Heimatíðindi

Sølan av ravmagnsbilum eksploderað

Sølan av ravmagnsbilum eksploderað

Løðistøðin á Skálatrøð í Havn (Mynd: El-bilar í Føroyum á Facebook)

2018-10-02 18:47 Author image
Ingi Samuelsen

Tað gerst alsamt meira vanligt at møta einum bili uttan motorlarm. Friðarligu ravmagnsriknu bilarnir gerast meira vanligir á føroyska vegakervinum.

1. oktober í ár vóru 81 el-rikin akfør skrásett hjá Aktsovuni. Hóast hetta bert er ein lítil partur av samlaða talinum av akførum – 0,2 prosent – so er talan um ein týðuligan vøkstur.

Tí 1. januar í ár var talið av el-riknum bilum 37 og eitt ár frammanundan var tað 22. So sigast má, at skipanin við at meirvirðisgjaldið verður endurrindað hetta og til 2020 er av, hevur havt eina ávirkan.

Av teimum 81 akførunum, sum í løtuni skulu løðast ístaðin fyri at ífyllast við bensin ella diesel, eru 70 persónbilar. Hini akførini eru sjey prutl, tveir vøruvognar, ein hýruvognur og ein motorsúkkla.

Tilsamans vóru 37.004 akfør skrásett í Føroyum 1. oktober. Av teimum hava 18.435 bensinmotor, 14.477 hava dieselmotor, 81 hava ravmagnsmotor og 4.011 hava ongan motor, flest av hesum eru viðfestivognar og kampingvognar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður