda til tann endaliga sáttmálan, sum teir søgdu. Hetta skuldi reinskrivast, hugsaði eg, og eg fór at fáa umhugsanartíð til at tosa við mín sakførara. Eg fekk ikki fatan av, at hettar var endaligt, men tað bleiv lagt eitt náðileyst trýst á meg.

Eg segði ongantíð hvørki ja ella nei til keypsupphæddina, álíkavæl fingu teir báðir meg at seta mítt navn á kladduna. Tað gekk so skjótt fyri seg, at eg var lumpaður og tikin á bóli og hugsaði ikki um fylgjurnar. Knappliga skumpaði Heðin bara kladduna til mín og spurdi, um eg kundi skriva mít navn her. 

Tá kladdan var undirskrivað, tók ein vælnøgdur Birgir eina mynd av Heðini og mær, jú tað var ordiliga stuttligt. Tað bleiv eitt ordans sirkus, eg var bóndafangaður, og so vóru teir báðir skjótir út ígjøgnum dyrnar.

Eg fekk ongan kjans at umhugsa meg. Heðin hevði fingið hjálp frá einum, sum eg hevði álit á. Birgir hevði áður biðið um loyvi at leiga bygningin út fyri meg, og vit høvdu ein sáttmála um tað. At hann  var ímóti mær frá byrjan, legði eg ov seint til merkis.

Soleiðis bleiv eg bóndafangaður, reyvrendur og lumpaður. Alt virkaði sum eitt spæl, vit vóru jú vinir og brøður í Harranum, og eg var ikki vanur at mótsiga einum prædikumanni.

Bert nakrar tímar aftaná var Heðin í einari leigutilgongd við umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu um leigusáttmálan til læknahølir – Tórshavnar Kommunu, sum fyrst metti bygningin vera óegnaðan og síðani knappliga tann best egnaða av fimm bygningum.

Dagin eftir vaknaði eg við kaldan dreym, tað minnir um, haldi eg, tá fólk vakna úr eini hypnosu. Eg fór til Bjørn á Heygum og vísti honum kladduna. Hann segði, at eg var lumpaður at undirskriva eina ivasama og vánaliga kladdu, og at einki kundi gerast við tað.

Hann segði, at eg fór at angra hettar so leingi eg livdi, og rætt fær hann.

Eg misti mín lívsdreym og lívsverk
Tá eg skilti vanlukkuna, at eg við einum pennastroki hevði mist mín lívsdreym og mítt lívsverk, royndi eg í meir enn tvær vikur at fáa Heðin at annulera kladduna, segði honum, at eg var pressaður og manipuleraður til at undirskriva, men tað vildi hann ikki. Hann hevði jú selt skinnið, áðrenn bjørnin var skotin.

Tað kom heldur ongantíð nakar reinskrivaður endaligur sáttmáli at undirskriva, sum teir høvdu lovað. Alt prátið um, at tað bara var eina kladda til ein sáttmála, var bara fupp og fidusir, og tápuligur var eg.

Eg var lumpaður, stungin í ryggin av Heðini, hann stjól mítt prosjekt og seldi tað til Tórshavnar Kommunu fyri síðan at koma aftur til mín fyri at lumpa bygningin frá mær.

Eg bað eisini Birgir hjálpa mær og tosa við Heðin um at fáa hann at annulera kladduna, men nú vildi hann ikki hjálpa meira. Hann segði at tað vóru tveir partar um tað, hann var ikki so íðin at hjálpa mær, sum hann hevði verið at hjálpt  Heðin – hann vildi jú framvegis hava fatur í teimum 100.000 krónunum, sum hann hevði kannað sær.

Eg royndi aftaná at spyrja Birgir eftir tí endaliga skjalinum, sum teir høvdu tosað um, men hann skilti ikki, hvat tað var, sum eg vildi, tí har var jú onki at koma eftir, segði hann. Sjálvandi, teir høvdu brúkt kladduna sum tann endaliga sáttmálan.

Eg royndi at fáa Heðin at broyta meining og spurdi, um hann ikki kundi verða nøgdur við at keypa helvtina, og vit so í felag kundu fara víðari, men svarið var nei.

Eg segði við hann, at eg ikki vildi hava hansara pening, eg helt tað verða blóðpeningur, hann bjóðaði mær so, at eg kundi seta peningin í hansara næsta prosjekt (fittur maður!)

Eg konfronteraði hann við, at hann hevði stungið meg í ryggin og tikið mítt prosjekt og selt tað til kommununa fyri síðani at koma aftur til mín og lokka bygningin frá mær. Hann segði, at um hann hevði vitað tað, so  hevði hann ikki gjørt hatta. So spyrji eg bara, um so var, hví steðgaði hann so ikki, tá hann fekk tað at vita.

Men nú, tá navnið á eigaranum var broytt frá Erlingi Bech til Heðin Lamhauge, gjørdi Tórshavnar Kommuna beinanvegin ein leigusáttmála við hann um bygningin og vildi eisini gjalda 4,5 milliónir krónur meira í leigu, enn eg skuldi hava.

Heðin Lamhauge hjálpti samstundis Tórshavnar Kommunur at hevna seg inn á meg, og kommunan lønti honum afturfyri við nógvum gulli.

Var Heðin ein rættur maður, so skuldi hann ikki gjøgnumført fidusin hjá sær, men latið meg havt mína ogn í frið og ikki plága og hótt meg eftir henni, men steðgað, áðrenn tað kom har til. Tað er ikki serliga hóskandi at selja sálina fyri pening, skriftin ávarar eisini ímóti at girnast annans ogn.

Í  Dimmu hevur Heðin viðgingið, at hann tosaði við kommununa um hálvan apríl um leigu av mínari ogn, hálvan annan mánað áðrenn kladdan var undirskrivað. Hann minnist ikki, hvønn í umsitingini hann tosaði við, tað er sjálvandi aftur ein lygn frá í neðra. Kanska var tað trivnaðarstjóran, hann tosaði við, hann hevði so heimildina.

Bleiv hóttur við stevning og endurgjaldskravi um eg ikki  undirskrivaði skeyti
Eftirfylgjandi noktaði eg at undirskriva skeytið, tí eg metti meg vera lumpaðan, og kladdan var ikki yvirhildin. Har vóru tríggjar treytir, sum ongin var yvirhildin, og eg vildi verja mína ogn.

Men tá fekk eg eina hóttan frá advokatinum hjá Heðini um persónligt endurgjald. Hóttanin sá soleiðis út:

Eg skal hervið boðað frá, at um eg ikki í seinasta lagi fríggjadagin 5. oktober 2018, kl. 12.00, havi fingið í hendi eitt av seljaranum undirskrivað endaligt skeyti, sum er sambært ásetingunum í treytaða keypssáttmálanum, verður stevning latin rættinum uttan aðra ávaring.

Eg skal eisini boðað frá, at klientur mín fer at taka øll neyðug stig til at tryggja síni krøv, harundir at gera arrest í partabrøvunum í Sp/f 35gx Hoyvík, at tinglýsa stevningina á ognina, umframt seta fútabann í tann mun hetta gerst neyðugt. Eisini verður fyrivarni tikið fyri at seta fram endurgjaldskrøv fyri tey tap, sum klientur mín kann fáa. Av tí at stjórin í Sp/f 135gx Hoyvík, Erling Bech, við vilja forðar fyri, at avtalan millum partarnar kann koma endaliga uppá pláss, verður eisini tikið fyrivarni fyri at gera endurgjaldskrav móti honum persónligt.

Boðað verður frá hesum.    

Vinarliga/Sincerely

Óli Hansen

Advokatur/Attorney-at-Law

Heðin legði eisini sjálvur trýst á meg fyri at eg skuldi skriva undir skeytið, hann ringdi og segði mær, hvussu nógv tað fór at kosta honum, og hvussu nógv tað fór at oyðileggja fyri hann. Hann royndi við góðum og grátirødd, og orðaði seg millum annað nøkulunda soleiðis: Elskaði kanst tú skriva undir, kommunan hóttir við at slíta sáttmálan, um gongd ikki kemur á við at gera bygningin lidnan. Og so framvegis.

Tá tað ikki riggaði við góðum, so ringdi hann aftur og royndi við illum og segði mær, hvussu óreinur, óndur og fanansaktigur persónur, eg var, at eg hevði ringa muru og vildi gjalda nógv fyri at oyðileggja alt fyri hann og hansara sáttmála við kommununa, hvussu nógv tað kostaði honum, nú var tíðin við at ganga undan, og kommunan hótti við at slíta sáttmálan.

Eg bleiv so hóttur við rættarsak og endurgjaldskravi, eisini endurgjaldskravi móti mær persónliga og panti í ognini, um eg ikki skrivaði undir skeytið.

Stevningin var skrivað, og sakførarin hjá mær segði, at ein sovorðin sak kundi taka eitt til tvey ár, kundi blíva sera kostnaðarmikil, og óvist var, hvussu hon kundi enda. Eisini var greitt, at eg ikki kundi gera meira við bygningin, so leingi sakin koyrdi. Hann ráddi mær tí til at gera eina semju og undirskriva skeytið.

Tað, sum eg føli á mínum kroppi og í mínum sinni, er, at eg bara royndi at verja mína ogn frá at blíva stolin.

Borgarstjórin hevur eisini úttalað seg um, at kommunan fór sjálv at byggja, um leigumálið ikki bleiv til nakað. Eg vildi ikki risikera at blíva ruineraður av Heðini. Hann hevði bæði pening og vilja til tað.

Hevði eg verði yngri og raskari, hevði eg tikið sakina uppá meg.

Eftirfylgjandi havi eg frá Heðini fingið fleiri sms’ir, har hann endar við atb. Eitt stórt komediuspæl, eg haldi, at tað er kyniskt og dupultmoralskt, tí hann hevur forpestað mær lívið og ikki ynskt mær alt tað besta.

Eg tók eina avgerð um, at eg ongantíð skuldi seta míni bein aftur í samkomuna fyri at spara meg frá at hoyra hann prædika. Síðani frætti eg, at hann er rýmdur úr samkomununi og farin í eina aðra.

Aftaná bleiv eg so stevndur av Birgiri eftir helvtini av 100.000 krónum, sum hann vildi hava fyri at hava skrivað eina vánaliga, óbrúkiliga kladdu, ið bleiv kasserað til frama fyri eina nýggja avtalu.

Dómurin sigur, at Birgir ongan pening skal hava fyri handan sáttmálan, og eg bleiv fríkendur.

Niðurstøða mín er henda:

Tórshavnar Kommuna hevur við sínari beistagerð ígjøgnum nógv ár fingið hevnt seg inn á meg og sett seymin í kistulokið við hjálp frá Heðini Lamhauge.

Erling Bech

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður