Søgulig avtala um frið undirskrivað í Kolumbia

2016-08-25 09:45 Author image
Dimma

Eini 200.000 fólk eru dripin. Fleiri enn fimm milliónir rikin heiman ella burturbeind. Fleiri enn sjey milliónir fólk skrásett at hava fingið harða viðferð.

Tølini eru ógvuslig í Kolumbia, sum hevur drigist við harðar bardagar millum stjórn og uppreistrardeildir í eina hálva øld. Men nú er vón fyri friði veruliga kveikt, tí í gjár var avtala kunngjørd millum partarnar, sum binda seg til at virka fyri friði, at geva offrum uppreisn og skapa betri sosialt rættvísi.

Friðarsamráðingarnar byrjaðu í 2012 í Havana, høvuðsstaðnum í Kuba, har friðaravtalan eisini varð borin fram í gjár. Avtalan er millum stjórnina og uppreistrarbólkin Farc.

- Kolumbiska stjórnin og Farc kunngera, at vit hava rokkið einari endaligari, avgerandi og fullari semju, siga partarnir í einari felags fráboðan. Vit hava rokkið okkara máli. Kríggið er av, men talan er eisini um eina nýggja byrjan, siga samráðingarleiðarar.

Eisini amerikanska forsetin Barack Obama heilsar friðaravtaluni vælkomnari og hevur ynskt sínum kolumbiska starvsfelaga, Juan Manuel Santos, til lukku við henni.

- Forsetin viðurkennir hendan søguliga dagin sum eina avgerandi løtu í einari langari tilgongd móti einum varandi friði, ið kann veita trygd og framburð til kolumbiska fólkið, siga Hvítu húsini í fráboðan.

Eftir kunngerðina av avtaluni stóðu nú fyrrverandi fíggindarnir – geriljahermenn og fyrrverandi generalar, hermenn og diplomatar – saman og sungu kolumbiska tjóðsangin.

Spurningurin er nú, um friðaravtalan, sum er undirskrivað í Havana, fær somu undirtøku í Bogota, høvuðstaðnum í Kolumbia, og um fólkið tekur undir við henni. Fólkaatkvøða um avtaluna verður ætlandi í Kolumbia í oktober.

Avtalan hevur við sær, at Farc leggur vápnini og tekur lut í einari lógligari politiskari tilgongd. Vinstravíðgongda uppreistrarliðið hevur barst móti kolumbisku stjórnini síðan 1964, og tað er harvið longsta vápnaða stríðið í Latínamerika.

Friðaravtalan hevur varað í fýra ár og hon fevnir um seks høvuðsøki: Nýskipan av landbúnaði, Farc og narkotikaídnaðin, rættvísi til offrini, avvápnan, framtíðar politiska luttøku og íverksetan av semju.

Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um avtaluna 2. oktober.

Partarnir taka í hondina hvør á øðrum, eftir at søguliga friðaravtalan er undirskrivað. 
Uttast vinstrumegin umboðið fyri Farc (Revolutionari Armed Forces of Columbia) / EPA

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður