Mentan

Søguligir dýrgripir aftur til Føroya

2018-08-10 14:21 Author image
Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi

Fugloyarbók og Húsavíkarbrøvini eru á veg heimaftur til Føroya, nú Tjóðveldi á fólkatingi saman við savnsmyndugleikum í Føroyum og Danmark hevur fingið heimtøkuna í lag. Ein hópur av skjølum hjá m.a. Kongliga Einahandlinum verður eisini talgild, so bæði leik og lærd kunnu granska í teimum


Ein dagin í mars 1854 sendi Hanus Dávur Matras eina bók til V. U. Hammersheimb, sum tá var staddur í Keypmannahavn. Í bókini vóru 97 hondskrivað kvæði, sum Hanus Hanusson, bóndi í Fugloy, hevði savnað saman, og tí fekk hon navnið Fugloyarbók.

Hanus Dávur heilsar bókini soleiðis við fráferð úr Hattarvík tann 26. mars 1854:

“Gakk nú út til uttanlands, gamla stóra bók, og sig teimum tíðindi nýggj og gomul, sum tú kanst best. Skammast ikki, um tú ikki er so snidrað og snikkað, sum tær bøkur har eru. Sig, tú er komin úr Føroyum, er gitin við Kellingará, og Hanus Dávur hevur sent teg.”

Fugloyarbók skammaðist ongantíð burtur. Tvørturímóti endaði hetta forkunnuga kvæðasavn á Arnamagneanska savninum við lærda háskúlan í Keypmannahavn saman við øðrum norrønum dýrgripum sum íslendskum fornsøgum, Húsavíkarbrøvunum og handritum hjá Svabo. Har hevur Fugloyarbók ligið væl, og millum ár og dag hava fróðarmenn og -kvinnur studerað hana væl.

Hanus Dávur skrivaði eisini í bókina í 1854, at tá hon einaferð skuldi heimaftur, mátti hon fáa eitt reisipass.

Tann stundin nærkast skjótt, tí vit hava ment okkara førleika at granska og læra frá okkum um føroyskt mál og mentan á hægsta stigi, meðan áhugin fyri tí forna norrøna arvinum so líðandi er viknaður fyri sunnan.

Tí er tað fongur at fáa Fugloyarbók heimaftur á klettarnar, so hon fær pláss heima í Føroyum og kann gerast dagligur partur í føroyskari kvæða- og málgransking. Reisipassið verður í hesum døgum skrivað út, og tá tey á Arnamagneanska instituttinum hava talgilt tvítøk av bókini í heyst, flytur hon heimaftur á klettarnar.

Vónir eru eisini um at fáa Húsavíkarbrøvini frá 1401 til 1405 heimaftur eins og annan virðismiklan mentanararv, sum hevur verið í varðveitslu á Arnamagneanska savninum í Keypmannahavn.

Tað er nakað serligt at skoða 700 ára gomul brøv. Frá vinstru Sámal Tróndur Johansen, landskjalavørður, Anne Mette Hansen, Arnamagneansk Institut, Jógvan Isaksen, lektari á Københavns Universitet og Torborg Fossdalsá, lesandi og starvsfólk hjá Tjóðveldi á fólkatingi


Søgulig skjøl tøk á netinum

Fortreytin fyri at fáa tilfarið heim er, at vit hava umstøður at hýsa hesum dýrgripum forsvarliga heima í Føroyum, og at talgild tvítøk verða tikin. Hetta skal gerast fyri at tryggja, at ongin vitan forferst, skuldi okkurt hent upprunatilfarinum, og fyri at tey, sum lata frá sær tilfar, framvegis hava atgongd til skjølini í talgildum formi.

Arnamagneanska savnið – sum eisini verður nevnt Árnasavnið, tí tað er uppkallað eftir íslendinginum Árna Magnusson – væntar at hava talgilt alt tað føroyska tilfarið í heyst, og Jógvan Isaksen, sum granskar og undirvísir í føroyskum á universitetinum í Keypmannahavn, er hollur stuðul í tilgongdini.

Eisini á Ríkisskjalasavninum fyrireika tey seg til at talgilda stóra rúgvu av tilfari, sum hevur við Føroyar at gera. Millum rúgvismikla skjalatilfarið eru bøkurnar hjá Kongliga Einahandlinum, sum virkaði til 1856. Her finst neyvt tilfar um føroyskan innflutning og útflutning og eisini handil við hvørt húsarhald í ymsum pørtum í Føroyum. Tað er í sær sjálvum ein gloypibiti fyri granskarar – tað veri seg løntar ella óløntar, sum bara hava áhuga fyri søguni.

Tá Danmark læt Norra aftur ymisk skjøl, tók táverandi landsskjalavørðurin, Jóannes Dalsgarð, stig til at eyðmerkja, hvat hoyrdi Føroyum til, so tað ikki glapp okkum av hondum. Sámal Tróndur Johansen helt fram við hesum og fekk í lag eina avtalu í 2007. Tí komu heim til 75 føðingardagin hjá Landsskjalasavninum sama ár eitt nú handritini hjá Svabo “Indberetninger fra en Reise Ude i Færøe” frá 1781-82 og nakrar av handilsbókunum hjá Kongliga Einahandlinum.

Á skrivstovuni hjá Tjóðveldi á fólkatingi tóku vit tráðin uppaftur fyri tveimum árum síðan saman við Sámal Tróndi Johansen. Fyribils er avrátt, at Ríkisskjalasavnið skal talgilda alt tilfarið hjá Kongliga Einahandlinum, Justitsministeriets Færøakter fram til 1935 og Statsministeriets Færøakter frá 1935 og fram.

Sumt av hesum, m.a. handilsbøkurnar, sum vórðu førdar í handlunum í Føroyum, koma heimaftur, meðan annað tilfar verður varðveitt á ríkisskjalasavninum. Men alt tilfarið verður tókt á netinum sum talgilt tilfar.

Ríkisskjalasavnið flytur skjótt í onnur hølir, og løtan er tí góð at fáa tilfarið talgilt. Tað minkar um tørvin á plássi hjá teimum at hava tøkt til tilfar at leita í, meðan tað hinvegin er til stóran fyrimun fyri øll, sum hava áhuga fyri hesum tilfari, at tað verður tókt á netinum.

Fugloyarbók telur 399 síður í folio stødd, og í hana skrivaði Hanus Hanusson upp 97 kvæði. Hanus var bóndi í útistovu í Hattarvík í Fugloy. Tá hann doyði í 1854 fekk granni hansara Hans David Matras bókina í varðveitslu. Hann sendi hana niður til V. U. Hammershaimb, tí hann var Føroya fremsti málfrøðingur. Hans David var ættaður av Viðareiði, men giftist til Hattarvíkar. Seinni flutti hann yvir á Kirkju. Hans David var fróðarmaður og lærari á Viðareiði og í Hvannasundi, og seinni tingmaður frá 1852 til 1872 og tingskrivari í fleiri ár

 

Húsavíkarbrøvini vóru skrivaði millum 1401 og 1405. Hetta er ein samanskriving í eitt skjal frá 1407. Hetta er ivaleyst elsta føroyska skjal á Arnamagneanska savninum, sum eisini kallast Árnasavnið. Tað er uppkallað eftir íslendska fróðarmanninum Árna Magnussyni, sum savnaði saman íslendsku fornsøgurnar og soleiðis bjargaði teimum frá at fara fyri skeyti. Savnið er flutt í nýggj hølir saman við Københavns Universitet úti á Amager, og flestu íslendsku fornsøgurnar, sum Árni savnaði saman, eru fluttar heimaftur til Íslands í 20. øld


Nýggj vitan um samfelagið

Fyri okkum í Føroyum hevur hetta stóran týdning, tí tað er tvørligt at skula leita upp tilfar í donskum søvnum. Liggur tað á netinum ella á føroyskum søvnum, liggur nógv betur fyri hjá bæði leikum og lærdum at leita fram nýggja vitan um føroyska søgu og samfelagsviðurskiftir.

Nøkur ár tekur tað at fáa alt talgilt, og tí er sumt raðfest fram um annað. Herfyri vórðu øll donsk skjøl viðvíkjandi Vestindisku Oyggjunum almannagjørd í eini databasu fyri seg. Tvær serligar puljur vórðu settar av á fíggjarlógini fyri 2018, onnur til tilfar um rættaruppgerðina aftan á seinna heimskríggj og hin til talgilding av føroyskum skjølum. Pengarnir fara til Arnamagneanska savnið og Ríkisskjalasavnið, sum standa fyri talgildingini.

Føroyskir myndugleikar taka yvir, tá savnstilfar kemur heimaftur og í sambandi við at leggja talgilt tilfar út á føroyska leitiskipan. Neyðugt verður tí við ávísari játtan til arbeiðið næsta ár, so skjølini kunnu verða øllum føroyingum til taks.

Tjóðveldi á fólkatingi hevur samskipað átakið og í fleiri umførum fundast við umboð fyri Landsskjalasavnið, Arnamagneanska savnið, Ríkisskjalasavnið, fíggjarmálaráðið, mentamálaráðið og onnur.

Tveir gøtuskurðar á Árnasavninum. Jógvan Isaksen, lektari á Københavns Universitet, og Tórbjørn Jacobsen, sum mannaði Tjóðveldi á fólkatingi á heysti 2016. Hin fyrri er abbasonur Óla Hans, hin seinni abbasonur Jóan Liasi, sum búðu hús um hús í Syðrugøtu

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður