Sølan av Vørði er góðkend

2016-06-21 08:13 Author image
Dimma

Íslendski miðbankin, Icelandic FSA, hevur nú góðkent søluna av partabrøvunum hjá Bank Nordik í Vørður Group til Arion Banka í Íslandi.

Eftir er at fáa góðkenning frá kappingareftirlitinum í Íslandi. Bank Nordik væntar ikki, at hendan góðkenning kemur fyrr enn í endanum á juni, og tí verður sølan av Vørður Group ikki endaliga framd fyrr enn í seinnu helvt av 2016, sigur Bank Nordik í tíðindaskrivi.

Avtøkan av bankavirkseminum hjá Bank Nordik í Danmark gongur eftir ætlan, sigur Bank Nordik somuleiðis í tíðindaskrivi.

Sum áður fráboðað væntar Bank Nordik, at vinningsbýtið í samtakinum verður betrað við ikki minni en 100 milliónum frá søluni av Vørður Group og við 200 milliónum krónum í avtøkuni av virkseminum í Danmark.

Samanlagt væntar bankin sostatt at flyta eitt vinningsbýti á tilsamans 300 milliónir krónur frá avtøkuni av virkseminum í Grønlandi og Danmark, sigur bankin í tíðindaskrivi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður