Heimatíðindi

Søguliga stórt virksemi í J&K Petersen

Havnarútbyggingin í Havn - størsta arbeiðið hjá J&K í løtuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Havnarútbyggingin í Havn - størsta arbeiðið hjá J&K í løtuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-08-01 15:30 Author image
Ingi Samuelsen

Byggifelagið Pf. J&K Petersen Contractors merkir eisini ágóðan av stóra íløguhuganum, sum er í landinum í løtuni. Næststørsta byggifyritøkan í landinum tvífaldaði sítt bruttoúrslit í 2017 úr 41 upp í 77 milliónir krónur.

Men avlopið varð tó avmarkað til hálvaaðru millión krónur. Hóast úrslitið er lutfalsliga lítið í mun til virksemið, so er tað munandi betri enn árini frammanundan. Í 2016 var ársúrslitið knappar 700.000 krónur og í 2015 góðar 200.000 krónur.

Í ársfrágreiðingini verður víst á, at virksemið er tað mesta, sum tað nakrantíð hevur verið í hesi byggifyritøkuni, sum byrjaði í 1975 í sínum núverandi líki, og annars kann føra søguna heilt aftur til 1948.

Eitt av stóru arbeiðunum, sum J&K Petersen leveraði í fjør var útbygging av parkeringsøkinum við Vága Floghavn. Annars er tað størsta havnarbyggingin nakrantíð, útbyggingin av Tórshavnar Havn, ið merkir virksemið hjá J&K Petersen í løtuni.

Arbeiðið upp á Skansabryggjuna skal vera liðugt til ársenda næsta ár, og tá eru umleið 4,1 milliónir rúmmetrar av gróti fluttir av Glyvursnesi til havnautbyggingina við Skansan.

Umframt hetta stóra arbeiðið, er J&K í løtuni eisini við til at gera anlegsarbeiðið uttan fyri Eysturoyartunnilin á Strondum, á Rókini og á Hvítanesi. Harafturat byggir felagið bygning fyri Vónina í Fuglafirði, vestaru síðu av Tórsvølli og íbúðir í Hoyvík, framgongur av ársfrágreiðingini.

Ársfrágreiðingin letur eisini væl at framtíðini hjá felagnum. Úrslitið í ár væntast at gerast uppaftur betri, og staðfest verður eisini, at felagið hevur sáttmálar, ið eru galdandi fram til 2020, og at virksemið eisini verður í 2021.

Felagið sær møguleikar í ætlanunum hjá landi og kommunum at útbyggja bæði vegakervið og gera íløgur í íbúðir.

Pf. J&K Petersen Contractors er móðurfelag í einum samtaki, sum eisini umfatar fimm onnur feløg, harav virksemi er í tveimum, Spf. J&K Betong, ið framleiðir betong til byggivinnuna, og Spf. Klettur, sum leigar út maskinur og flutningstól.

Høvuðseigarar í J&K Petersen Contractors er eitt felag hjá John Petersen, Spf. 31.10.1998, saman við tveimum av leiðandi starvsfólkunum í fyritøkuni, Eyðfinn Lenvig og Per Kallsberg. Felagið hevur ikki latið vinningsbýti seinastu fýra árini.

Gott 130 starvsfólk vóru í miðal í starvi hjá J&K Petersen í fjør.

Hóast tað gongur væl hjá Pf. J&K Petersen Contractors, so kemur virksemið ikki upp á tað, sum kappingarneytin, Articon, kann vísa á. Les um úrslitið hjá Articon her: Articon – eitt byggivirki í blóma 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður