Heimatíðindi

So var Kiosk Activ ikki aktiv meir

Soleiðis sær Activ út í dag. (Mynd: Hergeir Staksberg)

Soleiðis sær Activ út í dag. (Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-04-30 13:33 Author image
Hergeir Staksberg

Fyrr vóru tað minst átta kioskir og matvøruhandlar í økinum kring Eysturskúlan í Havn, men við árunum er tað blivið rættiliga skallut. On nú reyk tann síðsta av teimum gomlu kioskunum: Kiosk Activ.

Um tú vaks upp í Eysturbýnum í 70’unum ella 80’unum, so eru tað góð odds fyri, at onkur klokka ringir, tá tú hoyrir okkurt av hesum nøvnunum: Kiosk 13, Eysturbúðin, Hjá Bjarka, Hjá Alla, P.E. Kolonial, Kioskin hjá Margretu, Gunnleif og Activ. Um ongin klokka ringdi, so skal eg avsløra, at talan er um matvøruhandlar og kioskir, sum myndaðu ein stóran part av umhvørvinum kring Eysturskúlan.

Um tú gekk í Eysturskúlanum í 80’unum ella 90’unum, so minnist tú kanska eisini, at tað var gamalt, at mann fór ein túr til Gunnleif at fáa sær styrk í fríkorterinum. Menu’in var typiskt ein hálvmáni og eitt tríkantað sunkist. Hendan barnamenu’in kostaði bara 10 krónur tá í tíðini.

[object Object]

(Í dag var ongin aktivitetur í Activ)

Kramarís magnet
Tá kvøldið kom, so magnetaði Activ nakað meir enn Gunnleif, tí tá skuldu ís og bomm depotini fyllast. Men sum sagt: Hatta var hattar, og nú koma keppar. Nei, kanska ikki keppar, men tað verða so ikki kramarísar og bomm, sum fara at fylla hølini á Jónas Broncks 44 í framtíðini. Fert tú inn á nira.fo, so sært tú, at handilshølini hjá Activ á Jónas Broncks 44 verða útleigaði frá juli/august mánaði.

[object Object]

(Hølini eru skralltóm. Ikki eingang eitt einkult drúss fragment ella ein saltbumba at hóma)

Sum tú sært á myndini, so hevur Activ tømt hølini fyri bommum og sløkt softicemaskinuna fyri seinastu ferð, so nú er slutt við at fara oman í Activ og siga:

- Hey, kann eg fáa ein stóran kramarís við drúss?
- Harða ella bleyta vafflu?
- Tú hatta har eeeehm. Veitst tú hvat, gev mær bara harða vafflu og vanligt drúss, ikki hatta pulvurið

Nú er eisini slutt við at fara oman í Activ, tá mann skal fylla sær bomm, kips og sodavatnsdepotini, tí mann knappliga er lekkursultin, og klokkan er farin av 23.

Hevur tú onkra stuttliga uppliving ella søgu í samband við Activ, so vilja vit fegin hoyra tína søgu. Tað er bara at viðmerkja niðanfyri.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður