Heimatíðindi

Soleiðis ber tú teg at í sóttarhaldi

2020-03-16 17:28 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Landslæknin segði í dag, at alt ov fá fólk taka sóttarhaldið í álvara.

Vit hava savna saman upplýsingar um hvat krevst av borgaranum í sóttarhaldi:

Persónur, ið hevur ferðast skal í sjálvboði sóttarhald. Tað merkir, at viðkomandi skal halda seg við hús í 14 dagar.

Persónur í sóttarhaldi skal ikki hava vitjandi ella fara sjálvur út at vitja onnur. Viðkomandi er avbyrgdur á sínum matrikkli.

Tann í sóttarhaldi kann fáa sær fríska luft, men viðkomandi skal ikki út ímillum fólk.

Tey, sum búgva saman við persóninum kunnu liva, sum vænt, fara til arbeiðis, keypa o.s.fr.. Tó eru vit øll biðin um at halda okkum heima, so nógv sum gjørligt.   

Um tann í sóttarhaldi býr saman við fólki í vandabólki, skal atlit takast til hetta og viðkomandi skal ikki verða partur av húsarhaldinum í sóttarhaldstíðini.

Um tann í sóttarhaldi gerst sjúkur í sóttarhaldstíðini og viðkomandi fær staðfest koronavirussið, verður alt húskið sett í sóttarhald

Landsstýrismaðurin í heilsumálum heitti í dag á øll um at taka ábyrgd og gera sítt fyri at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum. 

 

keldur: hmr.fo / kvf.fo

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður